Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-01-18, síða 45
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 18. januar 2008síða 45

‹ fyrra síða allar 112 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 13 - 18. januar 2008 45 Løgtingsvalið 19. januar 2008 Góðu føroyingar, kvinnur og menn. Nú verður val leygar­ dagin, og vallyftini tróta ikki. Haldi ikki at veljarin er so óvitani, sum val­ evnini halda. Hvør skal gjalda? hendan spurning havi eg oftani sett mær sjálvum. Tosa verður um bleyt virðir um hørð virðir – valferð o.m.a. Sjálvandi er tað ein partur av væl­ ferasamfelagnum. Hvat við at takað ábyrgd av egnum landi, tað hevur verið nógv snakka um ES­ EFTA­ og EBS samstarv. Sambandsflokkurin hevur ætlannir um at melda Føroyar inn í ES, sum ein danskan ríkislut. Tað má og skal ongantíð henda – tá eru Føroyar og føroyska fólkið, ein lítil og hent finna hjá dønum at telva við – til teirra ágóða. Og vit sleppa ongantíð at melda okkum úr aftur. Tá kunna vit siga, grát mítt elskaða land. Og sum støðan er í dag, fáa vit ikki limaskap í EFTA. Tí at EFTA limaskapur er bert fyri sjálvstøðug lond – og harvið onga EBS avtalu. Hettar er veruleikin. Skulu føroyingar trakka út í heim, so skal tað verða sum lýðveldið Føroyar. Takað vit hesa avgerð, og tað er tað einasta rætta. Tá kunna vit gerast partur av EFTA, fáa eina EBS avtalu. Um tað er tað, sum vit vilja. Tá taka vit sjálvið allar avgerðir. Tá Koma Føroyar verðuliga á heimskortið.Vit føroyingar fáa 600 mill í blokkstuðli úr Danmark. Men, vit læta alt ov nógv aftur fyri. Danir umsita uttanríkismál og hava yvirvaldsrættin á Føroyum, í verðuleikanum hava teir buktina og báðar endarnar.Tí er tað so neyðugt, at takað fulla ábyrgd av okkara landið. Blokkurin má niðurlagast, og fáast burtur innan fá ár. Søgan hevur prógva tað fleiri ferðir.Tá føroyingar taka ábyrgd, tá grørð tað um gangandi fót. Sambandið hevur ongantíð fingið rætt í sínum spádómun, t.d málspurningin, stríðið um Merkið, o.m.a . Hettar vóru teir hart ímótið , men teir vóru tapararnir. Ein hugssjón sum vendir aftur eftir, er eingin hugssjón. Øll vita vit, hvør slóðaði nýggjar rásir,,, og tó kann leggjast áfturat. Sambandið hevur ­ hóast alt ­ flutt seg, afturhaldið hevur flutt seg !!!!! ­ og hvør hevur flutt teir???? ­­­­­­­­ tað vita øll !!!!..... “Líka sum tann mest úrsýnta avdeyðaærin í stóra kavanum,­ er “Slóðaran­ um” takksom, ­ so eri eg sannførdur um at sjálvt tann mest afturhaldsinnaði sambandsmaðurin ­ innast inni ­ er takksamur fyri, ­ at her er fólk at slóða nýggjar gøtur,­ ja,­ so væl,­ at vit í dag tíðiliga hóma loysingina. Og við at geva Tjóðveldinum dyggan stuðul, gongur ikki leingi til føroyingar ráða í Føroyun. Gott val. Veljið Tjóðveldi Vit skulu framm á Tjóðveldi Olaf í Garði JOensen Val Frælsa rúsdrekkalógin, sum vit fingu fyrst í nítiárunum í farnu øld, hevur nógvar fyrimunir við sær hjá fólki, sum tola rúsdrekka. Ongin ivi um tað, og kanska skuldi rúsdrekkalógin verið enn frælsari, soleiðis at vit kundu keypt rúsdrekka í hvørjum handli, hvørjari kiosk. Men rúsdrekkalógin hevur gloymt tey, sum ikki tola rúsdrekka og detta niður í millum í samfelagnum. Tað er ikki serliga virðiligt, at vit hava eina rúsdrekkasølu, sum hevur vinning, samstundis sum vit hava heimleys neyðardýr, íð reka fyri vág og vind, tí at rúsdrekka hevur fingið kvørkratakið í tey og tey eru vorðin invalideraði av alkoholismu. Eg vil stríðast fyri á løgtingi, at tey sum detta niður fyri av rúsdrekka fáa alla ta hjálp sum tey hava fyri neyðini. Vit mugu geva teimum umstøður, soleiðis at tey fáa eitt so virðiligt lív, sum tað nú einaferð ber til við hesi álvarsligu líðing Vit mugu fáa herberg kring landið og støð har drekkandi alkoholikara kunnu hittast í staðin fyri at rekast á gøtunum. Tað er landið sum selir løgin íð elvir teirra líðing og vinnir pening av hesum, tí hevur landið eisini skyldu at taka sær av hesum, okkara landsmonnum. Alt annað er óvirðiligt í