hósdagur 17. januar 2008síða 18
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
18 tíðindi
Nr. 12 - 17. januar 2008
Sosialurin hevur
verið til handils í
Keypmannahavn og
í Havn, har vit hava
samanborið prísirnar
á gerandisvørum.
Prísmunurin er stór
ur og hugstoytandi, tá
hugsað verður um, at
Danmark er dýrasta
landið í EU
Brúkaramál
Rigmor Dam
rigmor@sosialurin.fo
Nú so nógv verður tosað
um, hví útisetar ikki koma
heim at búgva, er kanska
vert at hyggja at, um tað
veruliga er so, at prísmunur
in er so stórur, sum vit ofta
hava illgruna um. Tí ongin
ivi er um, at livikostnaðurin
hevur stóran týdning fyri,
um fólk støðast ella ikki.
Fyri føroyska brúkaran
er tað ongin loyna, at
prísirnir á gerandisvørum
eru nógv hækkaðir síðstu
tíðina.
Nú brúkaraprístalið fyri
síðsta ársfjórðing er kunn
gjørt, verður hesin
illgrunin eisini váttaður.
Meðalprísvøksturin í 2007
var 3,6 prosent, og á
matvørum var vøksturin
heili 4,3
prosent. Serliga prísirnir á
breyði, kornvørum, kjøti,
mjólk, ost, eggum og
grønmeti, eru hækkaðir
nógv, sigur Hagstovan.
Síðsta uppgerðin hjá
donsku hagstovuni, Dan
marks Statestik, vísur, at í
Danmark var meðalprís
vøksturin sama tíðarskeið
1,7 prosent, meðan hækk
ingin var 1,9 prosent árið
fyri. Kortini hava danir
havt ovurhondsstórar
trupulleikar innan ávísar
vørubólkar síðstu
mánaðirnar.
Sambært Danmarks Stat
istik er prísurin á mjólk
hækkaður við 17 prosentum
frá november 2006 til nov
ember 2007. Grønmeti er
hækkað 16 prosentum, með
an breyð og kornvørur er
vornar 11 prosent dýrari.
Danska blaðið Politiken
sigur í mánadagsútgávuni,
at eitt meðal danskt húski
fer at brúka í minsta lagi
4000 krónur meiri til mat
vørur í 2008, og at tíðirnar
við lágum matvøruprísum
eru av.
Stórur prísmunur
Sosialurin hevur verið til
handils í ávikavist Keyp
mannahavn og í Havn, har
vit hava keypt inn í trimum
føroyskum og trimum
donskum handlum
og samanborið
prísirnar.
Vit hava
valt
kendar
merki
vørur,
sum
eru at
fáa í
báð
um
londun
um.
Úrslitið er
ikki óvæntað,
at tað er so nógv
dýrari at keypa inn í Føroy
um enn í Danmark. Hóast
talan sjálvsagt ikki er um
eina vísindaliga kanning,
so hava vit, undirritaða og
Rólant Waag Dam, verið til
handils sama dag í báðum
høvuðsstøðunum, og kanna
somu vørur. Og hóast
onkur vildi sagt, at munur
eisini er á handlum, so sum
upplatingartíðum,
vøruúrvali, tænastustøði og
karmum annars, so skerst
ikki burtur, at
gerandisvørurnar í Havn
eru væl dýrari enn niðri.
Hví so er, er ilt at gita, tí
sambært føroyskari
lóggávu átti bert eitt ávíst
fragtgjald at verða lagt
afturat danska prísinum.
Men hetta átti at verið
útjavnað, tá hugsað verður
um, at føroyski handils
maðurin hevur væl lægri
lønarútreiðslur enn hin
danski. Føroysk og donsk
avgjøld eru á leið tey
somu, so har skuldi heldur
ikki verið nakað at heintað.
Ein króna ella
ein króna
Tað kemur dag og dagliga
fyri, at fólk koma fram á
vørur, sum eru hundadýrar
í Føroyum, í mun til prís
støðið í Danmark. Her
kunnu vit nevna prísin á
byggitilfari, hobbylutum
og matvørum. Í summum
handlum verður lýst við, at
danski prísurin er eisini
galdandi í Føroyum,
meðan tað í øðrum
handlum verður nógv lagt
afturat danska prísinum.
Hóast okkurt kemur inn
undir hugtakið Gatttoll, so
er tað ikki galdandi fyri
allar hesar vørur. Eitt nú
komu vit ein dagin fram á
prísseðilin sum situr á
sonevndu Bianco – skón
um. Har eru prísir fyri
ymisk lond prentað undir
liðini av fløggunum hjá
lond
unum.
Har síggja
vit undir
liðini á
danska
flagginum, har
prísurin 900, kr.
stendur, meðan talið
framman fyri føroyska
flagginum er 1050, kr.
