Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-01-18, síða 35
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 18. januar 2008síða 35

‹ fyrra síða allar 112 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

35 tíðindi Nr. 13 - 18. januar 2008 Politikarar úr øllum flokkum hava nú lovað suðuroyingum at arbeiða víðari við ætlanini at gera eina menningarætlan fyri Suðuroy. Arbeitt hevur verið við hesi ætlan í eini tvey ár, men tað, sum hevur verið høvuðs­ trupulleikin nú í langa tíð, er nú rudd­ að av vegnum Vakstrarætlan Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Nú er enn einaferð ætlanin at seta ferð á arbeiðið at gera eina vakstraravtalu fyri Suðuroynna. Í hesum sambandi kallaði Granskingardepilin fyri Økismenning, umboð fyri kommunurnar, peninga­ stovnar, landsstýrismenn, løgtingslimir og valevni til løgtingið, á kunnandi fund í Porkeri týsdagin. Á hesum fundinum var endamálið at fáa greið boð frá politikarunum um teir vóru sinnaðir at fáa eina vakstraravtalu í lag og at fáa ein Suðuroyargrunn á føtur, sum skal fíggja nýggj­ ar verkætlanir í Suðuroy. Tað, sum liggur í eini vakstraravtalu, er, at tað skal gerast ein beinleiðis avtala ímillum landið, kommunurnar, vinnulív og onnur áhugað, um at seta ítøkilig vinnuátøk í verk soleiðis at allir partar frammanundan binda seg at vera við. Kanningar skulu so vísa, hvørjar vinnugreinar, tað skal leggjast dent á at menna. Neyðugt við 50 milliónum Men áðrenn nøkur slík avtala skal gerast, er neyð­ ugt við einum grunni, so at trygd fæst fyri fíggingini til tær verkætlanir, sum skulu setast ígongd. Mett verður, at ein grunnur upp á 50 milliónir er hóskandi. Av teimum hava kommunurnar bundið seg til at betala 10 milliónir tey næstu fimm árini, men í fleiri mánaðir hevur verið bíðað eftir eini tilsøgn frá landspolitisku myndugleik­ unum um, at teir vóru sinn­ aðir at játtað 40 milliónir. Men tann tilsøgnin er ongantíð komin. Ein høv­ uðsforkláring hevur verið, at landspolitikararnir vitstu ikki, hvat ein slíkur grunnur skal brúkast til og teir vildu ikki játta pengarnar, fyrrenn teir fingu trygd fyri, at pengarnir verða brúktir til rætta endamálið. Men hendan forðingin er nú ruddað av vegnum, tí stigtakararnir hava gjørt eitt reiðiliga fullfíggjað uppskot til viðtøkur fyri ein slíkan grunn. Sostatt hava suðuroyingar nú tikið politikararnar upp á orðið og givið teimum tað, teir hava biðið um. Tað vóru nógvir politikar­ ar úr flest øllum flokkum til staðar á fundinum og teir góvu allir tilsøgn um at teir vóru sinnaðir at fáa grunnin á føtur og at fáa eina vakstr­ aravtalu á føtur. Suðuroyingar hava sett sær sum mál, at vakstrar­ avtalan fyri Suðuroy skal ganga frá 2008 til 2012. Ikki bara Suðuroy Á fundinum vístu umboðini fyri granskingardepilin, Jógvan Mørkøre og Dennis Holm, á tað óhepnu gongd, sum hevur verið í Suðuroy í fleiri mannaminni, har fólka­ talið støðugt er minkað. Samstundis verða suður­ oyingar eldri og eldri í mið­ al og eitt stórt undirskot av kvinnum í burðarførum aldri ger, at lutfalsliga fá børn verða fødd. Hetta merkir, at hendir onki, fer fólkatalið í Suð­ uroy at minka støðugt og fyrr ella seinni kemur tað so langt, at tað er ov seint at venda gongdini. Men