fríggjadagur 18. januar 2008síða 22
‹ fyrra síða allar 112 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
22
Nr. 13 - 18. januar 2008
tíðindi
Tøkk
Vit takka hjartaliga tykkum øllum fyri sýnda
samkenslu, tá ið okkara góði maður, pápi, verfaðir,
abbi, langabbi og bróðir
Jacob Højgaard
Toftir
andaðist og fór til gravar.
Takk til starvsfólkini á Giljagarði í Leirvík og
Vesturskin á Toftum fyri góða røkt og umsorgan
meðan hann var har og undir sjúkraleguni.
Tøkk til prest, kirkjutænarar, Havstein, Petur Hans,
sangarar, berarar, gravara og tykkum, sum bakaðu
og hjálptu so sera væl til við ervinum.
Tøkk fyri kransar, blómur og peningagávu til
Fríðrikskirkjuna og tøkk fyri minningarorð.
Tøkk til tykkum mongu, ið fylgdu honum til
seinasta hvíldarstað á fold.
Gott nýggjár øll somul.
Familjunnar vegna
Hannethea
Niclas, Nicolina og Anna
Týsdagin 22. januar verður
pápi okkara Nicodemus
Rasmussen Tórshavn níti
ára gamal.
Pápi er føddur 22. januar
1918 og ættaður av Strond
um. Foreldur hansara vóru
Símun Rasmussen (seinni
Højgaard) føddur uppi í
Gerði á Strondum, seinni
nevndur Símun á Hellum
eftir staðnum hann bygdi á
og Johanna (fødd Simonsen)
av Flatutrøð, fødd úti í Lág
á Strondum.
Pápi gekk í vanligan barna
skúla á Strondum. Eftir
lokna
barnaskúlagongd
fekst hann m.a. við fiskaar
beiði. Árið 1936 var hann til
skips við “ Morning Star”. Í
1937 fór hann til Havnar í
skrivstovustarv á Skipafelag
num Føroyar. Gekk á hand
ilsskúla um kvøldið og var
sjálvlesandi í ymiskum bræv
skúlaskeiðum.
1. mars 1940 fór hann í
starv á Færøernes Oppe
børselskontor (seinni Før
oya Gjaldstova). Á sama
stovni varð hann settur sum
høvuðsbókhaldari 1. juli
1948, fulltrúi 1. august
1956, settur stjóri 24. juni
1960 og stjóri 1. august
1961 til 31. mai 1987.
Sostatt var pápi 47 ár í
starvi á gjaldstovuni. Hugs
ast kann, at hetta var ein av
orsøkunum til, at hann varð
riddari av Dannebrog.
Pápi giftist 24. mai 1942
við mammu okkara Kirsten
Olsen úr Leirvík. Hon var
dóttir Óla Fr. Olsen bónda
á Toftanesi í Leirvík og
Oluffu (fødd Poulsen) úr
Syðrugøtu. Mamma vaks tó
upp hjá fastrini Kathrinu,
sum var gift við Marius Jac
obsen í Leirvík.
Pápi og mamma fingu 6
børn, Oddmar, Suni, Óli,
Ólavur, Jonna Kathrina og
Ninny. Óli doyði sum pinku
barn. Sum nýgift búðu tey
til leigu ymsastaðni í Havn,
til tey búsettust í Stoffalág,
har tey bygdu hús og býr
pápi har enn.
Mamma
andaðist
27.
januar 2005. Sostatt vóru
mamma og pápi í hjúnalagi
í meir enn 62 ár og upplivdu
tey sostatt at halda diamant
brúdleyp. Tað er ikki øllum
unt at fáa so nógv ár saman,
men tað er tungt at vera
tann, sum situr eftir.
Pápi hevur góðar hendur.
Sum ungur fekst hann nógv
við at skera út úr í træi.
Hann gjørdi fleiri modell
av skipum og riggaði tey til
við seglum og øllum hartil
hoyrir.
Hann svam nógv sum ung
ur og var ein góður svimjari.
Svam kapp í tí fyrsta svimji
hylinum í Gundadali og á
Havnarvág.
