fríggjadagur 18. januar 2008síða 47
‹ fyrra síða allar 112 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 13 - 18. januar 2008
47
Løgtingsvalið 19. januar 2008
Arbeiði er týdningarmikið
í fatanini og sjálvsfatanini
hjá fólki, tí skulu fólk ikki
haldast uttanfyri
arbeiðslívið.
Allir føroyingar skulu
hava somu rættindi, skyld
ur og møguleikar óansæð
eyðkenni ella frábregði. Vit
skulu fyribyrgja og beina
burtur mismun á arbeiðs
marknaðinum, bústaðar
marknaðinum, skúlum og
almenna rúminum.
Vit hava øll hvør sær
dygdir og førleikar, og júst
tí er tað brúk fyri okkum
øllum.
Arbeiðgevarar skulu
stuðlast í at gera trygg
arbeiðspláss og at rúma
teimum, ið ikki eru fult
arbeiðsfør. Neyðugt er við
smidligum skipanum, sum
samstundis veita sosialan
tryggleika. Forðingar skulu
beinast av vegnum. Tað
skal gerast møguligt hjá
teimum við skerdum før
leika at koma í arbeiði, og
tað skal gerast truplari at
halda teimum uttanfyri
arbeiðsmarknaðin.
Vit skulu tryggja fólk
við skerdum førleika
møguleikar á arbeiðs
marknaðinum.
Tað snýr seg um ikki
bert um arbeiðsmarknaðin,
men eisini um íbúðarviður
skifti, atgongd til almenn
ar bygningar og almennan
flutning. Ein treyt fyri at
kunna luttaka í samfelags
viðurskiftum er, at allar
fysiskar forðingar verða
beindar burtur.
Hvørt einstakt menn
iskja eigur at verða virt
sum myndugt og sjálv
støðugt menniskja og hava
rætt til útbúgving, arbeiði
og eitt sosialt lív.
Tað kann ikki góðtakast,
at fólk við skerdum før
leika ikki hava somu
rættindi sum aðrir borgarar
í samfelagnum.
Javnaðarflokkurin
leggur dent á, at arbeiðs
marknaðurin skal rúma
øllum.
Javnaðarflokkurin
Ann ElisAbEth
JoEnsEn
Val
Fólk við skerdum
førleika somu rættindi
Í einum støðugt broytandi
og samanknýttum heimi er
neyðugt at hava eitt trygt
og haldgott grundarlag.
Sum tjóð er okkara avbjóð
ing at viðurkenna tann
góða grundvøll, ið vit
standa á, í tíðum við
skiftandi rákum.
Fleiri politikarar og
samfelagsgranskarar hava
ført fram, at so hvørt sum
eitt samfelag verður
moderniserað, verður
ávirkanin av kristnitrúnni/
átrúnaði alsamt minni.
Henda fatan tykist at fána
burtur, tí menniskju koma
til ta niðurstøðu, at menn
iskju liva ikki av breyði
eina. Menniskjað er ikki
einans ein likamlig vera.
Menniskjað hevur ein
sálarligan og ein likamlig
an part, og hesar síður av
menniskjanum kunnu ikki
undirmetast. Miðflokkurin
sær menniskjuna sum eina
heild, og tí er spurningurin
um vælferð ikki einans ein
spurningur um at hava
gott arbeiði, góða eftirløn,
ráð at rinda rokningarnar,
bil og fíggjarligt frælsi til
at ferðast út í heim. Alt
hetta er gott og ynskiligt,
men Miðflokkurin setir alt
menniskjað í miðdepilin.
Tí arbeiðir Miðflokkurin
miðvist og áhaldandi móti
eini heildarvælferð, har
politikkurin er grundaður
á umsorgan fyri tí ment
anarliga og andaliga
arvinum, sum í øldir hava
ríkað og signað okkara
land og fólk.
Mentan er tann saman
setta heildin av siðalæru,
virðum og normum, sum
ein einstaklingur ognar
sær sum ein partur av
einum samfelagi. Tann
føroyska mentanin er
fjølbroytt og kann vera
trupul at allýsa. Tó er tað
einki dulsmál, at tann
kristna trúgvin hevur ein
serligan leiklut í okkara
samfelagi, og skapar og
myndar hon mentanina í
Føroyum. Hvussu hevði
tann føroyska mentanin
sæð út, um tann kristna
trúgvin ikki hevði havt so
stóran týdning, sum hon
hevur? At geva eitt
endaligt svar er ikki
møguligt, men lætt er at
staðfesta, at kristnitrúgvin
hevur verið, og er, eitt
haldgott grundarlag og er
ein kelda til íblástur á
mongum samfelagsøkjum.
