fríggjadagur 18. januar 2008síða 39
‹ fyrra síða allar 112 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 13 - 18. januar 2008
39
Løgtingsvalið 19. januar 2008
1
Vil tú koyra í ring við
ABC – ella føra
Føroyar framá við E
Valið snýr seg í stóran mun
um eitt val ímillum at
samfelagið framhaldandi
skal mala runt í ring næstu
fýra árini, uttan mál og
mið, uttan stýring og uttan
at nakar setir sær mál fyri
vælferð, útbúgving og
umhvørvinum.
Vil tú hava flokk á ting
sum hevur sum fremsta mál
at arbeiðir fyri teimum
veikastu bólkunum í
samfelagnum, og geva vælferðin innihald, so velur tú
Tjóðveldi. Flokkurin vil skipa betri umstøður hjá støkum
uppihaldarum, vil fáa lægstu fyritíðarpensjónina burtur,
so tey ístaðin fáa miðal fyritíðarpensjón, og vil skapa ein
rúmligan arbeiðsmarknað, har eisini rúm er fyri fólki sum
bera brek, so velur tú Tjóðveldi.
Vil tú hava ein flokk á ting sum hevur sum mál at satsa
uppá útbúgving og gransking við fleiri resursum til hesi
øki og einum altjóða universiteti, so velur tú Tjóðveldi.
Vil tú hava ein flokk inn á ting sum vil seta fokus á
umhvørvisspurningar, seta nýggja umhvørvislóg í gildi,
revsa dálking av náttúruni og slóða fyri í heiminum við
reinari orkunýtslu, so velur tú Tjóðveldi.
So valið stendur ímillum at koyra í ring við ABC
ella at føra Føroyar framá við E.
Sterk umboðan á Føroya Løgtingi.
X við E
Heidi P
Les meira á www.tjodveldi.fo/heidi
Eg eri fleiri ferðir spurd,
hvørji hjartamál míni eru.
At siga mentan og fram
burður, tað nyttar lítið, nú
allir politikararnir eru um
at vakna og lova bæði í
eyst og vest.
Eg síggi samfelagið sum
eina organiska eind. Henda
eind stendur eftir mínum
tykki á fýra beinum, ið
sjálvandi stuðla hvørt
annað, og sum halda øllum
uppi:
Skúli, mentan, vinna og
gransking
Í fólkaskúlanum eiga vit
at seta okkum yvirskipað
mál fyri fakligu menning
næminganna. Øll børn í
Føroyum eiga at hava
somu atgongd til skúlan á
jøvnum føti. Við landafrøði
ligu og demografisku
viðurskiftum okkara er tí
neyðugt við einum útjavn
ingargrunni, ið tryggjar
øllum børnum somu fak
ligu avbjóðingar og hent
leikar. Í skúlahøpi eru
skúlabøkurnar so alneyð
ugar, heilt frá barnagarði
til miðnámsstøði, at hetta
onki annað er enn stór
skomm!
Málrøktarnevndini eiga
vit umgangandi at geva
ans. Vit skulu hava størri
tónleikalív og í minsta lagi
eisini á universitetsstøði.
Vit eiga beinanvegin at
skipa fyri, so marknaðar
føring av mentan okkara
verður skipað, og peningur
settur av til hetta. So kunnu
øll listafólk fáa veruligan
møguleika at liva av sínum
førleika.
Vit skulu fáa Fróðskapar
setrið til eitt altjóða
universitet. Vinna og
gransking eiga at finna
betur saman í hesum høpi,
men tað almenna skal
fíggja eina støðisgransking,
so vinnan ikki einsamøll
ger av, hvørji viðurskifti
eru verd at fáast við. Vit
skulu soleiðis skipa eitt
granskingarumhvørvið, ið
hóskar okkara umstøðum
og ynskjum.
Hesi viðurskifti eru øll
gagnlig bæði fyri einstak
lingin og samfelag. Og á
henda hátt fáa vit allar teir
vælútbúnu sum óútbúnu
føroyingar heim aftur, sum
okkum leingist eftir. Hetta
fer at menna samfelagið.
Um vit ikki ynskja
broytingar, so er bara at
lata standa til .... Tí ov lítið
munagott er hent á fleiri av
hesum økjum í langar tíðir:
vit standa enn á einum
beini.
Men ynskja tit broyting
í hesum viðurskiftum, so
eri eg sinnað at bjóða av í
tinginum.
Javnaðarflokkurin er ein
flokkur, ið byggir á frælsi,
javnstøðu og samhaldsfesti.
Vit virka fyri frælsi frá
fátækt og kúgan, javnstøðu
fyri øll, soleiðis at øll hava
somu møguleikar og skyld
ur og samhaldsfesti í
sínámillum ábyrgd millum
allar borgarar.
Javnaðarflokkurin vil
framhaldandi arbeiða fyri
einum tryggum heilsu
verki, sum m.a. kann veita
viðgerðartrygd innan 2 til
6 vikur eftir staðfesting av
sjúku og betri uppaftur
venjing av mistum før
leika.
Ein av hornasteinunum í
framhaldandi betranini av
heilsuverkinum er menning
av heilsustarvsfólkum og
samskipan av tænastum.
Vit vilja veita sjúklinga
trygd og arbeiðsskaða
trygging. Sjúkrakassa
gjaldið skal avtakast og
fíggjast umvegis skattin.
Hetta gevur hvørjum
persóni í meðal 200 kr. um
mánaðin meira at ráða yvir.
Betri fólkaheilsa hevur
verið ein av hornasteinu
num í politikki javnaðar
floksins seinnu árini, og
hesum máli vilja vit
framvegis arbeiða fyri. Tí
skjóta vit upp, at mvgið
verður tikið av frukt og
grønmeti, so hesar vørur,
ið eru lutfalsliga dýrar í
Føroyum, gerast bíligari.
