fríggjadagur 18. januar 2008síða 38
‹ fyrra síða allar 112 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
38
Nr. 13 - 18. januar 2008
Løgtingsvalið 19. januar 2008
1
Fullveldisføroyingar kunnu ikki
vera skiparar undir DIS
Avrikini fyri betri
vælferð hava aldrin
verið størri
Hesi 4 árini Javnaðar
flokkurin hevur havt ábyrgd
ina av almanna og heilsu
málum, hava avrikini verið
fleiri og størri enn í
nøkrum øðrum valskeiði.
Lat meg bara nevna úr
rúgvuni:
Pensjónin hækkað upp til 10.000 fyri stakan og 16.000
kr.mán. fyri giftar pensjonistar
151 nýggj búpláss í eldrarøktini tikin í nýtslu
220 starvsfólk komin aftrat í eldrarøktina
3 nýggj sambýli til sinnisveik sett á stovn
Sosial, økis og barna og ungdómspsykiatri økt við 15
mió.
Nýggir stovnar til fjølbrekað børn og autistar
Stuðul til brekað børn hækkað 50% uppí 24 mió
Átøk fyri fólk við skerdum førleika hækkað 100%
uppí 30 mió.
Lægsta fyritíðarpensjón hækkað við 1280 kr./mán
Mótrokning í fyritíðarpensjónini lækkað úr 60 í 30%
Diabetesambulatorium á øllum 3 sjúkrahúsunum
Læknatænastan økt á 5 serlæknaøkjum
Røntgen og rannsóknarskipanin á øllum 3
sjúkrahúsunum nútíðargjørd fyri 26 mió.
105 mió kr. til nútímansgerð av Landssjúkrahúsinum,
sum fyrsti partur av byggiverkætlan fyri 350 mió.kr.
Fólkaheilsuætlan við fyribyrgjandi heilsukanningum
og heilsufremjandi átøkum
Ílegugransking skipað við játtan uppá 3,5 mió.kr.
Nýggj barnaverndarskipan á hægri fakligum støði
Heimleys lógarfestan stuðul til býli og umsorgan
Harumframt hava vit á almanna og heilsuøkinum lagt
framsøknar ætlanir fyri menningina á fleiri høvuðsøkjum,
og vit hava eisini tikið fyrstu stigini til at fara undir at
seta m.a. hesar ætlanir í verk:
Stig tikin í ætlan fyri Framtíðar Sjúkrahúsverk
Stig tikin í ætlan fyri Framtíðar Eldrarøkt
Stig tikin í ætlan fyri Framtíðar Apoteksverk
Stig tikin í ætlan fyri landsfevnandi
Uppafturvenjingarskipan
Stig tikin í bústaðarpolitiskari heildarætlan fyri veikar
sosialar bólkar og fólk við serligum tørvi
Stig tikin í langtíðarætlan fyri íløgum í nýggjar bústaðir
til menningartarnað, børn og ung við sosialum
trupulleikum og sinnisveik.
Javnaðarflokkurin er trygdin fyri, at víðfevndar ætlanir
fyri betri vælferð kunnu gerast veruleiki, so sum vit hava
prógvað tey seinastu 4 árini.
Á veljarafundi í Klaksvík
sunnukvøldið, varð
spurningur settur við, um
føroyingar kunnu vera
skiparar undir donskum
flaggi, um Føroyar gerast
fullveldi.
Heidi Petersen svaraði,
at tað fór ikki at verða
nakar trupulleiki.
Men trupulleiki verður
tað !
Á heimasíðuni hjá Dansk
Søfartsstyrelse stendur um
manning av DIS skipum:
“Alle skibe, der sejler
under dansk flag, herunder
i Dansk Internationalt
Skibsregister, skal opfylde
Søfartsstyrelsens krav til
sikkerhed, beskyttelse af
havmiljøet, arbejdsmiljø,
social beskyttelse m.v.
Søfartssttyrelsen
fastsætter bemandingen
(“safe manning”). DER ER
KRAV OM, AT
SKIBSFØREREN ER
DANSK STATSBORGER,
OG DER KAN IKKE
DISPENSERES FRA
DETTE KRAV.”
Hetta sigur lógin, og tí er
eingin orsøk at fyrigykla
fólki, at fullveldisføroy
ingar, uttan danskan
ríkisborgararætt, kunnu
vera skiparar undir DIS.
Áheitan til tín
Havi hoyrt frá fleiri ungum
fólkið, at tey tíma ikki á
val. Hóast politikkur ikki
hevur tín stóra áhuga, so
verða nógvar avgerðir
tiknar, sum eisini ávirka
teg. Ger tína ávirkan
galdandi, við at fara á val
leygardagin og velja einasta
flokkin, ið byggir á, at vit
øll skulu hava tað gott.
Saman við flokkinum skal
eg stuðla tær.
Gott Javnaðarval øll somul.
Vælferð snýr seg ikki, sum
Fólkaflokkurin annars
leggur upp til, um, at fólk
við miðal og háinntøkum
hava meira pening til
forbrúk. Økt forbrúk førir
til hægri prísir og rakar
harvið fólk við lágum
inntøkum meinast. Øktur
innflutningur førir til hall á
gjaldsjavnanum, og øktu
prísirnir føra til hægri
lønarkrøv og harvið verri
kappingarføri.
