fríggjadagur 18. januar 2008síða 52
‹ fyrra síða allar 112 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
52
Nr. 13 - 18. januar 2008
- vit vita
SMS 35 35 35
Vilt tú við á myndina?
www.expert.fo
Landsverk, Tinghúsvegur 5,
Postsmoga 78, Tórshavn,
Tel 340 800, Faks 340 801,
lv@lv.fo, www.landsverk.fo
Handverkari
Vit sóknast eftir einum dugnaligum og álítandi handverkara til smiðjuna á Lambareiði.
Arbeiðsuppgávur
Arbeiðið fevnir um viðlíkahald og
umvæling av maskinum, bilum o.ø.
hjá Landsverki.
Førleikakrøv
Umsøkjarar skulu hava útbúgving
sum entreprenørmaskinusmiður,
maskinsmiður, bilsmiður, lastbila
smiður ella aðra viðkomandi út
búgving.
Setanarviðurskifti
Løn og setanartreytir annars verða
sambært sáttmálanum ímillum av
varðandi yrkisfelag og Føroya
Handverksmeistarafelag. Starvið er
tímalønt.
Umsóknir
Umsóknir skulu sendast til:
Landsverk,
Postsmoga 78,
110 Tórshavn,
og skulu vera skrivstovuni í hendi í
seinasta lagi 28. januar 2008. Merk
brævbjálvan „Umsókn handverkari“
og viðmerk í umsóknini, hvar tú
hevur sæð starvslýsingina.
Nærri upplýsingar um starvið kunnu
fáast við at venda sær til Allan
Magnussen, smiðjuformann, á
tlf. 540 925 ella Jóan Petur Patursson,
rakstrarleiðara, á tlf. 540 950.
Landsverk er ein stovnur undir Vinnumálaráðnum, og hevur um hendi vega- og havnamyndugleika-
uppgávur og byggiharrauppgávur. Stovnurin ráðleggur og ger ætlanir, útinnir, rekur og viðlíkaheldur
landsvegir, havnir, bygningar og flogvallamál, herundir tyrlupallar.
STARVSLÝSING
Við hesum verður søkt eftir 8 ¾ tíð størvum til
cateringina á Smyril.
Viðkomandi skal byrja umborð á Smyrli, men
kann til eina og hvørja tíð verða fl uttur, sum
fyriskipað av leiðsluni. Arbeiðs- og vaktarskipanin
verður fyriskipað í mun til galdandi ferðaætlan
hjá tí skipi, ið ein verður settur umborð á.
Tann, ið settur verður, má kunna byrja
beinanvegin vakt hansara er útarbeidd.
Starvið fevnir um
Starvið fevnir um alt frá vanligum kafetertia og
kioskarbeiði til uppreiðing, reingerðing o.a.
Førleikakrøv
• Prógv í nýslu av bjargingarútgerð
• Galdandi heilsuváttan
• Hollur málkunnleika til føroykst,danskt
og enskt
Annars vænta vit, at tú hevur góð samstarvsevnir,
dugir at arbeiða sjálvsstøðugt og er fyrikomandi,
smílandi og røkin.
Setanartreytir
Setanartreytir verða sambært sáttmála millum
Fíggjamálaráðið og Starvsmannafelagið.
Umsóknir
Umsóknir við avriti av prógvum og møguligum
ummælum skulu sendast til :
Strandfaraskip Landsins
Sjógøta 5
Post boks 30
Fo-810 Tvøroyri
Og skulu vera fyritøkuni í hendi í seinasta lagi
30.januar 2008.
Nærri upplýsingar um starvið kunnu fáast við at
venda sær til Jan Haldansen, deildarleiðara, tlf
543041 ella e-post: jah@ssl.fo
Catering manning til Smyril
Strandfaraskip Landins (SSL) eru landsfyritøka undir Innlendismálaráðnum, hvørs endamál er at lúka landsins tørv á innan-
lands fólka- og farmafl utningi. Fyritøkan umsitur 29 farleiðir: 22 Bygdaleiðir og 6 Oyggjaleiðir. Samlaða talið av ferðafólkum
við SSL í 2006 var 1,1 millión: 620 túsund við bussunum og 480 túsund við ferjunum. Talið av fl utningsanleggum er 40 bussar,
8 ferjur og farmafl utningsútbúnaður. Starvsfólkini eru á leið 170 í tali, svarandi til 120 ársverk. Fyrisitingin á SSL er skipað í
tríggjar deildir: Samferðslu-, Sjó-, og Fíggjardeild.
Innskriving til komandi 1. flokk verður í Adventistaskúlanum
hósdagin 24. januar kl. 16:00 – 18:00 í lærarastovuni í nýggja
bygninginum. Vinaliga, havi dóps- ella navnaseðil við.
Enn eru pláss eftir, sjálvt um tú ikki hevur skrivað teg upp
Adventistaskúlin er ein kristin frískúli. Skúlin varð stovnaður í 1966
Hetta er nakað av tí, vit leggja dent á:
• vit hava tryggar umstøður í smáum flokkum
• vit spilla ikki tíðina hjá næmingunum
• vit hava hálvan tíma morgunsang við sangi og søgufrásøgn hvønn morgun
• vit leggja stóran fakligan dent á lesing, skriving og rokning
• vit hava eina fjølbroytta virksemisskrá fyri alt árið
• vit royna at loysa trupulleikar við góðum foreldrasamstarvi
• vit hava góðan stabilitet í læraramanningini – starvsfólkahópinum
Ynskir tú fleiri upplýsingar, kanst tú ringja til skúlaleiðaran Janne Schantz
Johnsson á tel. 31 32 60 ella 22 50 54
Hoyvíksvegur 56 · FO-100 Tórshavn · Tel. 31 32 60 · sdaskuli@post.olivant.fo
www.skulin.fo/adv