mánadagur 21. januar 2008síða 4
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
4
tíðindi
Nr. 14 - 21. januar 2008
Smyril Line søkir eftir skipsassistenti til
Norrönu. Vit bjóða honum/henni eitt fjøl-
broytt starv umborð á fl aggskipinum í
føroysku ferðavinnuni.
Aftrat góðum starvstreytum, bjóða vit
góða løn og góða frítíðarskipan. Ein máni
til arbeiðis, gevur ein mána frí – við løn.
Førleikakrøv skipsassistent:
• Vera hegnigur, ágrýtin og røkin
• Kunna arbeiða sjálvstøðugt
• Góð samstarvsevni
Arbeiðsuppgávur:
• Alt vanligt skipsarbeiði
• Høvuðsuppgávan er omandekks
viðlíkhald, so sum máling og
reingerð.
Setanartreytir
Setanartreytir sambært sáttmála millum
avvarandi fakfelag og Føroya Reiðara-
felag.
Umsóknir
Umsóknir við møguligum viðmælum skulu
sendast til:
crew@smyril-line.fo ella sendast í
brævbjálva til Smyril Line.
Umsóknir skulu verða okkum í hendi í
seinasta lagi 30. januar 2008.
Nærri upplýsingar um starvið kunnu fáast
við at venda sær til Heðin Mortensen,
maskinstjóra á:
+298 34 48 46 ella
crew@smyril-line.fo
Smyril Line varð stovnað í 1982, og er í dag ein
altjóða fyritøka við skriv stovum í Føroyum,
Íslandi, Noreg, Týsklandi og Dan mark. Um-
framt egnar skrivstovur, hev ur felagið eisini
samstarvs felagar í megin part inum av evrope-
iska megin land inum og restini av út heiminum.
SMY R I L L I N E · J . B R O N C K S G Ø TA 3 7 · P O S T B O K S 3 7 0 · F O - 1 1 0 T Ó R S H AV N · T L F 3 4 5 9 0 0 · FA X 3 4 5 9 5 0 · O F F I C E @ S M Y R I L - L I N E . F O
SKIPSASSISTENTUR TIL NORRÖNU
W W W. S M Y R I L - L I N E . F O
Tað man hoyra til
undantøkini, at allir
veljararnir á einum
valstaði eru á vali. Tað
hendi í øllum førum í
Gásadali leygardagin.
Valstað
Orð/mynd: Snorri Brend
snorri@sosialurin.fo
Gásadalur:
Í
bygdini
høvdu 18 fólk valrætt, og tá
úrslitið
av
valinum
í
Gásadali varð almanna
kunngjørt kl. 20:42 vísti tað
seg, at øll 18 høvdu verið á
vali.
Vit vita ikki altíð,
hvussu nógv fólk koma á
val. Onkutíð sita vit bert og
bíða eftir teimum seinastu
veljarunum líka til kl. 8.
Og onkutíð greiða tey
heldur ikki atkvøðu, sigur
formaðurin í valstýrinum,
Dávur Joensen.
Leygardagin var kortini
øðrvísi, har øll 18 vóru á
vali.
Tá
Sosialurin
vitjaði
valstaðið í Gamla Skúla
seinnapartin høvdu 9 fólk
verið á vali. Og júst meðan
vit vóru har, kom tann
tíggjundi at velja.
Eg havi valt Fólkaflokkin
Jørgin,
segði
Karl
Mikkelsen.
Tað sama høvdu tey flestu
av bygdarfólkum hansara
eisini gjørt. Av teimum 13
atkvøðunum til flokkin átti
formaðurin í flokkinum tær
12.
Hinar atkvøðurnar býttu
seg soleiðis: Tjóðveldi fekk
tríggjar, meðan Javnaðar
flokkurin og Sjálvstýris
flokkurin fingu hvør sína.
Tað var ein meiri enn við
valið í 2004.
Sambandsflokkurin,
Miðflokkurin og Miðnáms
flokkurin eiga framvegis
ongan góðan í Gásadali.
Øll 18
á vali
Allir veljarar í
Gásadali á vali,
kundi formaðurin
í valstýrinum,
Dávur Joensen
(vinstrumegin)
staðfesta. Hann
prátar her við Karl
Mikkelsen