týsdagur 22. januar 2008síða 7
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
7
tíðindi
Nr. 15 - 22. januar 2008
Suðuroyingar á evangeliska fundarøð
Hesa vikuna er ein evangelisk fundarøð í Suðuroynni. Byrjað varð sunnukvøldið í Salem á Tvøroyri og
fríggjakvøldið verður farið til Hvalbiar, har fundirnir verða í Roynhøllini frá fríggjakvøldi til sunnukvøld.
Allir fundirnir verða kl. 20, uttan sunnukvøldini, tá tey verða kl. 18. Svenning av Lofti, evangelistur
(myndin), verður høvuðstalari á hesum fundum, og heldur hann fundirnar saman við Páll á Lakjuni og
Sveini Petersen, sum fara at taka sær av fundar- og sangleiðslu. Ymiskar sangkreftir verða við á
fundunum, m.a. Suðuroyarkórið og ymiskir solosangarar. Barnamøtir verða eisini, meðan fundarøðin er.
Tey verða í Roynhøllini í Hvalba fríggjadagin og leygardagin kl. 17 og sunnudagin kl. 15. Eisini verður
eitt skeið leygardagin í Salem á Tvøroyri. Tá fer Páll á Lakjuni at hava fýra fyrilestrar um fýra gudsmenn
í Gamla Testamenti. Skeiðið verður frá kl. 13.30 til kl. 17. Ætlanin er at hava seks slíkar fundarøðir kring
landið í vár. Næst verður farið vestur í Vágar frá 6. til 10. februar, síðani Tórshavn 17. til 24. februar,
Sandoyggin 2. til 9. mars, Eysturoyggin 30. mars til 6. apríl og Norðoyggjar 13. og síðani 16. til 20. apríl.
- Fyri okkum hevur
tað sera stóran týdn-
ing at byrgja upp,
at stígur kemur í
búskapin, so at hann
kann halda fram
við at vaksa, sigur
formaðurin í Fólka-
flokkinum
Samráðingar
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
- Tað eru tekin um, at stígur
er við at koma í alheims
búskapin og ein tann størsta
avbjóðingin hjá eini koman-
du samgongu verður at
forða
fyri,
at
føroyski
búskapurin verður raktur,
so at hann tvørturímóti
kann halda fram at menn-
ast.
- Tað staðfesti Jørgen
Niclasen, formaður Fòlka-
floksins, beint áðrenn hann
í morgun fór at samráðast
við Javnaðarflokkin og Sam-
bandsflokkin um at skipa
nýggja samgongu eftir løg-
tingsvalið leygardagin.
Jørgen Niclasen heldur,
at størstu snávingarsteinar-
nir í samgonguni verða
spurningarnir um einskilj-
ingar, fiskivunnu-og búskap-
armál og viðurskiftini ímill-
um Føroyar og Danmark.
Men hvørji mál skulu ein-
skiljast, vil hann onki siga
um.
Hinvegin hevur hann var-
hugan av, at tað fer at bera
til at finna semju um tey
uttanríkispolitisku
viður-
skiftini.
Men skuldi tað eydnast at
semjast um eitt samgongu-
skjal, er ein snávingarsteinur
eftir og tað er, hvussu máls-
økini skulu býtast ímillum
flokkarnar.
Jørgen Niclasen væntar
nevniliga ikki, at býtið ímill-
um flokkarnar verður heilt
tað sama, sum tað var í
undanfarnu samgongu.
- Tað vænti eg ikki. Tað
verða onkrar broytingar og
tað haldi eg eisini er sunt
fyri at fáa nýggj hugskot,
heldur enn at ávísir flokkar
at kalla fáa patent upp á
ymisk málsøki.
Formaður Fólkafloksins
sigur, at fekk fólkaflokkurin
sín vilja, verður størsti dent-
urin lagdur á bæði sjálv-
stýrismál og á bú-skapar-
málini.
- Eftir okkara tykki ganga
hesi bæði málini hond í
hond, men hvat endin verð-
ur, er ikki til at siga.
Men hvussu ætla tit at
tryggja tykkum, at stígur
ikki kemur í búskapin, sum
tú stúrir fyri, kann fara at
henda.
- Vit at vera varin, sigur
hann og hetta er tað einasta,
hann vil siga.
- Men útgangasstøðið er
gott, tí vit hava ein skuldar-
frían landskassa, har vit
eiga líka nógv í kassanum,
sum vit skylda, leggur hann
afturat.
Verður skattalætti ein
partur av tykkara krøvum?