Uttan tey kristnu virðini
høvdu Føroyar verið ein
fátøk tjóð. Menniskjavirði,
næstakærleiki, samkensla,
umsorgan fyri teimum
veiku, eggjan til at brúka
eins egnu førleikar,
arbeiðssemi, vónartil
gongd til lívið, fyrigeving,
familjan sum kjarnueind,
frælsi, rættvísi og rættar
trygd eru einans nøkur av
teimum kristnu virðunum,
sum eg vil stríðast fyri.
Hetta er partur av mínum
tilverugrundarlagi sum
politikari. Hesi virði eru
natúrligur partur av okkara
mentan og hava tey alstór
an týdning fyri allar
føroyingar, tí hesi virði
verja okkum. Tey verja
okkum t.d. ímóti:
* Sjálvsøkni
* Politiskari líkasælu
* Tilvildarligum og
órættvískum/ósakligum
stjórnarhátti
* Materialismu
* Upploysn av
siðbundnum
familjumynstri
* Vónloysi
* Rættarloysi
* Mutri
Eitt samfelag við mutri,
sjálvsøkni, materialismu
og politiskari líkasælu er
eitt samfelag í kaos og
upploysn. Uttan varð
veitslu av teimum góðu
virðunum er samfelags
kósin sett ímóti einari
kaldari, hjartaleysari og
vónleysari støðu. Hetta
man ikki fara at vera kósin
hjá okkara kæra landi, tí á
hesum klettum býr ein stór
fjøld av fólki, sum viður
kennir og grundar sína
tilveru á tey lívsjáttandi og
góðu kristnu virðini. Eg
vil virka fyri at verja tey
kristnu virðini, tí tey verja
okkum.
Vel ein sterkan
Miðflokk á ting!
Virðini verja okkum!
Miðflokkurin
bill
JustinussEn
Val
Ofta hoyrir man um allan
“studningin”, ið ymiskir
bólkar í okkara samfelag
fáa og hvussu ræðuligt tað
er, at til dømis tey ið
arbeiða á flakavirki, fáa 32
tíma viku útgoldna úr ALS,
um onki arbeiðið er.
Hvat ein fær úr skipanini
hevur altíð verið útrokna,
eftir hvat tú hevur forvunni
í tíðarskeiðnum áðrenn, og
tú fær ongantíð meir enn
90 % av eini arbeiðaraløn.
Fyri fáum árum síðan bleiv
hetta útrokningargrund
arlag fastfryst.
Hetta merkir at
flakakvinnur, ið ikki høvdu
forvunni nakað serligt
áðrenn útrokningargrund
arlagi bleiv fastfryst, fáa
heilt niður í 12 kr. um
tíman. Hvør annar hevði
funnið seg í at fingið 32
tíma viku við eini tímaløn
á 12 kr ? Hetta gevur eina
vikuløn á , haldi tykkum
fast, 384 krónur.
Havi eisini tosað við
kvinnur, ið hava arbeitt á
flakavirki í bæði 20 og 30
ár og teirra tryggjaða tíma
løn er 40 og 50 krónir, tí
lítið var at forvinna tá ið
útrokningargrundarlagi var
fastfryst. Havi eisini tosað
við eina kvinnu, ið var so
“heppin” at hava forvunnið
væl tá grundarlagi var
fastfryst, so hon hevði onki
at klaga um segði hon, tí
hon fekk tað hægstu lønina
ið er 73 kr. um tíman. Mán
aðarlønin hjá einum flaka
fólki, um tey eru 4 vikur í
hesi skipan tí onki arbeiðið
er, er undir 10.000 krónir.
Og so tosað fólk um hvussu
galið tað er at fólk eru
tryggaði í fiskavirkisskip
anini. Hetta er beinleiðis
ómoralskt og ein vanvirðing
av teimum ið skapa virðini í
samfelagnum.
Javnaðarflokkurin
meinar, at vit skulu burtur
frá hesi skipan. Ein byrjan
kann verða, at innføra
rullandi útrokningargrund
arlagi aftur, man málið er
so avgjørt at heilt taka
útrokningargrundarlagi
burtur, so øll fáa 90% av
eini arbeiðsmannaløn.
