leygardagur 2. juni 2001síða 17
‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
32
Nr. 104 - 2. juni 2001
Nr. 104 - 2. juni 2001
33
gult32 cyan32 magenta32 svart32
gult33 cyan33 magenta33 svart33
FRIMÆRKER OG MØNTER SØGES!
Gratis vurdering i Thorshavn.
Fredag den 8. juni kl. 16-20 afholdes vurderingsdag
på Hotel Føroyar, Thorshavn.
Til vore kommende auktioner søges gl. breve til og fra
Færøerne, gl. postkort, fragtbreve og alle former for frimærke-
samlinger, samt mønter, medaljer, pengesedler og øvrige gamle
betalingsmidler. Medbring Deres samlinger til en gratis og
uforpligtet vurdering.
Lørdag den 9. juni vil der ligeledes være mulighed for vurde-
ring i Deres hjem efter forudgående aftale.
Kontakt os evt. allerede nu for en uforpligtende samtale.
Tlf. 0045 86 11 47 11
Auktionshus siden 1869
Skanderborgvej 104-106 · DK-8260 Viby/Århus · Danmark
Pedagogur
Søkt verður eftir einum pedagogi at arbeiða á
stovu við 2-5 ára gomlum børnum.
Nær: At byrja 1. august (ella eftir avtalu)
Arbeiðstíð: 35 tímar um vikuna (ella eftir avtalu)
Løn og arbeiðsviðurskifti eftir sáttmálanum hjá
Føroya Pedagogfelag.
Í Barnagarðinum á Velbastað eru 40 børn
millum 1/2 og 9 ár.
Tey eru í 3 aldursbýttum stovum: 0-2 ár, 2-5 ár og
5-9 ár.
Barnagarðurin er í friðarligum umhvørvi, næstan
í haganum. Børnini eru úr Kirkjubø, av Velbastað
og úr Havn.Tað tekur eitt korter at koyra úr Havn,
og eisini ber til at koyra við bygdaleiðum.
Vit vænta, at tann, sum verður sett/ur í starv
•
dámar væl at vera úti í náttúruni
•
sær uppgávur sum avbjóðingar og ikki sum
trupulleikar
•
kann arbeiða sjálvstøðugt
•
hevur góð samstarvsevni
•
vil vera við til at seta sín dám á stovnin
Umsókn við prógvi og møguligum viðmælum
skal vera barnagarðinum í hendi í seinasta lagi
30. juni. Um eingin pedagogur verður settur í
starv, hava vit hjálparfólk.
Nærri fæst at vita við at venda sær til Barnagarðin
á tlf. 31 81 21 og spyrja eftir
leiðaranum.
Barnagarðurin á Velbastað
FO-176 Velbastað
velbarn@post.olivant.fo
Fólk søkist til
Bakaríið hjá Símun
Vit sóknast eftir hjálparfólki til bakaríið at byrja
skjótast gjørligt.
Lærlingur til
Bakaríið
Hevur tú hug til at arbeiða á spennandi fjølbroytt-
um arbeiðsplássi, so hava vit eitt lærupláss til tín.
Bakaríið
Tlf. 456424 ella 455032
box 299
700 Klaksvík
Eykasýningar av
ungdómssjónleikinum
Speedy Gonzales
setur ferð á
sum næmingar hjá Dramaverkstaðinum og Kvøld
og Ungdómsskúlanum framføra á Meiarínum í
Havn.
Sunnudagin 3. juni kl 16:00
Mánadagin 4. juni kl 16:00
Atgongumerkir fáast í Kunningarstovuni og 1
tíma undan sýning á Meiarínum.
Dramaverkstaðið
við Hjørdis Johansen
Korkagøta 12
FO-100 Tórshavn
Faroe Island
Tlf: 31 60 28
Http://kort.olivant.fo
Starvið:
Eitt áhugavert og fjølbroytt starv sum stjóri í Sjón-
varpi Føroya er leyst at søkja.