Nei, vælferð snýr seg
um, at ØLL hava
møguleika og frælsi at liva
eitt gott lív, eisini tá sjúka
ella vanlukkur raka.
Vælferð snýr seg um, at
eisini stakir uppihaldarar,
barnafamiljur og
pensionistar hava
fíggjarligt frælsi til eitt gott
lív, og at samfelagið tekur
sær væl av teimum sjúku
og teimum, sum bera brek.
Barnafamiljurnar skulu
hava góð kor í Føroyum.
Barnafrádrátturin má
hækkað, tá útreiðslurnar
hjá barnafamiljum hækkað.
Samtíðis eru nógvar ungar
familjur, sum hava sett seg
í stóra skuld við
húsabygging ella
húsakeypi. Um
barnafamiljurnar rýma av
landinum ella ikki koma
aftur eftir lokna útbúgving
í útlegd, mangla vit fólk
her á landi til at arbeiða og
menna samfelagið. Eitt
undirment samfelag klárar
seg ikki í altjóða høpi. Eitt
vinnulív, sum manglar
skikkaði fólk, klárar seg
heldur ikki í altjóða
kapping.
Tað er stór semja millum
vanlig fólk og serfrøðingar
um, at
barnsburðarfarloyvið skal
vera eitt ár, og at partur av
hesum skal kunna takast av
pápanum. Tað skal vera
púra natúrligt, at pápar
ynskja og kunnu taka
barnsburðarfarloyvi, eisini
fyri arbeiðsgevaran. Men
samtíðis má farloyvið vera
so lagaligt, at tað ber til hjá
teirri einstøku familjuni at
leggja farloyvið til rættis
soleiðis, sum tað hóskar
best hjá teirri einstøku
familjuni. Tvs. er talan um
stakan uppihaldara, skal
hesin, antin tað nú er
mamman ella pápin, kunna
taka alt tíðarskeiðið sjálv/
ur. Hóskar tað betur at taka
ein part beinanveg og taka
ein part seinni ella sum
parttíðarfarloyvi, má hetta
eisini bera til.
Fyri stakar uppihaldarar
og pensionistar er
fíggjarliga tungt at liva í
Føroyum. Tá vit hava hjún,
sum bara eru saman, tí tey
ikki klára seg fíggjarliga
einsamøll, og stakar
uppihaldarar, sum flyta av
landinum, tí tað ikki melur
runt, so stendur illani til.
Tá er teirra frælsi skert.
Við teimum húsa og
leiguprísum, sum eru
galdandi serliga í
høvuðsstaðarøkinum, er
torført hjá støkum
uppihaldarum at klára seg
við bara einari inntøku.
Tey eiga at fáa ágóðan av
einum, hægri
barnafrádrátti og frípláss.
Tá tosa vit um eitt
vælferðarsamfelag, har
fleiri hava møguleika og
frælsi at liva eitt gott lív.
Eitt av hjartamálunum hjá
Tjóðveldi er netup veruligt
frælsi: frælsi fyri tjóðina,
frælst vinnulív og
persónligt frælsi.
Føroyar standa politiskt við
eitt vegamót – vit skulu
velja, um vit lata standa til
ella gera nøkur ítøkjulig
val til hetta løgtingsval
2008.
Óendaligur stabilitetur
og stór sjálvsnøgd er tað
mest skaðiliga, sum kann
henda fyri eitt samfelag –
tí fari eg at heita allar
veljarar, um at seta til
nýggjar persónar í politiska
arbeiðinum.
Fái eg álitið at gerast
limur í løgtinginum fari eg
ítøkjuliga at virka fyri og
seta fokus á:
Skúladepil við
Marknagil
Styrkja fólkaskúlan
Nýtt fróðskaparsetur
Nýtt tjóðsjónleikarhús
Seta í gildi
Kyotoavtaluna
Profilera Føroyar og
branda ferðavinnuna
Íverksetaraskipanir
Langtíðarætlan fyri
rakstur og íløgur hjá
landinum
Samskipa lands og
kommunubúskapin
Greið búskaparmál og
javna búskapargongd
Innflyta arbeiðsmegi
Styrkja sjúkrahúsverkið
effektiva sjúkraviðgerð.
Hesar verkætlanir og hesi
tiltøk eru við til at menna
tilverugrundarlag Føroya.
Valstandur er grundar
lagið fyri at menna væl
ferðina, tvs. at vit hava
pening, sum vinnan í
Føroyum kastar av sær. Tað
gevur nevnliga ikki
meining at búskaparstýra
við ongum pengum í
landskassanum. Tí skulu
eisini vinnuligu karmarnar
styrkjast og mennast.
Vitan og leiðsluroyndir
skulu til í politiska
arbeiðinum – annars
megna vit ikki neyðugar
broytingar av føroyska
samfelagnum og vinnuni.
Lat okkum ikki standa
við sama vegamót um 4 ár.
Og lat okkum fyri einaferð
skyld hugsa stórt og gera
tað, sum við gera ordiligt.
Sambandsflokkurin
Helgi
AbrAHAmsen
Val
landsstýrismaður,
Javnaðarflokkurin
HAns PAuli
strøm
Val
Tjóðveldi
KristinA
berg
Val
Valevni Sambandsfloksins
2008
reidAr
nónfjAll
Val
Javnaðarflokkurin
mAriA
joensen
Val
Politiskt vegamót – nýggj mál á skránna
Vælferð er frælsi og møguleikar