Ein góður fólkaskúli er
grundarlagi undir allari
menning í landinum. Vit
hava ein góðan skúla og
Javnaðarflokkurin vil
leggja stóra orku í at gera
hann enn betri. Hetta
verður m.a. gjørt við at
betra læraraútbúgvingina,
so hon verður ein kandidat
útbúgving. Samstundis
skulu verandi lærarar hava
góð eftirútbúgvingarskeið,
so teir koma upp á sama
støði sum komandi
lærararnir.
Økistilboðið til børn við
serligum tørvi verður
útbygd og tvílæraraskipan
verður skipað í byrjunar
undirvísingini. Vit vilja
eisini leggja stóra orku í at
útvega meira føroyskt tilfar
til børnini, tað verið seg
bæði bøkur, filmar og spøl.
Barnsburðarfarloyvi skal
longjast upp í eitt ár, harav
3 mánaðir eru til pápan,
eins og tímalønt foreldur
skulu hava lønarendurgjald
við barnsins fyrsta sjúkra
degi.
Stakir uppihaldarar
skulu hava barnaískoyti,
eins og tey skulu hava
dupultan lestrarstuðul.
Hetta eru bert nøkur av
málunum, sum Javnaðar
flokkurin hevur sett sær
fyri at røkka í komandi
valskeiði, so tað hevur
týdning, at flokkurin fær
tín stuðul.
Vælferðin kemur ikki av
sær sjálvari – vel tí
Javnaðarflokkin leygar
dagin!
Javnaðarflokkurin
SofuS DebeS
JohanneSen
Val
Tjóðveldi
heiDi
PeterSen
Val
valevni Tjóðveldis
Óluva
KlettSKarð
Val
Avgjaldið á
umhvørvisvinarligar bilar
eigur at lækkast ella
avtakast. Orsøkirnar til at
stremba eftir hesum eru
fleiri í tali.
Eitt av átøkunum fyri
umhvørvið, ið vit kunnu
og eiga at gera, er at lækka
ella strika avgjaldið á
umhvørvisvinarligar bilar.
Við at gera hetta, so eru vit
við til, samstundis sum vit
minka um CO2 útlátið,
eisini við til at arbeiða
fram móti nullhugsjónini.
Tá vit ungu, sum fyri
stuttum hava fingið
koyrikort, skulu út at keypa
okkara fyrsta bil, er
eyðsæð at vit hyggja eftir
prísinum. Tey flestu av
okkum hava næstan ongan
kapital uppspart, og mugu
tí hyggja eftir teimum heilt
bíligu bilunum, og hesir
eru allir gamlir bilar,
millum 818 ár. Men
trupulleikin er, at hesir
bíligu bilarnir oftast eru
sera dálkandi, umframt at
teir yvirhøvir ikki uppfylla
tey trygdarkrøv, ið verða
sett nýggjari bilum.
Tí eiga vit at minka
avgjaldið á
umhvørvisvinarligar bilar,
soleiðs at tey, ið fyrstu ferð
fara at keypa sær bil, hava
møguleikan fyri at keypa
ein tryggan OG
umhvørvisvinarligan bil.
Avgjaldið eigur at strikast
heilt, ella ásetast eftir
hvussu nógv gram av CO2
útláti teir hava pr. koyrdan
kilometur (g/km).
Umframt at hetta eisini
kemur okkum, sum fyrstu
ferð skulu keypa bil, sera
væl við, so kemur hetta
eisini ungum familjum, har
pengarnir ikki strekkja
serliga langt, væl við.
Soleiðs høvdu eisini tey
kunna bjóða sínum børnum
ein tryggan bil at koyra í.
Hetta átakið verður framt
í øllum øðrum londum
kring heimin, og er eitt
megnartak, bæði fyri
umhvørvið og fyri null
hugjsónina.
Hesum vil eg veruliga
virka fyri, um tú setir tín
kross við meg tann 19.
januar
X við E
Tjóðveldi
rÓgvi
nybo
Val
Grøni bilurin
Vælferð til øll
Hvagar gongur leiðin?
Familjan er kjarnin í sam
felagnum, og familjan skal
hava tað gott. Hevur fam
iljan tað gott, so hevur
samfelagið tað gott.
Stakar mammur og stakir
pápar hava ikki nóg góð
kor í Føroyum. Hetta
gongur út yvir alla familj
una – ikki minst børnini.
Ein virkin familjupolitikk
ur skal eisini tryggja støkum
uppihaldarum góð kor.
Øllum børnum í Føroyum skal tryggjast ein góður
uppvøkstur og grundleggjandi rættindi.
Øll børn skulu hava eina góða byrjan í lívinum. Tí er
tað týdningarmikið, at familjan hevur ein tryggan
grundvøll at byggja á.
Tað er týdningarmikið, at stovnar og skúlar rúma bæði
teimum veiku og sterku børnunum, og at fólk við
útbúgving eru um børnini.
Vit skulu hava ein virknan barnaog ungdómspolitikk
soleiðis, at tey, ið varða av politisku skipanini altíð eru
dagførd um, hvussu okkara børn hava tað í samfelagnum.
Tað er neyðugt at gera kanningar og hagtøl, sum lýsa
umstøðurnar hjá okkara børnum, um tað skal eydnast at
hjálpa og fyribyrgja nógvum av teimum trupulleikum,
sum nógv børn hava at dragast við.
Javnaðarflokkurin vil, at øll skulu hava ein tryggan
grundvøll at byggja á.
Børnini eru framtíðin
Valevni Javnaðarfloksins
ann eliSabeth
JoenSen
Val