Sjónvarp Føroya er sjálvstøðugur stovnur undir
Mentamálastýrinum.
Høvuðsuppgávurnar hjá Sjónvarpi Føroya eru m.a.:
•
Mótvegis borgarunum at útvarpa sjónvarps-
sendingar, ið fevna um tíðindi, upplýsing, mentan
og undirhald
•
Í programmvirkseminum at leggja dent á upp-
lýsingar- og talufrælsi og sakliga og óhefta upp-
lýsing
•
At veita eitt fjøltáttað tilboð, sum varðveitir og
fjálgar um mál, mentan, átrúnað og siðalæru før-
oyinga
Stjórin hevur ábyrgdina av dagligu leiðsluni av
stovninum. Stjórin setir starvsfólk og loysir fólk úr
starvi,og stjórin hevur fyristinginarligu og fíggjarligu
ábyrgdina
av
stovninum
mótvegis
landsstýrismanninum.
Sjónvarp Føroya og alt fjølmiðlaøkið stendur yvir fyri
stórum broytingum og avbjóðingum, og tí er
umráðandi, at stjórin megnar at fáa stovnin at ríða á
aldukambinum.
Førleikakrøv
Vit vænta okkum m.a. at umsøkjararnir hava
•
Útbúgving frá lærdum háskúla ella aðra við-
komandi útbúgving
•
Leiðsluroyndir frá tí almenna ella privata arbeiðs-
marknaðinum
•
Evni at sameina tað mennandi og tað fíggjarliga
•
Kunnleika til føroyska mentan og føroyskt ment-
anarlív
•
Góð leiðslu- og samstarvsevni, umframt menn-
andi leiðslustíl
•
Førleika til at menna samstarvið við aðrar stovnar
o.o.
•
Vilja og evni til at royna nýggjar leiðir
•
Áhuga fyri avbjóðingum
•
Evni at menna SvF til ein týðandi mentanarstovn
Vit bjóða:
Sjónvarp Føroya mennist alsamt, og verður tú sjálv/
sjálvur í stóran mun at skapa starvið.
Starvið er spennandi við skiftandi uppgávum og við
nógvum samskifti og samstarvi inn- og úteftir,
umframt uttanlandssamstarvi.
Arbeiðið er á høgum fakligum stigi,og møguleikarnir
fyri bæði persónligari og fakligari menning eru góðir.
Setanar- og lønartreytir
Starvið verður sett sambært sáttmála millum Fíggar-
málastýrið og viðkomandi yrkisfelag.
Starvið verður lønt ájavnt 37. lønarflokki hjá
Tænastumannafelagi Landsins, tó uttan at vera eitt
tænstumannastarv. Harumframt verður veitt eitt
eftirlønargjald uppá 15%.Talan kann møguliga verða
um, at starvið verður áramálssett, t.d.í 5 ár, við einum
lønarískoyti sum partarnir samráðast um. Tann setti
skal kunna góðtaka broytingar í starvinum orsakað
av møguligum komandi bygnaðarbroytingum.
Umsókn
Umsókn við prógvum, c.v. o.ø skulu sendast til:
Mentamálastýrið
Hoyvíksvegur 72
Postrúm 3279
110 Tórshavn
tlf. 35 50 50, faks 35 50 55, t-postur: mms@mms.fo
Umsóknin skal vera okkum í hendi í seinasta lagi 18.
juni 2001. Starvið verður sett frá 1. august 2001 ella
eftir nærri avtalu.
Um tú ynskir fleiri upplýsingar, kanst tú ringja til
Petur Petersen, aðalstjóra, ella Jóannes Dalsgaard,
deildarstjóra í Mentamálastýrinum, á tlf. 35 50 50.
Stjóri til
Sjónvarp Føroya
Mentamálastýrið
Mentamálastýrið hevur sum høvuðsuppgávu at fyrisita undirvísingarmál,mentamál og gransking.Harafturat eru uppgávur
viðvíkjandi kirkju,loftmiðlum,ítrótti og øðrum frítíðarvirksemi.