Hann
hevur
steyp frá tí tíðini, sum ber
boð um, at hann hevur vunn
ið
onkrar
kappingar.Var
millum tey ungu og eldru í
Havn, sum svumu á sjónum
alt árið. Djarvur hevur hann
verið, tí einaferð kavaði
hann frá krosstrænum á
einum skipi; hæddin var
uml. 10 m. Í Leirvík leyp
hann á bláman og svam út á
flesina, hóast sera streymhart
var har. Henda flesin er ikki
til longur, hon er farin undir
ferjuleguna.
Ein hending hevur sett
seg sera fast í minnið á
pápa. Meðan hann sum ung
ur var við “Morning Star”,
vórðu pápi og ein annar av
skipinum, Martin Hansen
úr Leynum, illa sjúkir av
meslingum.
Teir
vórðu
sigldir til Reykjavíkar og
innlagdir á Farsóttarhúsið.
Tað er ikki sum at siga tað,
at liggja so sjúkur í fremm
andum landi á so ungum
aldri. Ein uggi í neyðini var
tó, at har lá ein ungur
íslendingur, ið átti ein
grammofonspælara,
sum
hann javnan spældi á. Tað
var serliga ein sangur, sum
pápi varð so hugtikin av.
Hetta var sangurin “Til eru
fræ” eftir Dáviði Stefans
syni, sum ein íslendsk
kvinna sang, og helt hann
eisini lagið vera so eina
standandi gott. Hóast hann
ikki hevur hoyrt henda sang
í eini sjeyti ár, hevur hann
minst til lagið. Tá hann so
fyri fáum árum síðani
hoyrdi
Hauk
Mortens
syngja henda sang í útvarp
inum, fór hann at royna at
útvega sær tann upprunaliga
sangin úr Íslandi. Tað eydn
ast honum tó ikki, men
Útvarp
Føroya
var
so
beinasamt at lata honum
eitt eintak av sanginum við
Hauki Mortens, og tað er
hann sera takksamur fyri.
Ættargransking
hevur
hansara stóra áhuga og
hevur hann lagt stórt arbeiði
í at tosa við eldri fólk,
skriva kirkjubøkur av og
samla ymiskt tilfar. Hann
hevur eitt ótrúliga gott
minni, og hevur hann eina
sera stóra vitan frá eldri tíð
um. Hann hevur skrivað
bókina
“Kongsfestini
á
Strondum” Ætlanin var at
skrivað eina aftrat. Nakað
er skrivað, men av tí, at eyg
uni fóru at bila og støðugt
hava verið versnandi, hevur
hann tíverri verið noyddur
at gevast við hesum. Eisini
er hoyrnin illa farin.
Pápi er ikki ein, sum bara
setir seg fyri vell. Hóast
sjónveikur og deyvur, ger
hann sær hvønn dag eitt
ørindi oman í býin fyri at
halda seg í gongd. So seint
sum í fjør summar fór hann
til Danmarkar í konfirma
tión hjá eini abbadóttir.
Hetta gevur eina góða
mynd av hansara áræði, og
vísir eisini, at hann er góður
við familjuna.
Pápi hevur12 abbabørn á
lívi og langabbabørnini eru
13 í tali. Hann er sera barn
góður og er púra býttur av
teimum heilt smáu børnun
um. Tey yngstu langabba
børnini eru bara hálvt ára
gomul, og hann vísir teim
um sama serliga ans, sum
hann hevur víst hinum børn
unum. Tað veri seg abba
børn og langabbabørn.
Góði pápi. Vit ynskja tær
hjartaliga tillukku við degn
um við bestu ynskjum um
framtíðina.
Nicodemus heldur føðing
ardagin saman við børn
unum
Børnini
Nicodemus Rasmussen 90 ár
Tøkk
Vit takka hjartaliga fyri sýnda samkenslu, tá góði
pápi, verpápi, abbi og langabbi okkara
Poul Anker Hansen
Tórshavn
andaðist og fór til gravar.
Tøkk til tykkum øll í Evangeliuhúsinum fyri ta hjálp,
tit sýndu tá vit komu heim úr Íslandi og tøkk fyri
troystarrík orð.
Tøkk til tykkum, sum hjálptu til við ervinum.
