Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-01-18, síða 25
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 18. januar 2008síða 25

‹ fyrra síða allar 112 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

25 tíðindi Nr. 13 - 18. januar 2008 Í barnaeygum er alt nýtt. Tí eru tað serliga hesar barnasjónir, listamaðurin Bárður Jákupsson, leitar fram á framsýning, ið letur upp í Listahøllini í dag Listaframsýning Anna V. Ellingsgaard anna@sosialurin.fo Myndir: Jens K. Vang 36 oljumálningar og 17 vatnlitsmyndir eru í løtuni við at umskapa hvítu veggirnir í Listahøllini á Skipasmiðjuni til eitt satt sansaálop av litum og skapum. Orkumiklu mynd­ irnar eru um at spreingjast av einum forvitni, ið ger tað trupult at ímynda sær, at listamaðurin er farin væl um tey seksti ­ um aldur also kann sigast at hava nakran týdning fyri list. ­ Jú, tað er rætt, at sum vaksin gerst tú so vanur við tað, tú sært, at tú ofta ikki sært tað longur. Kanska er tað tí, eg í listini eri farin at leita aftur til sjónirnar frá barndóminum, tá alt enn var nýtt, sigur Bárður Jákupsson, ið heldur, at sterku inntrykkini frá barndóminum ofta gerast enn sterkari, tá tú tekur tey fram aftur sum vaksin. Ikki aftur á staðið Gjøgnumgangandi temaið á nýggju framsýningini hjá Bárði Jákupsson er upp­ livingar í føroysku náttúruni sæð við barnaeygum. Hóast kenslan av at vera tikin av fótum av tí stórsligna ofta gongur aftur, hevur lista­ maðurin ikki fyri neyðini at venda aftur til staðið fyri at enduruppliva løtuna. ­ Nei, eg verði heldur órógvaður av tí ítøkiliga myndevninum. Sjálvt um eg ikki heilt havi slept tí, er tað ikki myndevnið, sum hevur týdning. Eg royni heldur at leita inn í sjálvan strukturin í náttúruni, inn í lendið, sum kann vera grýt­ ut, vallað, bratt o.s.fr, sigur Bárður og ásannar, at hann er liðugur at mála natura­ listiskar málningar. ­ Har havi eg verið. Tá tú dugir nakað, er tíð at fara víðari, finna sítt egna, heldur enn at tøssa víðari í sama spori. Eg kann bara tosa fyri meg sjálvan, men fyri meg eru málningar, ið halda seg innan fyri eitt ítakandi mark, í vanda fyri at lata seg aftur, heldur Bárður Jákupsson. Stóri samanhangurin Júst hvat hansara ”egna” er, er ilt at seta orð á, sum tað altíð er við list, heldur Bárður Jákupsson. Men gjøgnum eitt heilt lív hava hópað seg upp óteljandi myndabrot av einum stór­ fingnum samanhangi, hann bæði kennir seg sum part av og vil geva sítt íkast til. ­ Ítøkiliga umfatar hesin samanhangur mínar og okkara forferdrar, sum góvu sær far um náttúruna, søgdu søgur um hana og bóru hana víðari. Við røtum í hesum mytiska samanhangi, eru mínar myndir eitt slag av brotmyndum, sum so við og við kanska kunnu flætta saman tað heilt fínu náttúruupplivingina, sigur Bárður. Ein máti at lýsa listina hjá Bárði er at samanlíkna hana við tónleik, sum ummælarar ofta hava gjørt. Tá tú hyggur at hansara myndum koma hugtøk sum rútma, klanglitir ella kór við nógvum røddum ofta til hugs. Men hóast hugtøk frá tón­ leikinum kunnu hjálpa at lýsa listina, røkkur tað ong­ antíð heilt, heldur Bárður. ­ Tað ber jú illa til at seta orð á, júst hví ein tóni fellir væl oyra, ella hví ein rødd riggar væl. Tað kann í besta føri geva eina ábending. Restin má verða upp til kensluna hjá honum, sum upplivir tonleikastykkið ella myndina, hugleiðir Bárður. Friðleysa listin Hóast Bárður ongantíð vendir aftur til staðið, ásannar hann, at tað ikki hevði borið til at mála hálvabstraktu myndirnar, ið eyðkenna framsýningina, uttan at hava eygleitt landslagið. ­ Tað gevur onga meining at abstrahera, um onki liggur aftanfyri. Tá endar tað bara við eftirlíkningum av abstraktiónum hjá øðrum, og tað síggja vit tíverri alt ov nógv av í Føroyum, sigur Bárður, sum mælir teimum ungu myndlistafólkunum til at fara út at eygleiða náttúruna fyrst. ­ Tað finnast heilt avgjørt nógv sera dugnalig ung listafólk í Føroyum, men vilja tey verða tikin í álvara, mugu tey fyrst taka listina í álvara. Tað var ein tíð, har list var so nýggj í Føroyum, at alt varð hildið at vera gott og skuldi lívgast. Soleiðis er tað ikki longur. Vilt tú verða tikin í álvara sum listafólk, mást tú finna teg í at standa fyri skotum, sigur Bárður, sum heldur tað vera í lagi, at listin so at siga er friðleys. ­ List er at bjóða áskoð­ ararnum eina uppliving, hann sjálvur skal sleppa fylla út. Tað er ein av orsøk­ unum til, at mínar myndir ikki hava nakað heiti. Um eg kalli eina mynd ”Brekka” fer áskoðarin at leita eftir brekkuni, heldur enn bara at uppliva myndina, og tað er synd, heldur Bárður. Bárður sær við barnaeygum Sum vaksin gerst tú so vanur við tað, tú sært, at tú ikki sært tað longur, hugleiðir Bárður Jákupsson, sum tí leitar aftur til sínar barnasjónir í síni list Framsýningin ”Lendið” hjá Bárði Jákupsson í Listahøllini á Skipasmiðjuni er at síggja í tíðarskeiðnum frá 18. januar til 10. februar. Heitið ”Lendið” sipar til sjálvan strukturin í føroysku náttúrini – lendið, ið kann vera bæði grótut, vátt, vallað, bratt o.s.fr. Flestu myndirnar á framsýningini eru gjørdar í fjør og í ár. Í skránni fyri framsýningina hugleiðir Bárður Jákupsson millum annað um, hvussu upplivingar í barndóminum saman við pápanum í hava givið listarliga íblástur ”Lendið” Vædderen á venjingarlegu Seinastu dagarnar hevur sjóverjuskipið Vædderen havt venjingar saman við íslendsku sjóverjuni sambært einari nýggjari avtalu millum stjórnirnar báðar. Í síðstu viku vóru tveir íslendskir yvirmenn við Vædderen og kunnaðu seg um útgerðina hjá skipinum, og hvussu mannagongdin er, tá onnur skip skulu hava hjálp, ella um eldur er í einum skipi. Fyrradagin var so ein felags venjing við Vædderen og íslendska sjóverjuaskipinum Týr. Deyða omman á feriu Ein familja frá amerikanska statinum Wyoming koyrdi í minsta lagi 1.500 km við deyðu ommuni í campingvogninum. Tað skrivar BT. Í Oregon vórðu tey steðgað, og har kom fyri ein dag, at omman var deyð. Mett verður, at hon doyði áðrenn tey yvirhøvur vóru komin út úr heimstatinum. Pápin greiddi frá, at hann hevði lovað síni sjúku mammu, at hon einaferð afturat skuldi hitta familju sína í Oregon. Men tann dreymurin gekk altso ikki út. Nú skal omman jarðast heima í Wyoming. Løgreglan hevur gjørt av ikki at rættarsøkja familjuna.