teir førdu eisini fram, at støðan í Suðuroy er bara ein staðfesting av teirri støðu, sum allar Føroyar vera í um eini 10 ár. Tí kann eitt bjargingar­ tiltak fyri Suðuroy brúkast sum fyrimynd fyri einum bjargingartiltaki fyri allar Føroyar seinni, har vit kunnu læra av teimum royndum, vit gera við vakstr­ aravtaluni fyri Suðuroy. Bygnaðarligur trupulleiki Og støðan er tann, at vit hava ein vinnuligan bygnað­ arligan trupulleika, vinnulív­ ið ikki svarar til tey útbúgv­ ingartilboð, sum eru. ­ Samstundis vilja øll hava eina útbúgving, men tá ið tey hava fingið hana, hava tey ongan møguleika at brúka hana í Suðuroy, tí her eru ongi størv til fólk við útbúgving. Teir føra fram, at tískil verður tann stóra avbjóðing­ in at broyta vinnuliga bygnað­ in so at vit fáa nýggjar vinnur í økinum, sum krevja fólk við útbúgving og ikki minst er tørvur á fáa størv, so at vit fáa fleiri konufólk til Suður­ oyar at liva og virka. Kent aðrastaðni At gera vakstraravtalur er ikki ókendur arbeiðsháttur aðrastaðni. Kendasta dømi er kanska Oulu í Finnlandi, har gjørdi eina vakstrarav­ talu á sinni og kendasta úrslitið av tí er Nokia –og so er helst óneyðugt at siga meir. Hesin arbeiðsháttur er so vælumtóktur í Oulu, at nú hava tey eina nýggja vakstr­ aravtalu, sum skal gera Oulu til fremsta nýskapandi miðdepil í Evropa. Eisini á Eyðafirði í Íslandi hava tey havt góðar royndir av eini slíkari vakstr­ aravtalu og har løgdu tey dent á útbúgving og gransk­ ing, ferðavinnu, heilsuar­ beiði og matframleiðslu. Suðuroyingar taka politikarar upp á orðið Hesi sita undir hvørjum orði. Frá vinstru eru tað Viberg Sørensen, formaður í Reiðarafelagnum, Róin Schrøter úr Eik, Bent Albinus úr Føroya Banka og Anna Djurhuus, bygdaráðslimur úr Porkeri Hesir vóru eisini til staðar. Frá vinstru eru tað Alex Vilhelm, handilsmaður í Vági, Sigmund Andreasen, valevni fyri Miðflokkin, Gudmund Mortensen, vinnulívsmaður av Tvøroyri, Magnus Jespersen á Delta Seafood og Hans Joensen á Rock í Vági Arbeiddu færri tímar Í oktobur­ársfjórðingi í fjør arbeiddu íslendingar í meðal 1,6 tíma minni um vikuna enn í sama ársfjórðingi í 2006. Tað vísa tøl hjá hagstovuni í Reykjavík. Tølini vísa, at í meðal arbeiddu fólk 40,8 tímar um vikuna í síðsta ársfjórðingi í fjør, menninir 45,5 tímar og kvinnurnar 35 tímar. Verða tølini hjá fólki í fullum starvi kannað fyri seg, vísa tølini, at her arbeiddu menninir 48,5 tímar og kvinnurnar 42 tímar. Meðal fyri kynini var 46,1 tímar. Rás 2 hetta til valið Rás 2 hevur av álvara staðfest seg á føroyska miðlaheimium. Og eisini hetta til valið fer Rás 2 at spíla seg út. Fríggjadagin kl 10­12 verður byrjað við einum valfundi í Hoydølum, har floksformenninir fara at lut­ taka. Frá kl 17­19 verður valfundur í Sjónleikarhúsinum, har møguleiki verður at seta valevnum frá øllum flokkum seinastu spurningarnar. Her verður deyvatulkur. Valstríðið endar við hólmgongu í miðlahúsinum, tá Eidesgaard og Hoydal hittast. Her verður ein klokka, sum telur niður til á midnátt, tá valstríðið 08’ er av. Tað er jú siður ikki at føra valstríð á valdegnum. Valdagin verða tíðindasendingar hvønn tíma frá kl.12, val­ café byrjar kl.15 og frá kl. 19 verður Rás 2 eisini í Norðurlandahúsinum