Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-01-18, síða 46
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 18. januar 2008síða 46

‹ fyrra síða allar 112 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

46 Løgtingsvalið 19. januar 2008 Nr. 13 - 18. januar 2008 Eg havi sum rektari á Sjúkr arøktarfrøðiskúlanum verið við í arbeiðinum at gera uppskot til lóg fyri nýggja Fróðskaparsetrið, sum skal fevna um alla hægri útbúgving í Føroyum. Vit vóru komin væl áleiðis við einum nýskapandi upp­ skoti, tá val varð útskrivað. Eg vil fegin verða við at bera uppskotið í Løgtingið aftur og fáa tað samtykt saman við eini fíggjarjáttan, sum tryggjar, at vit kunnu liva upp til góðu ætlanirnar. Mítt ynski er, at nýggi, styrkti stovnurin kann bjóða føroyingum at útbúgva seg í einum mennandi umhvørvi, har fakligheit og trivnaður eru í hásæti. Tað er neyðugt við íløgum í bygningar, amboð og fleiri góð starvsfólk, sum kunnu tryggja eitt kveikjandi og sterkt lestarumhvørvi á fleiri økjum. Føroyingar, ikki minst kvinnurnar, sum í alt ov stóran mun flyta av landinum, skulu hava ein veruligan valmøguleika at útbúgva seg í Føroyum. Hetta gera vit við at tryggja, at karmarnir eru minst líka góðir her, sum aðrastaðni. Mesta kjakið hevur í valstríðnum verið um ávísar útbúgvingar, KT, løgfrøði og ikki minst at menna læraraútbúgvingina. Serliga hetta seinasta er ein sjálvfylgja aftaná pisakann­ ingarnar, men tað undrar meg, at útbúgvingin til námsfrøðing ikki eisini er tikin við í hetta kjak. Tað er menniskjanum íborið at læra, tað er, tá ið menniskja ikki lærir, at tað gerst áhugavert at kanna, hvørjar umstøður gera seg galdandi. Pisakanningin vísir, at føroysk børn á ávísum aldri ikki hava vitan innan ávís fak ella serligan før­ leika at lesa og skriva á einum støði, sum vænta verður av einum fram­ komnum landi. Skulu vit røkka hesum máli er neyðugt, at vit umhugsa umstøðurnar hjá barninum at læra. Flestu børn í Føroyum eru á stovni í dagtímunum, meðan foreldrini eru til arbeiðis. Tey eru saman við vaksn­ um, sum hava givið ábyrgd at uppala, menna, spæla við, troysta og verða um. Tað er umráðandi, at álit er millum foreldur og børn og ansingina, stovn ella dagrøkt. Við tað meinar Sjálstýrisflokkurin, at samfelagið eigur at tryggja, at fakligheitin hjá teimum, sum eru um barnið, skal vera á hægst møguliga støði. Útbúgving er ein íløga, sum skapar vøkstur. Við at økja rað­ festingina av útbúgving og gransking, at menna útbúgvingarnar til náms­ frøðing og lærara til eina akademiska útbúgving, økja vit eisini um vøkst­ urin – menningina – hjá barninum. Og hetta er ein av fyritreytum fyri at menna fólkaskúlan og soleiðis hækka støði. Eg havi við mínum drúgvu royndum innan útbúgvingarskipanina førleikan og viljan til at raðfesta hetta økið fremst, fólkinum og landinum til frama. Veljið vitan og menning – veljið Sjálvstýrisflokkin Meira enn lyftir mugu til Sjálvstýrisflokkurin SúSanna MortenSen Val Menniskjað og náttúran eru treytað av hvørjum øðrum, og vit mugu gera eina sannførandi íløgu í at verja tað samanspælið. Miðvísa arbeiði fyri umhvørvinum er í dag ein stór avbjóðing, tí uttan reina luft, reint hava og vatn og óspilta náttúru er lívsgrundarlag okkara hótt á øllum økjum, og tí skal spurningurin um umhvørvi ræðfestast høkt. Øll droyma vit um eina betri framtíð, men vit mugu ongantíð gloyma at tað er ikki nóg mikið við dreymum. Frælsi og samhugi mugu ganga lið um lið tá talan er um umhvørvi. Umhvørvisspurning­ arnir mugu ræðfestast hægri í politisku skip­ anini, og tí kann tað ikki verða nakar ivi um: at tað skal vera góður politikkur at tryggja umhvørvi – nú og í framtíðini. Neyðugt er at hvør einstakur tekur í egnan barm, og gerast tilvitaði um støðuna. Fólkiaflokkurin rodMundur nielSen Val Umhvørvi Verandi fiskidagaskipan, Fiskimarknaður Føroya og støðugir fiskastovnar hava ført til, at fiskivinnan hevur megnað at fóta sær aftur aftaná kreppuárini. Fiskivinnan