fríggjadagur 18. januar 2008síða 34
‹ fyrra síða allar 112 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
34
Nr. 13 - 18. januar 2008
Leys størv á
Lendisdeildini
Hegning og stoyping
Søkt verður eftir fólki til at seta úthegn, ymiskt timburarbeiði og smærri stoypiuppgávur. Arbeitt
verður í einum liði uppá tvey fólk, har tú verður annar. Støðin er á Hjalla.
Førleikakrøv
Útbúgving innan smíð er ynskilig. Koyrikort í flokki B er ein fyrimunur.
Setanarviðurskifti
Starvið er tímalønt fulltíðarstarv. Lønin er sambært sáttmálanum millum Havnar
Arbeiðsmannafelag ella Havnar Handverkarafelag og Kommunala Arbeiðsgevarafelag Føroya.
Meira fæst at vita
um størvini við at venda sær til Jógvan Olsen, gartnara, á telefon 30 20 10 ella 27 36 80.
Umsókn
saman við viðmælum, avriti av prógvum o.t. og upplýsing um royndir, skal vera Tórshavnar
kommunu, Postboks 32, FO-110 Tórshavn, í hendi í seinasta lagi mánadagin 11. februar 2008.
Starvsfólk til kirkjugarðin
Søkt verður eftir einum fólki til alt fyrifallandi arbeiði í kirkjugarðinum við Velbastavegin. Partur av
arbeiðinum er grevstur við maskinu. Upplæring kann gevast.
Aðrar uppgávur eru, millum annað, røkt av gøtum og upprætting av gravsteinum. Grasslátturin
hevur vanliga verið boðin út til privatan veitara.
Arbeitt verður í dagligum samstarvi við hini starvsfólkini í kirkjugarðinum. Roknast má við
úrtíðararbeiði um vikuskiftið.
Førleikakrøv
Koyrikort í flokki B ella traktor/motoramboð. Útbúgving innan smíð ella jarðarbrúk er viðkomandi,
men ikki eitt krav.
Formaður
Søkt verður eftir formanni til eitt lið av arbeiðsmonnum. Uppgávuslagið er slíkt, sum verður gjørt
við hond. Umsøkjarin má hava hug at hava við fólk at gera og at arbeiða úti. Støðin er á Frúutrøð í
Eysturbýnum. Koyrikort í flokki B.
Setanarviðurskifti
Starvið er tímalønt fulltíðarstarv. Lønin er sambært sáttmála við avvarðandi yrkisfelag. Formans-
viðbót verður latin.
Gartnari
Søkt verður eftir fólki til gartnaraarbeiði. Umsøkjari skal hava útbúgving innan gartnarí ella
skógarbrúk ella kunna vísa á kunnleika innan urtagarðsarbeiði.
Uppgávur eru innan øll grøn øki, ið kommunan varðar av, men arbeiðsøkið kann tillagast áhuganum
hjá umsøkjaranum.
Arbeiðið er sjálvstøðugt og verður skipað í dagligum samstarvi við onnur starvsfólk í gartnara-
liðinum. Støðin er á Frúutrøð í Eysturbýnum.
Førleikakrøv
Útbúgving ella kunnleiki innan gartnarí ella skógarbrúk. Koyrikort í flokki B er ynskiligt, men ikki
eitt krav.
Setanarviðurskifti
Starvið er tímalønt fulltíðarstarv. Lønin er sambært sáttmálanum millum Havnar Handverkarafelag
ella Havnar Arbeiðsmannafelag og Kommunala Arbeiðsgevarafelag Føroya. Byrjanardagurin verður
avtalaður.
Gravari
Søkt verður eftir gravara til kirkjugarðarnar við Velbastaðvegin, Kirkjubø og Kaldbak. Gravarin er
leiðari á kirkjugørðunum. Á gørðunum starvast umframt gravaran 3 fólk fulla tíð.
Gravarastarvið fevnir um alt arbeiðið, sum er á kirkjugørðunum, fyrst og fremst jarðarferðir og
samskifti við tey avvarðandi, umframt leiðslu av øllum arbeiðum, viðlíkahaldi og røkt, og hevur
ábyrgd av, at tímaseðlar, og jarðarferðarbøkur verða skrivað.
Førleikakrøv
Førleikakrøv, royndir í arbeiðsleiðslu, duga væl føroyskt í skrift og talu, kunnleika til teldu, og at hava
góðan ans fyri tí serliga starvi, talan er um.
Fyrimunur er at hava áhuga og skil fyri røkt og viðlíkahaldi av grønum økjum, træ- og runnavøkstri v.m.
Skal kunna átaka sær seruppgávur, sum leiðslan áleggur í mun til førleika, undir hesum vera við til at
fremja talgildingarskráseting av kirkjugørðunum, og telefonvaktarskipan.
Arbeiðstíðin
Arbeiðstíðin er frá kl. 8 - 16, roknast kann við yvirtíðararbeiði.
Útbúgving og royndir
Hóskandi úbúgving við atliti at lendisarbeiði, anleggsarbeiði, t.d. handverkarar, arbeiðsplássleiðarar frá
jørð og beton, gartnarar við arbeiðsleiðslu og entreprenørar.
Setanarviðurskifti
Starvið er mánaðarlønt fulltíðarstarv í 4. lønarflokki sambært sáttmálanum millum Starvsmanna-
felagið og Kommunala Arbeiðsgervarafelag Føroya. Í lønina er roknað samsýning fyri afturvendandi
yvirarbeiði og skeiva arbeiðstíð. Byrjast kann í starvinum beinanvegin.
Tórshavnar kommuna
Lesið meira um størvini
á www.torshavn.fo