fríggjadagur 18. januar 2008síða 3
‹ fyrra síða allar 112 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 13 - 18. januar 2008
3
Við tær á odda – Stjóri til Kringvarp Føroya
Við tær á odda er Kringvarp Føroya álitið og framdriftin í føroyska miðlaheiminum. Tað fær samfelagið at skelva
og savnast, vinnur tokka millum starvsfólk og borgarar, og tað er staðið, har fólk vilja arbeiða, tí at tey kunnu
bjóða eina dygdarvøru, sum eingin annar miðil kann.
Stjórastarvið
Sum stjóri í Kringvarpi Føroya hevur tú fyrst og fremst ábyrgdina av at leiða stovnin fram í
móti settum málum. Tú hevur dagligu programmábyrgdina og fyrisitingarligu og búskapar-
ligu leiðsluna av stovninum. Kringvarp Føroya varð skipað 1. januar 2005, tá ið Útvarpið
og Sjónvarpið vórðu samanløgd, og partur av uppgávum tínum verður tí eisini at fremja
endaligu samanleggingina í samráði við Kringvarpsstýrið.
Umsøkjarin
Tú ert fremst av øllum ein góður leiðari og hevur áhuga fyri stovninum. Tú evnar at seta tær
greið mál og fært starvsfólkið at fylgja tær fram ímóti hesum málum. Tú ert álitisvekjandi,
hevur menniskja innlit, dugir at taka dagar ímillum og hevur góð evni at samstarva og sam-
skifta. Tú hevur hægri útbúgving og leiðsluroyndir. Fjølmiðlaútbúgving og fjølmiðlaroyndir
eru ein fyrimunur, men ikki ein treyt.
Setanarviðurskifti
Kringvarpsstjórin er løntur samsvarandi 38. lønarfl okki hjá Tænastumannafelagi landsins,
tó uttan at vera tænastumaður. Starvið er áramálssett í fi mm ár, við møguleika fyri leingjan.
Aftur at lønini verður givin áramálsviðbót og 15% í eftirlønargjaldi.
Um Kringvarp Føroya
Kringvarp Føroya er sjálvstøðugur almennur stovnur, sum virkar óheftur av politisku skipanini, og sum verður stjórnaður av einum stýri við sjey
limum. Virksemið verður fíggjað við kringvarpsgjaldi og inntøkum frá lýsingum og spæli. Fíggjarætlanin er umleið 60 mió. kr., og útivið
100 fólk starvast á stovninum.
Umsóknir
Umsóknir við CV, prógvum og øðrum við-
komandi skjølum kunnu sendast við vanligum
brævi til:
Kringvarp Føroya
Postboks 1299
110 Tórshavn
Att. Kringvarpsstýrið
ella við teldubrævi til Rúna Heinesen, formann
í Kringvarpsstýrinum, á runih@tsk.fo.
Umsóknarfreistin er 4. februar 2008.
Tú kanst fáa meira at vita um starvið við at
venda tær til Rúna Heinesen á 21 44 07 ella á
runih@tsk.fo.
Kringvarp Føroya Norðari Ringvegur
Postboks 1299 FO-110 Tórshavn
Tel.: + 298 34 75 00 Faks: + 298 34 75 01
www.kringvarp.fo