Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-01-17, síða 24
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 17. januar 2008síða 24

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

24 Nr. 12 - 17. januar 2008 Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t. nøvn SAMBAND MAgNuS guNNArSSoN MAggi@SoSiAluriN.fo tlf 341800 fAx 341801 Her er ein av myndunum frá stóru real­ skúlaframsýningini, sum Jórunn Dánj­ alsdóttir skipaði fyri í Kommunu­ skúlanum í Havn í summar. Her er ein realskúlaflokkur í urtagarðinum hjá Richardi Long, lærara, í 1942. Aftasta rað f.v.: Olivar Áarberg, Petur Lava Hansen, Johannes Nielsen, Eliesar Nolsøe og Ólavur Breiðá Miðraðið f.v.: Richard Long, lær­ ari, Maria Mortensen, Nanly Breck­ mann, Ingeborg Krog, Hilda Frýdal, Jóannes Rubeksen og Viggo Planck Fremst f.v.: Elinborg av Kák Ras­ mussen, Aslaug Simonsen og Ingi­ bjørg Kragesteen Myndaeigari: Jóannes Rubeksen Realskúlaflokkur í 1942 Brot úr Sosialinum 18. januar 1983 Herverk, innbrot og stuldur stóðu í døgnrapportini hjá politinum í Havn fyri leyg­ ardagin og sunnudagin. Leygarnáttina vórðu 25 rútar knústir í Kommunu­ skúlanum og í Sankta Frans skúla vóru 10 rútar brotnir. Í Fimleikarhøllini í Sankta Frans skúla var ein eld­ sløkkjari tømdur út á gólvið og í barnagarðinum vórðu 2.500 krónur stolnar. Sunnu­ náttina var innbrot í handlin­ um hjá S.H. Jacobsen á Bryggjubakka, 4.000 krón­ ur og eitt útvarpstól vórðu stolin. Sama vikuskiftið vórðu fimm persónar tiknir fyri spirituskoyring. Annars skrivar blaðið m. a. at býráðið í Havn sam­ tykti týskvøldið at seta Han­ us Iversen, jurist, í starv sum skrivstovufulltrúa hjá býráðnum, at býráðið hevði eisini samtykt at einki verð­ ur gjørt burturúr at komandi ár eru 75 ár liðin síðan kommunan gjørdist keyp­ staður. Boykotta Ánirnar Í november góvust oljubilar­ nir hjá Esso og Shell í Klaksvík at koyra olju til fólk sum búgva norðuri í Ánunum, tí at vegurin til Árnirnar er ikki tryggur nokk, og tí at møguleikin fyri at venda tí stóra olju­ bilinum har norðuri eru rættuliga skerpaðir. Fólk í Ánunum vóru sera misnøgd við at tey, sum gjalda skatt í Klaksvík, verða noydd at dragsa olju heim í dunkum. Í ritgerðarkappingini um torvarbeiði hjá Fróðskapar­ setrinum fekk Petur J. Sig­ vardsen í Havn fyrstu virðis­ løn, John í Skemmuni í Porkeri fekk aðru virðisløn og Jákup Olsen í Sandvík fekk eyka virðisløn fyri fotomyndir. Inn komu 17 handrit. Í dómsnevndini sótu Maria Ejde Petersen, Kristian Djurhuus og Ólav­ ur Clementsen. Sosialurin fyri 25 árum síðan: Rútasorl í stórum stíli Andlát og jarðarferðir Hjørmund Mittelstein, ættaður úr Sandavági, bú­ sitandi í Havn andaðist týsdagin, 67 ára gamal. Kistan fer úr Landssjúkrahúskapellinum hósdagin klokkan 15. Jarðarferðin verður úr Kirkjugarðs­ kapellium fríggjadagin klokkan 14. Jóhannes Fredrik Karl Sofus Tauser, føddur Poulsen, ættaður av Eiði, búsitandi í Helsingør í Danmark, andaðist á Helsingør Sygehus leygardag­ in 105 ára gamal. Jarðarferðin verður frá kapellet Helsingør Kirkegård leygardagin kl. 12.30. Kára Vægter Joensen, ættað úr Tórshavn, búsit­ andi í Høje Tåstrup, andaðist í heiminum mána­ dagin, 44 ára gomul. Jarðarferðin verður kunngjørd seinni. Andlát og jarðarferðir Dagurin 18. januar. Prisca. Ung genta, sum einaferð í 3. øld verður hálshøgd fyri trúar sakir. Gomlu jól enda, tá ið jóladagur er 6. januar eftir julianska kalendaranum. Dagurin verður eisini róptur gamli trettandi. Vilt tú verða ríkur, skal tú gomlu trettandu nátt ganga út og sita á kjørbreyt. Magnus Heinason varð hálshøgdur hendan dagin í 1589. Tøkk Hjartaliga takka vit øllum tykkum, sum á ymsan hátt sýndu samkenslu og hjálpsemi, tá ið okkara elskaða mamma, vermamma, omma og langomma Olentina Simonsen Klaksvík doyði og varð jarðað. Takk fyri blómur, kransar og peningagávu til Norðoya Røktarheim Gott nýggjár. Familjunnar vegna Marjun, Ann og Beinir