einum frælsum Føroyum. SEV er sloppið í trygg­ leika undir Jarðfeingi og hátíðarheldur lokabragd­ ið við at hækka prísin! Alt byrjaði við, at Kapp­ ingarráðið setti knyklar í brýr og kravdi ein meira realistiskan streymprís. Leingi vórðu boðini kveistrað til viks av hesi ovurstóru monopol­ fyritøku, ið metti seg vera hevjaða yvir lóg og rætt. Men dómur fall, og SEV noyddist at boyggja seg. Inntil landsstýrismaðurin í vinamálum, Bjarni Dhurholm, tveitti teimum ein bjargingarkrans og fekk hálað teir inn undir Jarðfeingi. Øll fingu vit sum vátan vøtt, tí nú sluppu teir ikki bara undan at lækka prísin – teir hækkaðu hann! Ein og hvør við nakað av innliti í íløgur og avskrivingar dugir at síggja, at mátin, sum SEV avskrivar uppá, er høpisleysur. Runt og einfalt sagt: gera vit eina íløgu uppá 100 milliónir, sum skal halda í 50 ár, eigur hon ikki at avskrivast uppá 20 ár!! Vit eiga sjálvandi ikki at kasta óneyðugar byrðar yvir á okkara eftirkomarar, men vit eiga heldur ikki at gjalda fyri alla framtíð her og nú. Vil stríðast fyri rúsu-offrunum á Lista E. Tjóðveldi sOnni JOhansen Val Tjóðveldi www.tjodveldi.fo/petur Petur í GOnG Val SEV ger sum tað vil Fyrst varð málið um byggingina av Miðnáms­ skúlu í Suðuroy drigið út í eini 15 – 20 ár. Nú mugu tit ikki órógva bygging­ ina av Atlantic Adventure Eftirskúlanum Tað er stak óheppi, at ein innanhýsis ósemja í Javnaðarflokkinum um byggingina av eftirskúla er vorðið ein partur av val­ stríðnum. Tí hesa áheitan. Føroyskur eftirskúli Lógarverkið um bygging av føroyskum eftirskúla er fingið uppá pláss, ein væl úr hondum greidd verk­ ætlan fyriliggur, eins og ein samd ABC­samgonga legði uppskot um bygging av eftirskúla í Hvalba fyri Løgtingið. Landspolitisk undirtøka er soleiðis fyri byggingini, eins og allar kommunur í landinum stuðla ætlanini. Nú ræður um at fáa málið viðtikið av komandi nývalda løgtinginum. Hettar soleiðis at allur føroyskur ­ og fyri so vítt eisini útlendskur ungdóm­ ur, sum mátti verið áhugaður, fær eitt føroyskt eftirskúlatilboð. Tí skal tað verða mín áheitan á Javnaðarflokkin, at hevur flokkurin ein innanhýsis trupuleika, so loysið hann innanhýsis og komið víðari saman við okkum øðrum. Lat okkum læra av Miðnámsskúlamálinum Longu í 1988 varð viðtikið at byggja Miðnámsskúla í Suðuroynni. Egnu umboð okkara suðuroyinga á Løgtingi keglaðust í áravís um, hvar í oynni skúlin skuldi byggjast. Harvið seinkaðu okkara egnu fólkavaldu hesari byggingini í eini 15 ár. Hóast mikið og drúgt rumbul, er Miðnáms­ og Heilsuskúli nú í gerð, eins og klárt er at fara undir bygging av ellis­ og røktarheimi, umframt heimi fyri sinnisveik, soleiðis sum landspolitisku myndugleikarnir og viðkomandi kommunu­ politisku myndugleikar her í oynni eru samdar um. Lat okkum tí fegnast um, at hettar málið langt um leingi er avgreitt, og lat okkum standa saman um byggingina av eftirskúlanum. Stutt sagt, lat okkum læra av tí, sum farið er og standa saman um framtíðina. Tá standa vit so nógv sterkari. Løgtingsvalevni hjá Sambandsflokkinum JasPur VanG Val Komið nú víðari løgmaður & co! Á vári 2007 varð stig tikið til at leggja Menningar­ stovuna og Ferðaráðið saman í ein stovn. Vit væntaðu okkum nógv av hesari saman­ legging, tí her skuldi verið lagámanni at fingið ein stovn, har serfrøðin innan bæði ferðavinnu og menning gingu upp í eina hægri eind. Nýggjur stjóri bleiv settur og nógv nýggj andlit komu undan kavi. Og tað má sigast, at vit hava hoyrt nógv til nýggja stjóran. Tó mest í øðrum sambandi enn í ferða­ og vinnupolitikki. Men tað nyttar ikki bert við føgrum orðum. Nú má farast til verka. Álit aftaná álit er skrivað. Men vit kunnu ikki brúka tey til nakað, um vit ikki útinna í verki tað, sum har stendur. Og, sum vit líta á, er vegurin fram. Lat okkum fáa meira slagkraft frá SamVit, tí møguleikarnir eru har. Kross við Fólkaflokkin. Her virka vit! Les meira á www. folkaflokkurin.fo Vinnupolitikkur Tjóðveldi www.tjodveldi.fo/petur Óskar eirikssOn Val