Sjónvarp Føroya er,sum nú er,býtt uppí 5 deildir.Í Sjónvarpi Føroya starvast 50 fólk.Rakstrarætlan Sjónvarpsins er uml.23,5
mió.kr.fýri fíggjarárið 2001.
Nú er nokk!!!
Ert tú troytt/-ur av íbúðarviðurskiftunum í
Havn?
Troytt/-ur av ongantíð at vita, um tú
knappliga ert heimleys/-ur?
Hug at gera nakað við hesi viðurskifti?
ring 252711
Sølubúðin
á Vaglinum
Sølubúðin á Vaglinum hevur opið aftur frá miku-
degnum 6. juni.
Opið er soleiðis:
Mánadag til fríggjadag
kl. 10.00–17.30
Leygardag
kl. 10.00–14.00
Sjálvsognarstovnurin ALV
Frítíðarskúlin í
Sunda Kommunu
Søkt verður eftir 1 pedagogi 30 tímar viku og 1
hjálparfólki 30 tímar viku, at byrja 13. august.
Skipanin við frítíðarskúla í Sunda Kommunu er
nýggj og er ein partur av Dagstovninumá Oyri.
Frítíðarskúlin fer at halda til í skúlanum og letur
upp fyrstu ferð, tá skúlin byrjar aftur 20. august.
Vit ynskja at umsøkjararnir:
•
kunnu arbeiða sjálvstøðugt,
•
kunnu samstarva við dagstovnin, skúlan og
foreldur,
•
dáma væl at vera úti í náttúruni saman við
børnunum,
•
kunnu skapa ein fjølbroyttan og tryggan
gerandisdag, við virðing og umsorgan fyri
tí einstaka barninum.
Størvini verða fyribils lønt sambært sáttmála
ímillum Føroya Pedagogfelag og Føroya Lands-
stýri.
Umsóknir við avriti av prógvi og møguligum við-
mælum skulu vera stovninum í hendi í seinasta
lagi 15. juni 2001.
Nærri upplýsingar fáast við at venda sær til leið-
aran Rosu Prestá, ella varaleiðaran Sólrún Dam, á
tlf. 422552.
Dagstovnurin á Oyri
450 Oyri
tlf. 422552 - fax 422632
C
M
Y
K
33
32
Eitt starv í Føroya Skúlabókagrunni verður lýst til
setanar frá 1. august 2001.
Starvið fevnir í høvuðsheitum um marknað-
arføring av undirvísingarmiðlum til skúlaverkið og
tað arbeiðið, sum av tí stendst. Umframt kann
vera annað arbeiði, eftir tørvi.
Starvsfólkið skal røkja bóka- og undirvísing-
armiðlasamskifti við skúlar, við avvarðandi skúla-
myndugleikar, við bókasølurnar o.o. og skal mill-
um annað taka sær av at lýsa undirvísingarmiðlar
í fjølmiðlum, á Interneti og aðrastaðni.
Til starvið krevst hollur kunnleiki til undirvís-
ingarmiðlar, áhugi og hegni til marknaðarføring,
eins og fíggjarligt innlit og góður teldukunnleiki
hava stóran týdning.
Løn og setanartreytir verða at avtala eftir tí
førleika, umsøkjarin hevur.
Royndartíðin er 1 ár.
Skrivlig umsókn við avriti av prógvum og
møguligum viðmælum skal vera skúlabókanevnd-
ini í hendi í seinasta lagi 4. juni 2001.
Gjøllari upplýsingar um starvið fáast frá skriv-
aranum í skúlabókanevndini, telefon 31 61 00.
Tórshavn, 14. mai 2001
Føroya Skúlabókagrunnur
Skúlabókanevndin
Lützenstrøð 4 · FO-100 Tórshavn
Telefon 316100
Marknaðarstarv
í Føroya Skúlabókagrunni