fríggjadagur 18. januar 2008síða 26
‹ fyrra síða allar 112 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
26 tíðindi
Nr. 13 - 18. januar 2008
- Tað er einki ratio-
nelt argument
fyri at banna velj-
arakanningum í
døgunum undan
einum vali. Ein velj-
arakanning er ein
støðumynd av tí
politiska landslag-
num, og tað ber til
at síggja eina ávísa
gongd í valstríðnum
við at kanna veljara-
kanningarnar, sum
verða gjørdar ígjøg-
num valstríðið. Tað
er eingin orsøk til
at dylja hesar støðu-
myndir fyri veljara-
num, heldur Regin
Reinert, hagfrøðingur
Veljarakanningar
Stefan í Skorini
stefan@sosialurin.fo
Í Frankaríki hava myndug
leikarnir gjørt av, at tað er
ikki loyvi at almannakunn
gera veljarakanningar 24
tímar, áðrenn valhølini lata
upp. Hendan lógin kom í
gildi í 2002, men frá 1977
var tað ólógligt at kunngera
veljarakanningar eina viku
undan valinum í Fraklandi.
Grundgevingin fyri hes
um banni er at forða fyri, at
kanningarnar ávirka veljar
an, tá hann skal seta sín
kross. Røddir hava eisini
verið frammi í Føroyum um
at banna veljarakanningum
í døgunum undan valinum.
Regin Reinert, hagfrøð
ingur, dugir tó ikki at síggja
nakra haldgóða grundgev
ing fyri at banna slíkum
kanningum.
Eg dugi ikki at síggja
nakra rationella grundgev
ing fyri at banna veljara
kanningum, tí tað eru eingi
eintýdd prógv fyri, at ella
hvussu
veljarakanningar
ávirka veljaran. Vit skulu
hava í huga, at ein veljara
kanning fyrst og fremst er
ein støðumynd, og hon kann
geva veljaranum, um hann
hevur hug at atkvøða takt
iskt, møguleika at vita hvar
hann stendur, tá hann fer á
val, sigur Regin Reinert,
sum ikki dugir at síggja tru
pulleikan í tí, at ein veljari
hevur fleiri informatiónir at
fyrihalda seg til, tá hann
setur tann endaliga krossin.
Ávirkan báðar vegir
Men hvussu kann ein velj
arakanning ávirka veljar
an?
Man kann ímynda sær,
at veljarakanningar ávirka
valúrslitið, av tí at veljarar
velja taktiskt, tá teir vita,
hvussu úrslitið sær út. Um
ein flokkur ikki klárar
sperrumarkið,
kann
tað
hugsast, at veljarin kemur
við sympatiatkvøðum fyri
at bjarga einum flokki. Hin
vegin kann tað hugsast, at
um ein flokkur stendur seg
væl í veljarakanningum, vil
ja veljarar vera við á vinn
araliðnum, soleiðis at ein
flokkur fer at klára seg enn
betri, enn frammanundan
spátt, sigur Regin Reinert,
sum ger greitt, at eingi enda
lig prógv eru fyri, hvussu
ein veljarakanning kann
ávirka veljaraskaran.
Hann vísir á, at kanningar
hava verið gjørdar av hesum
fyribrigdinum í Danmark,
har veljarar verða spurdir
um teir lata seg ávirka av
veljarakanningum,
men
sera fáir veljarar vilja vera
við, at teir lata seg ávirka av
veljarakanningum. Hann er
tó greiður yvir, at fólk sjáld
an vilja viðurkenna, at tey
lata seg ávirka av slíkum
kanningum.
Eitt klassiskt dømi, sum
ofta verður tikið fram, er
valið í Bretlandi í 1992.
Labour stóð til at vinna stór
sigur við Neil Kinnock (ver
faðir Helle ThorningSch
midt) á odda, men tá avtor
naði fór John Major púra
óvæntað avstað við sigri
num.
Regin Reinert vísir á, at í
Onglandi hevur tað ofta ver
ið so, at tann flokkurin, sum
stóð seg best í veljarakann
ingum, endaði við at fáa
færri atkvøður, enn veljara
kanningarnar spáddu.
Ójavnar kanningar
Uppundir hetta valið hava
kanningarnar
víst
sera
ójøvn úrslit fyri ávísar flokk
ar, og t.d. hevur fingið mill
um seks og níggju tinglimir
í teimum fýra kanningunum.
Spurningurin er, hvussu tað
kann vera, at kanningarnar
svinga so nógv.
Ein veljarakanning er
ikki eitt úrslit í sær sjálvum.
Tað er ein kanning, har man
hevur spurt tilvildarlig fólk,
og tað kann sjálvandi vera
ymiskt, hvørjum man fær
fatur í frá einari kanning til
eina aðra, sigur Regin Rein
ert.
Hann vísir á, at allar kann
ingar hava eina ávísa hag
frøðiliga óvissu. Typiskt er
óvissan pluss ella minus
tvey prosent.
Allar kanningar í Føroy
um hava víst, at Miðflokkur
in og Sjálvstýrisflokkurin
fara at hava hampuliga stóra
framgongd, og tí er lítið at
taka seg aftur í, at hesir báð
ir flokkar fara at taka seg
fram á valinum í morgin,
sigur Regin Reinert.