Eisini eigur útgjaldið
úr ALS at verða eftirlønar
gevandi, um vit ikki gera
tað, so fáa verkafólk ong
antíð eina rímuliga eftir
løn. Sama er við forsorgar
hjálp og øðrum gjøldum,
tey skulu øll vera eftir
lønargevandi. Og ongin
mótrokning skal vera í
frítíðarlønini, tí hetta er
peningur ið tú hevur
forvunnið tær við arbeiðið
og hevur goldið skatt av.
Okkara greiða mál er, at
flakafólkini skulu hava
eina fastlønarskipan. Veit
væl at hetta er ein spurn
ingur fyri partarnar á
arbeiðsmarknaðinum,
men vit vilja gera okkara
fyri at sannføra partarnar
um, at hetta er einasta
skilagóða loysnin ikki
bara fyri verkafólki men
eisini fyri virkini sjálvi.
Lat ongan iva verða
leygardagin tá ið tú skal
seta krossin, Javnaðar
flokkurin er einasti
flokkur ið vanligi løn
takarin kann líta á. Fái eg
møguleikan vil eg gera alt
ið eg eri ment ikki at
svíkja hetta álit.
Fiskavirkisskipanin skal broytast
Javnaðarflokkurin
Eyðgunn
sAmuElsEn
Val
Javnarflokkurin arbeiðir
fyri at gera Føroyar meiri
óheftar av oljuni. Væl
ferðin er í stóran mun heft
at oljuni sum orkukelda;
hetta ger okkum sera
viðkvom fyri ávirkan
uttaneftir og kann hótta
bæði samfelagsskipan og
ikki minst umhvørvi.
Kvotupeningurin: 10 –
20 mill. - um árið setast
av til umhvørvistiltøk
Føroyar fingu ikki staðfest
Kyotosáttmálan um kolt
vísúrniútlát. Høvdu vit
staðfest sáttmálan við
teirri útlátsminking, sum
Danmarkar ríki hevur
átikið sær t.v.s. – 8 %, at
galda frá 2008, so kundi
verið neyðugt at keypt kolt
vísúrnukvotu fyri einar
1020 mill. um árið tey
fyrstu árini, um vit ikki
vóru før fyri at minka um
útlatið so nógv her og nú.
Javnaðarflokkurin skjýtur
upp, at vit tey næstu árini
oyramerkja 20 mill. um
árið til verkætlanir, sum
veruliga kunnu flyta
okkum fram á leið.
Peningurin skal nýtast
til eitt nú:
Upplýsandi og
ráðgevandi tiltøk, á øllum
mótum, til allar bólkar um
hvussu vit gagnnýta
orkuna betur
Stimbra royndir við
skipanum, sum kunnu
minka um oljunýtsluna
Menning av almennari
ferðslu, eitt nú við ókeypis
busssambandi
Gagnnýta avlopsorkuna
frá brennistøðum og
motorriknum elverkum
Húsarhaldini eiga at
verða upplýst um
orkusparandi tiltøk og um,
hvussu nógva oljunýtslu
pr. fermetur tey eiga at
kunna koma niður á.
Útvega ráðgeving og
hagtøl (um orkunýtslu og
rakstur annars hjá øllum
skipabólkum) til fiskiskip
so avgerðir verða tiknar á
røttum grundarlagi. At
stimbra nýtslu av
stýriskipanum, sum geva
reiðaríi og manning eitt
amboð at fáa betri
orkunýtslu. Hetta kann
gerast við at ráðgeva og
seta skipunum beinleiðis
krøv um sparingar og
harvið eggja til at minka
um óneyðuga orkunýtslu
Áseta gagnligasta
veiðitrýst í mun til
fiskastovnarnar
Útvega orkuhagtøl,
sum kunnu gerast eitt
stýringsamboð í
orkupolitikkinum.
Stuðul til menning av
varandi orkukeldum: vind
, vatn, sjóvarfalsorku,
alduorku og sólorku.
Hámarksloft fyri útlát
Neyðugt verður, at finna
skipanir fyri, hvussu
hámarksloft fyri ymisku
bólkarnar kunnu ásetast.
Javnaðarflokkurin gevur
umhvørvinum eina rødd.
Minni heft at oljuni
Javnaðarflokkurin
ÓluvA
niclAsEn
Val