á sjógvi og landi eigur æruna av, at samfelagið aftur fekk ferð á búskapin. Forsvarligan rakstur Tíverri elvdi sjúka í alivinnuni um aldarmóti til, at alivinnan at kalla mátti byrja av nýggjum. Tíbetur sær tað eisini út til, at alivinnan nú fótar sær aftur. Hetta kann man takka landsumsitingini fyri, sum dagførdi heilsu­ frøðiliga regluverkið, og alivinnuni sjálvari, sum hevur innsæð, at tað lønar seg at fylgja og virða reglu­ verki, tí tað borgar fyri heilsufrøðiliga forsvarligan rakstur og sjúkufyri­ byrging. Slóðbrótandi verkætlanir sum eitt nú aling av toski av Føroya Banka (serligt slag av toski, sum veksur nógv skjótari enn annar toskur) kann fara at vísa seg at gerast eitt bein afturat at standa á hjá okkara fiski­ og alivinnu. Fleiri fiskasløg Á fiskavirkjum er tað alsamt ein stór avbjóðing at vissa sær støðuga tilgongd av fiski. Ikki er vist at øll fiskavirki hóra undan. Hinvegin eigur helst meira at verða gjørt við at foredla fiskavørur okkara og at tryggja størri virðisøking av hvørjum sterti, sum verður fiskaður. Onki skal tveitast burtur, alt skal gagnnýtast, og bera vit okkum rætt at kann hetta gerast eins stórur partur av útflutningsvirð­ inum, sum fiskivinnan er í dag. Meira miðvís gransk­ ing og fiskirannsóknir skulu føra til, at vit kunnu fara at gagnnýta fleiri fiskasløg undir Føroyum, ti tey eru har, hóast vit ikki royna eftir teimum. Fiskivinnan skal framtíðartryggjast Politiskt er neyðugt at viðurkenna, at tá tíðir broyt­ ast, so broytast vinnuligu fortreytirnar eisini. Tí er sjálvandi neyðugt støðugt at endurskoða fiskivinnu­ politisku karmarnar, um vinnan eisini metir hetta vera neyðugt. Eitt tætt samstarv millum landsstýr­ ið, reiðarí og fiskimanna­ feløg eru avgerandi fortreyt fyri, at politiska skipanin kann betra karmarnir hjá fiskivinnuni. Fólkaflókkurin vil arbeiða fyri at framtíðartryggja føroysku fiskivinnuna. Neyðugt er longu nú at kanna, hvørjar broytingar skulu til fyri at fiskivinnan trygt og gott kann møta framtíðar avbjóðingum, eisini eftir 2018. Gjøgnum­ skygni er avgerandi for­ treyt fyri, at vit framhald­ andi megna at varðveita okkara kappingarføri. Fiski­ vinnan er okkara stoltleiki og umboðar alt tað, sum vit føroyingar hava dugað best í áratíggju. Lat okkum halda fast um tað, vit eru best til. Vel Fólkaflokkin, vel Anniku Olsen. Valevni Fólkafloksins www.annikaolsen.net annika olSen Val Fiskivinnan og framtíðar avbjóðingar Góðu veljarar, eg vil her nýta høvi at koma við eina seinastu áheitan til tykkara áðrenn løgtingsvalið. Vit í Sjálvstýrisflokkur­ inum stilla hesaferð upp við eini sterkari manning, og hava fingið afturmeld­ ingar um at hesaferð ynskja fólk veruliga at sjálvstýri kemur at gera eitt gott val. Men skal hetta gerast veruleiki, er eisini neyðugt at tit nú fara á løgtingsval og velja Sjálvstýrisflokkin ella eitt av valevnum floksins. Tí fari eg enn einaferð at heita á tykkum um at fara á val og seta kross við lista D – gjarna meg! Sjálvur hevði eg verið stoltur av at umboða tykkum á Føroya Løgtingi. Gott val! Setið kross við lista D – gjarna meg! varamaður hjá Sjálvstýrisflokkinum dánial Petur HanSen Val Ein seinasta áheitan Skulu vit velja javnaðar­ flokkin ella til vinstru fyri at fáa vælferð ? Skulu vit velja til høgru fyri at fáa ein góðan vinnupolitik ? Spurningurin er skeivur. Eins og ein góður vinnulívspolitikkur er ein fyritreyt fyri framburði og øktum ríkidømi í einum landi, so er eitt heilsugott vælferðarsamfelag ein fyritreyt fyri, at eisini vinnulívið kann mennast. Tey skandinavisku londini hava víst í verki, við javnaðarflokkunum á odda, at bert við at seta vælferðina í hásæti, ­ við góðum útbúgvingar­ og heilsupolitikki, líkarætti, kreativiteti og nýhugsan, ber til at skapa teir røttu karmarnar fyri vinnuligari menning. Vælferðin tryggjar vinnulívinum tað tilfeingi ið krevst. Velji tí javnaðarflokkin ANDSØGNIN (ið ikki er til) løgtingsmaður og valevni kriStian MagnuSSen Val