Tøkk fyri blómur og kransar og tøkk til øll tykkum,
sum fylgdu honum til hansara seinasta hvíldarstað
her á fold.
Familjunnar vegna
Ása, Kirsten, John Ove, Marin, Margit,
Ann og Randi
Dagurin
19. januar. Pontianus. Úr Spoleto í Italia. Doyði umleið
ár 160 fyri trúgv sína. Gamli Knútur hertogi er eftir
julianska kalendaranum sami sum nevndur er 7. januar.
Kyndilsmessuknútur sipar til gamlar danskar veðurspá
dómar á hesum degi. Í Føroyum varð sagt: Sum veðrið
er kyndilsmessuknút skal tað vera kyndilsmessu út.
20. januar. Brøðramessa. Hildin til minnis um teir
báðar Fabianus og Sebastianus. Teir eru ikki brøður,
men vórðu fyri trúar sakir tiknir av døgum sama dag í
árinum, Fabanus, sum var pávi, umleið ár 250, og
Sebastianus – kristin hermaður – umleið ár 288. Tað
sigst, at teir báðir eru jarðaðir undir tí núverandi kirkjuni
San Sebastian í Róm. Fabianus er rómverskt ættarnavn.
Sebastianus er upprunaliga grikst navn, ið merkir
heiðurverdur
21. januar. Agnes, deyð umleið ár 300. Halgisøgan um
Sanktu Agnes er ein av teimum elstu frásøgnunum um
blóðvitni í fornkirkjuni. Hon vildi giftast heidnum
fríggjara og varð tikin av døgum. Grikst navn ið merkir:
hin óspilta.
Føðingar
25. desember 2007 fingu Inga Maria V. og Júst Svínoy
eina dóttur. Hon vigaði 3850 gr. og var 54 cm long.
27. desember fingu Tordis og Eyðstein Lyngvej, Froðba,
eina dóttur. Hon var 54 cm. long og vigaði 3750 gr.
28. desember fingu Diana Nilssen og Símun Samuelsen,
Lopra, ein son. Hann var 55 cm. langur og vigaði 3670 gr.
4. januar fingu Gurið Samuelsen og Símun Pauli Dam,
Haldórsvík, ein son. Hann var 54 cm. langur og vigaði
3300 gr.
10. januar fingu Unnur Didriksen og Rógvi Lassen, Klaks
vík, eina dóttur. Hon var 50 cm. long og vigaði 3500 gr.
10. januar fingu Hansa og Tummas Símin Høj, Saltangará,
ein son. Hann var 53 cm. langur og vigaði 3450 gr.
12. januar fingu Jóna Larsen og Kristian Kristiansen,
Oyrabakki, eina dóttur. Hon var 54 cm. long og vigaði
3550 gr.
13. januar fingu Ásbjørg Reinert Petersen og Ólavur
Olsen, Kollafjørður, ein son. Hann var 52 cm. langur og
vigaði 3450 gr.
13. januar fingu Jeaneth og Ernst Løkjá, Odense, ein son.
Hann var 53 cm. langur og vigaði 3150 gr.
14. januar fingu Borgarhjørt Holm og Carsten Lund, Ribe,
tvíburar. Eina gentu, sum vigaði 2430 g og 44 cm long.
Ein drong, sum vigaði 2700 g og 46 cm langur.
15. januar fingu Lív Reinert Kjeld og Emil Gert Nielsen,
Tórshavn, eina dóttur. Hon var 54 cm. long og vigaði 3500
gr.
15. januar fingu Lý og Bogi Niclasen, Hoyvík, ein son.
Hann var 49 cm. langur og vigaði 3150 gr.
Brúdleyp
Leygardagin 19. januar giftast Magni Blástein og Ena
Samuelsen. Vígslan verður kl. 11 í Vestmanna kirkju. Opið
hús verður í bygdarhúsinum í Kollafirði frá kl. 1318. Øll
eru hjartaliga vælkomin.
90 ár
Týsdagin 22. januar fyllir Nicodemus Rasmussen,
fyrrverandi stjóri á Gjaldstovuni, 90 ár. Hann er ikki
heima føðingardagin, sum verður hildin saman við
børnunum.