Hví er hetta so? Er
føroyska krónan knappliga
minni verd enn tann
danska? Ella føroysku
føturnar fínari enn donsku?
Og alt hetta er ikki sørt
hugvekjandi, tá ið hugsað
verður um, at danir sam
stundis fýlast á, at teir eru
dýrasta landið í EU. Enn
einaferð verða vit mint á,
at tað kanska ikki er so
løgið, at okkum vanta 2000
kvinnur í í Føroyum, at
ongin fólkavøkstur er, og
at fólk ikki koma heim
aftur eftir loknan lestur.
Lágar føroyskar lønir
Flestu føroyingar hava sam
band við skyldfólk og vinir
í Danmark, og nógvir hava
eisini búð og vitjað í Dan
mark í styttri ella longri tíð
arskeið. Og altíð hoyra vit
tað sama: at alt er so nógv
bíligari í Danmark. Spyrja
vit so kenningar, sum
búgva í Danmark, hvussu
er vorðið við lønini, so
grettir ikki, at hon er
munin høgri enn í
Føroyum. Eitt nú er meðal
læraralønin einar 6.000 kr.
hægri í Danmark. Sama
ger seg galdandi innan
námsfrøði, sjúkrarøkt og
onnur almenn størv. Verður
hugt eftir lønarlagnum í
privatu vinnuni, t.d.
journalistar, grafikarar,
teldufólk, verkfrøðingar,
læknar
og so víðari,
er myndin júst tann
sama. Og hóast danin
hevur eina øðrvísi
skattaskipan, umframt
ognarskatt og eitt nú høgar
útreiðslur til
arbeiðsloysistrygging og
limagjald í fakfeløgum, so
hevur hann aðrar og stórar
fyrimunir, til dømis tá
hann er lágløntur. Her
verður hugsað um, at
landið hevur ásett eitt
greitt fátækramark, og tí
eru ávísar útjavningar
skipanir, so sum íbúðar
stuðul og barnastuðul.
Dýrasta land í EU
Meðan vit royna at
sannføra okkum sjálvi um,
at gerandisvørurnar eru
bíligari í Danmark, so er
tað hugvekjandi at síggja,
at í veruleikanum er hetta
landið, sum vit í heilum
samanbera okkum við,
dýrasta landið í ES. Og
samanborið við øll londini
í Europa eru bert Ísland,
Noregi og Sveis dýrari,
skrivar JyllandsPosten.
Ein spildurnýggj donsk
kanning vísir eisini, at í
2006 var Danmark dýrasta
landið í ES, við einum prís
støði, sum var 39 prosent
omanfyri meðal í ES. Næst
dýrasta landið er Írland,
har brúkaraprísirnir eru 25
prosent hægri enn meðal
fyri ES.
Sambært danska brúkara
ráðnum er vandi fyri, at
høga príslegan á gerandis
vørum fer at hava við sær,
at brúkarin fer at velja
bíligari og vánaligari vørur.
Høga prísstøðið á ger
andisvørum hevur givið
við sær, at partar av
fólkinum fer at slakka
uppá krøvini til dygdina.
Tað er greitt, at um
útreiðslurnar til mat eru
høgar, so hava fólk lyndi til
at velja tað bíligasta, sigur
Grit Munk, starvsfólk hjá
danska brúkararáðunum
við Søndagsavisen 4S.
Bíligt og vánaligt
fylgjast
At dýri matvørurnar hava
við sær vánaligari dygd,
sæst eisini á einari aðrari
kanning, sum danska
blaðið 24timer gjørdi í
tíðarskeiðinum januar 2006
til desember 2007. Hendan
kanningin vísir, at seinastu
tvey árini er prísurin á
heilsugóðum matvørum
hækkaður við 27,8
prosentum, meðan prísurin
á ósunnum vørum, so sum
góðgæti, ísi og sodavatni,
einans er hækkaður við 5,7
prosentum í sama
tíðarskeiði.
Rasmus Kjelddahl, stjóri
í danska brúkararáðnum,
sigur við blaðið 24tímer, at
príshækkingarnar eru øgi
ligir, men at vit hava nógv
eftir í væntu.
Komandi árið fara vit
at uppliva uppaftur størri
príshækkingar, tí prísurin á
kjøti er ikki farin til stroks
enn. Samstundis verður
ikki lættari at vera brúkari,
tá ið rentan hækkar, og
kreppan so líðandi kemur
krúpandi. Tá verða tað ikki
einans tey fátæku, sum fáa
ilt við at fáa pengarnar at
røkka til matvørurnar. Eis
ini allar barnafamiljurnar,
sum hava keypt hús og sita
hart í tí, fara at kenna
svian, sigur stjórin í danska
brúkararáðnum.
Og er torført hjá fátøkum
dønum at fáa peningin at
Hundadýrt í