- Tað vita vit onki um, tí
vit eru ikki liðug at samráð-
ast. Men tað er í øllum før-
um greitt, at Fólkaflokkurin
fer ikki at góðtaka, at skatt-
urin verður hækkaður?.
Hvørki beinleiðis skattur
ella mvg og onnur avgjøld?
- Skattur av beinleiðis ar-
beiði skal undir ongum
umstøðum hækka. Har eru
vit hvørki til at høgga ella
stinga í. Annars fer tað at
vísa seg, hvat sam-ráðingar-
nar føra til og eitt uppskot
er frammi um at leggja
avgjøldini av bilum um
eftir, so har kunnu broyting-
ar verða, sigur formaðurin í
Fólkaflokkinum.
- Fremsta uppgávan
hjá eini nýggjari
samgongu, verður at
tryggja búskaparligan
vøkstur, so at vit
fáa ráð til at betala
fyri tey bleytu virð-
ini, heldur Kaj Leo
Johannesen, formað-
ur Sambandsfloksins
Samráðingar
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
- Vit skulu hava ráð til at
fíggja tey bleytu virðini og
sostatt verður tað fremsta
uppgávan hjá eini komandi
samgongu at tryggja ein
búskaparligan vøkstur.
Tað staðfesti Kaj Leo
Johannesen, formaður Sam-
bandsfloksins, beint áðrenn
hann fór á fund við Javnað-
arflokkin og Fólkaflokkin í
morgun um at halda fram
við ABC samgonguni, sum
sat í farna valskeiði.
Hann sigur, at fyrireikandi
fundirnir
ímillum
ABC
hava verið so góðir, at hann
metir avgjørt, at grundarlag
er fyri at fara undir veruligar
samgongusamráðingar.
Hann sigur kortini, at onk-
ur trupul mál vera at loysa,
eitt nú fiskivinnumál, spurn-
ingurin ímillum Danmark
og Føroyar og yvirtøkur og
spurningurin um marknað-
aratgongdina út í heim og
ES málið.
- Men eftir fyrireikandi
fundirnir, meti eg avgjørt,
at vit kunnu finna semju
um hesi málini, sum allir
flokkar kunnu góðtaka.
Men verður hetta ein sam-
gonga, sum kemur at leggja
høvuðsdentin á búskaparlig
viðurskifti?
- Tað, sum hevur størstan
týdningin av øllum, verður
at fáa búskaparligan vøkstur
í Føroyum, so at vit fáa ráð
til at fíggja tey bleytu virð-
ini, sigur Kaj Leo Johanne-
sen.
- Tað verður okkara frems-
ta avbjóðing, leggur hann
afturat.
Merkir tað, at sjálvstýris-
málið verður parkerað?
- Tað havi eg onga við-
merking til, tí valskráirnar
hjá øllum trimum flokkum
skal síggjast aftur í eini
nýggjari samgongu og allir
flokkar mugu lora onkustað-
ni fyri at fáa aðrastaðni.
Men Kaj Leo Johannesen
leggur enn einaferð dent á,
at tað er alneyðugt at trygg-
ja ein búskaparligan vøkstur
og Sambandsflokkurin hev-
ur avgjørt eina meining um,
hvussu tað kann lata seg
gera.
-
Fyrsta
treytin
fyri
búskaparligum vøkstri er at
tryggja
okkum
betri
atgongd til heimsmarknaðin
og tað er í samsvari við
sjónarmiðini hjá hinum báð-
um flokkunum.
- Tað eru tey fýra frælsini
í ES, sum hava størsta týdn-
ingin og so mugu vit vita
um allir tríggir flokkarnir,
sum nú samráðast um sam-
gongu, megna at finna sem-
ju um tað, sigur Kaj Leo
Johannesen.
Og tað heldur hann, at
sannlíkindi skuldi verið
fyri, tí sama, hvat andstøðan
hevur ført fram, so hevur
samstarvið í ABC samgong-
uni verið gott í farna val-
skeiðí, leggur formaður
Sambandsfloksins afturat.
Kemur ikki upp á tal at hækka skattin
Útgangsstøðið hjá eini
komandu samgongu er
gott, tí landskassin er
skuldarfríur, sigur Jørgen
Niclasen, nú farið er undir
samráðingar um nýggja
samgongu við Fólkaflokkin og
Sambandsflokkin
Ein nýggj samgonga skal tryggja
búskaparligan vøkstur
- Okkara størsta avbjóðing
verður at tryggja
búskaparligan vøkstur og
tað skal gerast við at tryggja
okkum tey fýra frælsini í ES,
sigur Kal Leo Johannesen,
formaður Sambandsfloksins