Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-01-17, síða 34
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 17. januar 2008síða 34

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

34 Nr. 12 - 17. januar 2008 Stutt Sagt Ósamdir um valdið Í iraksku stjórnini eru menn so ósamdir, at teir kunnu eitt nú ikki semjast um, hvør teirra eigur geva boð um at avrætta fangar, sum eru dømdir til deyða. Í løtuni sita tríggir menn í fongslinum og bíða eftir at verða avrættaðir. Ein teirra er Kemiski Ali, systkina­ barn Saddam Hussein, og sum er dømdur til deyða fyri krígsbrotsverk av ring­ asta slagi. Hinir báðir eru ein fyrrverandi verjumála­ ráðharri og ein fyrrverandi herovasti, sum eru dømdir til fólkadráp. Irakski hægstirættur staðfesti í sep­ tembur í fjør deyðadómar­ nar ímóti teimum trimum monnunum, og eftir stýris­ skipanini skulu dómarnir fullførast í seinasta lagi 30 dagar aftan á staðfestingina. Men teir tríggir eru á lívi enn, tí ráðharrarnir í stjórn­ ini kunnu ikki semjast um, hvør eigur at geva boðini um at taka teir av søgum, skrivar AP. Aftur McCain Tað er líkt til, at tey fremstu republikonsku valevnini skiftast um at vinna uppstillingarvalini í USA. Fyrst vann Mike Huckabee í Iowa, so John McCain í New Hampshire og seinast Mitt Romney í Michigan. Nú benda meiningakann­ ingarnar á, at McCain fer at vinna næsta valið, sum verður í Suður Karolina leygardagin. Hann fær 29 prosent, Huckabee 23 og Romney 13. Oprah egna rás Næsta ár sleppa 70 milli­ ónir húsarhald í USA at síggja eina nýggja sjón­ varpsrás, sum fær heitið Oprah Winfrey Network, og sum navnið sigur, er tað sjónvarpsstjørnan Opra Winfrey, sum er stig­ takari. Hon skal eiga rás­ ina saman við stórfyritøk­ uni Discovery Communi­ cations. Í einum tíðinda­ skrivi sigur Oprah Win­ frey, at tey seinastu 15 árini hevur tað verið henn­ ara stóri dreymur at fáa sína egnu sjónvarpsrás, og at hon gleðir seg til, at tað nú verður veruleiki. SAMBAND árNi joeNSeN fArtekSt@MAil.Dk - Jonathan Motzfeldt er prestur, og so leingi hann ikki er dømdur fyri nakað, kunnu vit einki gera (Sofie Petersen, biskupur) útlond Franska oljufelagið Total er dømt at gjalda hálva aðru mia. krónur í endurgjaldi fyri vanlukkuna, tá Erika sakk í Biscaya­ víkini í 1999 Tað gjørdist tann higartil ring­ asta oljudálkingin í Frak­ landi, tá tangaskipið Erika fór á land við Biscayavíkina í desembur í 1999. Millum 20.000 og 30.000 tons av olju runnu út í havið, og um­ leið 75.000 sjófuglar doyðu. Myndugleikarnir og fleiri feløg kravdu endurgjald frá oljufelagnum Total, og fyrra­ dagin fall dómur í rættinum í París. Í fyrra lagi bleiv felagið dømt at rinda franska ríkis­ kassanum umleið 2,7 mió. krónur í bót fyri at hava dálk­ að sjógvin, og í øðrum lagi varð felagið dømt at gjalda umhvørvisfeløgum, hotell­ um, gistingarhúsum og øðr­ um 2,5 mia. krónur í endur­ gjaldi. Rætturin kom til ta nið­ urstøðu, at Total átti at verið vitandi um, at tangaskipið var 25 ára gamalt, og at við­ líkahaldið hevði verið ógvuliga tilvildarligt. Dómurin fekk alt fyri eitt ávirkan á partabrøvini í Total, sum fullu umleið tvey prosent á virðisbræva­ marknaðinum í París. Afghanar høvdu ábyrgdina Norski uttanríkisráðharr­ in, Joan Gahr Støre, held­ ur ikki, at tað ber til at lasta norsku trygdar­ myndugleikarnar fyri tað, sum hendi á Serena­ hotellinum í Kabul, har ein norskur tíðindamaður varð skotin. Norskir fjøl­ miðlar hava róð uppundir, at norsku myndugleikar­ nir tóku ikki trygdina í nóg stórum álvara, men tað avsannar Jonas Gahr Støre. ­ Teir afghonsku mynd­ ugleikarnir høvdu ábyrgd­ ina av trygdini, sigur hann við Aftenposten. Hann leggur tó afturat, at uttanríkisráðið og trygd­ artænastan fara at eftir­ meta tað, sum hendi í Kabul. Sunnudagin fekk Mari Luz eina evru at keypa sær góðgæti fyri, men hon kom ongantíð aftur úr kioskini Spania hevur nú fingið sítt Madeleine­mál. Sunnudag­ in hvarv tann fimm ára gamla Mari Luz í Torrejón­ býarpartinum í býnum Huelva. Síðani hava skyld­ fólk, vinir, kenningar og fleiri hundrað løgreglumenn leitað við servandum hund­ um, men til fánýtis. Mari Luz er ikki at finna. Málið hevur vakt serligan ans, tí Huelva er ikki langt frá portugisiska býnum Praia da Luz, har enska Madeleine McCann hvarv tann 3. mai í fjør, og spanska løgreglan hevur eisini kunn­ að portugisisku løgregluna um málið. Pápi Mari Luz, Juan José Cortez, er prestur, og hann heldur tað ikki vera óhugs­ andi, at onkur hevur burtur­ flutt gentuna við tí fyri eyga at krevja loysigjald fyri at lata hana leysa. Løgreglan í Huelva sigur seg hava ill­ gruna um, at gentan kann verða burturflutt sum hevnd ímóti einum skyldfólki hennara, men tað málið er ikki liðugt kannað. Løgreglan hevur fingið nakrar frágreiðingar frá fólki, sum halda seg hava sæð okkurt óvanligt. Tann mest sannførandi frágreið­ ingin er frá einari kvinnu, sum helt seg síggja Mari Luz saman við einari kvinnu í einum bussi. Kvinnan sat undir gentuni, sum græt. Løgreglan hevur avhoyrt bussføraran, men hann dugdi ikki at minnast nakað óvanligt. Fimm ára gamla Mari Luz er horvin Mari Luz fór í kioskina at keypa góðgæti sunnudagin. Hon kom ikki aftur (Mynd: Polfoto) Stórt endurgjald fyri oljudálking Erika sakk úti fyri fronsku strondini í desembur í 1999 (Mynd: Polfoto)