Úrslitið hjá Tjóðveldi
hevur hinvegin verið eitt
sindur upp og niður í velj
arakanningunum hesuferð,
og tað kann vera tann stat
istiska óvissan, sum ger seg
galdandi. Um ein kanning
rakar tvey prosent lægri, og
ein onnur rakar tvey prosent
hægri, enn hon skuldi, so
gevur tað fýra prosent til
samans. Tað er rættiliga
ósannlíkt, at man rakar fýra
prosent við síðuna av í
tveimum kanningum, sum
eru gjørdar um somu tíð.
Harafturat kemur tann
sannroynd, at ein veljara
kanning er ein støðumynd,
sum kann broytast í valstríð
num. Seinasta val sóu vit, at
Sambandsflokkurin
stóð
seg ómetaliga væl í veljara
kanningum undan valinum,
men hann hevði síðani eina
javna afturgongd uppundir
valdagin, og har var eingin
ivi um, at nakrir veljarar
rýmdu frá Sambandsflokki
num í teimum síðstu døgun
um undan valinum, sigur
Regin Reinert.
Regin Reinert vísir at
enda á, at hann ikki dugir at
síggja trupulleikan við at
almannakunngera veljara
kanningar í vikuni undan
valinum.
Latið okkum ímynda
okkum at veljarakanningar
eru við til at ávirka veljaran,
tá ið hann fer á val. Er tað
so ein trupulleiki? Veljara
kanningar eru bert eitt av
óteljandi inntrykkum, sum
veljarin fær undir einum val
stríði. Veljarakanningar fáa
veljaran til at hugsa um, hví
nakrir flokkar klára seg væl
og aðrir klára seg illa og eru
harvið við til at fáa veljarar
til at seta seg meira inn í
politikkin í valstríðnum, sig
ur Regin Reinert um kjakið
at banna veljarakanningum
Regin Reinert, hagfrøðingur:
Veljarakanningar geva eina góða støðumynd
Í alt 5 veljarakanningar blivu gjørdar undan valinum (talva 1).
Dato
161203
150104
180104
110104
150104
200104
Stovnur
Gallup
Gallup
Gallup
Fynd
Fynd
Val
Tal av interviewum
510
535
532
2 800
1050
Fólkaflokkurin
21,1 (+0,5)
21,9 (+1,3)
20,8 (+0,2)
19,8 (0,8)
19,3 (1,3)
20,6
Sambandsflokkurin
29,7 (+6,0)
27,2 (+3,5)
26,1 (+2,4)
28,5 (+4,8)
29,0 (+5,3)
23,7
Javnaðarflokkurin
20,6 (1,2)
20,8 (1,0)
22,3 (+0,5)
22,1 (+0,3)
21,5 (0,3)
21,8
Sjálvstýrisflokkurin
4,3 (0,3)
3,5 (1,1)
3,2 (1,4)
3,9 (0,7)
4,1 (0,5)
4,6
Tjóðveldisflokkurin
19,4 (2,3)
20,2 (1,5)
22,1 (+0,4)
19,4 (2,3)
20,6 (1,1)
21,7
Miðflokkurin
4,9 (0,3)
4,9 (0,3)
4,3 (0,9)
4,1 (1,1)
4,4 (0,8)
5,2
Hin Stuttligi Flokkurin
1,5 (0,8)
1,2 (1,1)
2,1 (0,2)
1,1 (1,2)
2,3
Frávik í alt
12,9
9,5
6,9
10,2
10,5
Talva 1. Veljarakanningar undan løgtingsvalinum 20/1-2004. Frávikið í mun til endaliga úrslitið stendur í klombrum. Síðsta
reglan vísir frávik í alt. Kanningin ið rakti nærmast við endaliga úrslitið er kanningin, sum Gallup og Útvarpið kunngjørdu
tveir dagar undan valinum. Hendan talvan varð prentað í Fregnum eftir valið í 2004.
Regin Reinert, hagfrøðingur,
fer at fylgja við valinum fyri
Rás 2 og Sosialin, og hann fer
at gera prognosur – bæði uppá
flokkar og persónar
Mynd: Álvur Haraldsen
Skal geva yvirskot
Íslendska felagið Baugur Group seldi í gjár meirilutan í
donsku Nyhedsavisen, soleiðis at Morten Lund nú eigur
51 prosent av Dagsbrun Media, sum gevur blaðið út.
Baugur Group er framvegis minnilutaeigari. Berlingske
Tidende skrivar, at nýggi eigarin ætlar at økja lesaratalið
úr 540.000 í 800.000 og at tvífalda inntøkurnar av
lýsingum. Í fjør hevði Nyhedsavisen 420 mió. krónur í
halli, men ætlanin er at venda tí til yvirskot longu í heyst.
Valskelti niðurtikin
Vegadeildin hjá Tórshavnar Býráð hevur tikið fleiri plakatir niður,
sum vóru til ampa fyri ferðslutrygdina. Talan var um plakatir, sum
krógvaðu ferðsluskilti, serliga í rundkoyringum, men eisini í
miðrabattini við SMS. Vakthavandi á politistøðini sigur, at talan bert
var um smávegis trupulleikar, har plakatir tóku útsýnið frá
ferðsluskiltum, og at hetta vóru plakatir frá øllum flokkum. Av
vegadeildini hjá Tórshavnar kommunu vátta tey, at tey – eftir áheitan
frá løgregluni – hava tikið fleiri plakatir niður, og at tey ikki av
sínum eintingum ganga runt og kanna, um plakatir eru til ampa fyri
ferðsluna. Men tá tey fáa áheitan frá løgregluni, taka tey plakatir
niður.