Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-01-18, síða 36
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 18. januar 2008síða 36

‹ fyrra síða allar 112 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

36 Nr. 13 - 18. januar 2008 SAMBAND jákup Mørk jAkup@SoSiAluriN.fo tlf. 341800 ítróttur Áðrenn jól, var ikki nógv væntað av unga Fleyr liðnum, ið ikki hevði fingið ein einasta sigur, men nú sær út til at vera vent í holuni FLOGBÓLTUR Niels Petersen niels@sosialurin.fo Eftir jól, hevur mansliðið hjá Fleyr, veruliga sett seg sjálvar í ljósmálan, eftir at teir, heilt óvæntað, vunnu á oddaliðnum SÍ. Fram fall og Fleyr blomstrar Stutt fyri jól var greitt at felagið Fram valdi at taka lið sítt í Meistaradeildini hjá monnum, og tá so tað var framt, vóru tað trýggir leikarar, ið valdu at fara yvir til Fleyr at spæla, meðan aðrir spæla á lægri støði í Fram, meðan upp aftur aðrir, hava valt at gevast heilt við flogbólti. Teir trýggir leikararnar, ið hava valt at koma yvir til Fleyr hava eisini verið við til at lyft liðið upp á eitt hægri støði, alt fyri eitt. Leikararnar, talan er um, eru Sigmund av Teigum, Suni Juul Petersen og Jens Heri Bolstad Mortensen. - Vit pressaðu sum óðir menn, og styrkurin av teimum trimum hjálpti heilt sikkurt til, at vit stóðu okkum so væl, segði Høgni Viderø millum annað eftir dystin hjá Fleyr á heimavølli móti oddaliðnum SÍ, ið teir heilt óvæntað vunnu 3-2. Stigini vórðu hálveraði Eftir jólasteðgin vórðu stigini í bestu mansdeildini hálveraði, og hetta ávirkaði øll liðini, uttan Fleyr, tí teir høvdu ongi stig at hálvera. Og nú, eftir at teir hava vunnið sær ein sigur, hava teir fingið tvey stig, og merkir tað samstundis at teir bert eru trý stig frá oddaliðnum SÍ. So tað komm dátt við hjá øllum liðunum í Meistaradeildini, uttan hjá havnarliðnum Fleyr. Suveranar SÍ-kvinnur Í Meistaradeildini hjá kvinnum er sera væl spælandi SÍ liðið nærum suvernt. Tær hava spælt 11 dystir og hava vunnið 10, og bert tapt tann eina (móti ÍF). Tær liggja tískil á 20 stigum, og tað er fýra fleiri enn ÍF, hóast ÍF manglar ein dyst. Um vikuskiftið spælur ÍF úti móti botnproppinum Fleyr, meðan oddaliðið tekur ímóti KÍF í Sørvági. Botnliðið er raknað við Dystir um vikuskiftið Flogbóltur Meistaradeild kvinnur Dagur Klokkan Dystir 20.01 14:00 Fleyr-ÍF 20.01 14:00 Mjølnir-Dráttur 20.01 14:00 SÍ-KÍF Meistaradeild menn Dagur Klokkan Dystir 20.01 16:00 Mjølnir-Fleyr 23.01 19:45 Mjølnir-SÍ FAKTA Á myndini sæst Mjølnir sveima hægri, men spurningurin er, hvørt av liðunum ger tað, eftir dystin sunnudagin í Klaksvík Stóri spurningurin hetta vikuskiftið er, hvørt Neistin megnar at taka stig frá suvorenu kvinnu­ num úr Stjørnuni, ella um tær missa á stokkinum, í stríð­ num við serliga VB HONDBÓLTUR Niels Petersen niels@sosialurin.fo Seinast Neistin spældu móti Stjørnuni var, tá tær vóru á vitjan í Klaksvík, í seinasta dystinum áðrenn jóla- steðgin, ta ferðina var talan um átta máls sigur til heimaliðið. Spurningurin hesaferð er tí, um Neistin kann stjala stig frá Stjørnuni, ella um Stjørnan hinvegin fer at leggja enn størri op millum seg og tættastu kappingar- neytar sínar. Hjá Neistanum verður vónað, at verjan fer at megna at standa ímóti, tá Klaksvíkskvinnur koma stormandi. VB hála seg tættari Hinir dystirnar um viku- skiftið eru eisini áhuga- verdir. Vágskvinnur taka á heimavølli móti StÍF, og í mansdeildini, har tveir dystir verða spældir um vikuskiftið er heldur ikki sørt av spenningi. Tá tað so er sagt eru dysturin hjá VB í Vági móti StÍF, kanska tann mest spennandi. VB kunnu, við sigri, samstundis við at Neistin tapir, leggja seg ájavnt Neistan á silvur- krúnuplássinum, ið gevur rætt til FM-finaluna. Botnur móti oddi Í høllini í Kollafirði tekur KÍF móti oddaliðnum StÍF, og har er væntandi at tað fer at vera trupult hjá KÍF, og tó. KÍF eru kendir fyri sín ómetaliga stríðsvilja, so teir kunnu væl geva StÍF ein hvøkk. Tá tað so er sagt, eru StÍF stórfavorittar til at taka stigini. Í Havn tekur Neistin móti H71, og her er talan um dyst millum nummar 2 og 3. Um Neistin vinnur kunnu teir økja munin niður til H71, til sjey stig, og tað hevði komið væl við hjá havnamonnunum. Um H71 hinvegin vinnur, er bert eittans stig upp til eitt finalupláss, ið sær út til at vera móti vælspælandi strandingunum í StÍF. VB kann røkka Neistanum Ása á Neystabø verður her steðgað í einari roynd at kroysta seg innum Kyndlaverjuna. Slíkur stríðsvilji skal finnast fram, um stig skal takast frá Stjørnuni Hondbóltur vunnin tapt mál- dystir v - j - t mál mál munur stig 1 Stjørnan 11 9 - 1 - 1 313 239 74 19 2 Neistin 10 7 - 0 - 3 261 228 33 14 3 VB 10 5 - 2 - 3 225 211 14 12 4 Kyndil 12 4 - 1 - 7 267 303 -36 9 5 StÍF 11 3 - 1 - 7 237 276 -39 7 6 VÍF 12 2 - 1 - 9 253 307 -54 5 vunnin tapt mál- dystir v - j - t mál mál munur stig 1 StÍF 11 8 - 1 - 2 313 266 47 17 2 Neistin 11 7 - 1 - 3 311 294 17 15 3 H71 11 6 - 0 - 5 286 274 12 12 4 VÍF 12 5 - 1 - 6 334 344 -10 11 5 Kyndil 12 5 - 0 - 7 302 327 -25 10 6 KÍF 11 1 - 1 - 9 269 310 -41 3 Flogbóltur Meistaradeild kvinnur vunnin tapt sett dystir v - t sett sett munur stig 1 SÍ 11 10 - 1 32 9 23 20 2 ÍF 10 8 - 2 26 11 15 16 3 Dráttur 10 7 - 3 23 16 7 14 4 KÍF 10 5 - 5 20 17 3 10 5 Mjølnir 10 3 - 7 14 22 -8 6 6 TB 11 3 - 8 12 26 -14 6 7 Fleyr 10 0 - 10 4 30 -26 0 Meistaradeild menn vunnin tapt sett- dystir v - t sett sett munur stig 1 SÍ 7 5 - 2 19 11 8 5 2 ÍF 6 4 - 2 14 11 3 4 3 Mjølnir 6 3 - 3 12 9 3 3 4 Fleyr 7 1 - 6 6 20 -14 2