fríggjadagur 18. januar 2008síða 29
‹ fyrra síða allar 112 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 13 - 18. januar 2008
29
Tórshavnar kommuna
Skrivstovufólk
Tórshavnar kommuna søkir eftir dugnaligum og ágrýtnum starvsfólki
til stjórnarskrivstovuna.
Starvið
Stjórnarskrivstovan, ið húsast í Ráðhúsinum á Vaglinum, er eitt toymi
við 4 skrivstovufólkum, ið taka sær av uppgávum sum borgarstjóri
og aðrir stjórar varða av, t.d. fundarskráum, fundarfrásagnum,
tænastuferðum til starvsfólk, móttøkum og øðrum ad. hoc. uppgávum.
Sum partur av toyminum er neyðugt, at tú ert ábyrgdarfull/ur,
smidligur og dugir væl at samstarva.
Høvuðsábyrgdarøkið hjá tær verður at avgreiða viðskiftafólk, ið venda
sær til stjórnarskrivstovuna, persónliga ella gjøgnum telefon,
fundarfrásagnir, tænastuferðir til starvsfólkini, samstarv við
vinarbýir o.a.
Av tí at stjórnarskrivstovan hevur samskifti við útlandið, er neyðugt,
at tú dugir væl at samskifta á norðurlendskum og enskum.
Førleikakrøv
Neyðugt er at hava skrivstovuútbúgving ella líknandi útbúgving.
Setanarviðurskifti
Starvið verður lønt sambært sáttmálanum millum Starvsmanna-
felagið og Kommunala Arbeiðsgevarafelag Føroya í 3. lønarflokki,
treytað av at tú hevur nøktandi útbúgving og royndir.
Meiri fæst at vita
um starvið við at venda sær til Jens Marius Poulsen, kommunustjóra,
ella Bjørgfríð Ludvig, miðfyrisitingarstjóra, telefon 30 20 10.
Umsókn
saman við avritum av viðmælum, útbúgvingarprógvi og upplýsingar
um royndir skal vera Tórshavnar kommunu, postsmoga 32, 110
Tórshavn, í hendi í seinasta lagi mánadagin 4. februar 2007.
Merkið brævbjálvan »Skrivstovufólk til Stjórnarskrivstovuna«.