mikudagur 23. januar 2008síða 2
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
2
Nr. 16 - 23. januar 2008
SAMBAND
jákup Mørk
jAkup@SoSiAluriN.fo
tlf. 341800
tíðindi
Flóvin Eidesgaard
vann valkappingina
hjá Sosialinum, har
fólk kundu tippa
um, hvørji 33 fóru
at taka sæti á tingið
eftir valgið. Nógvar
spekulatiónir liggja
aftanfyri endaliga
úrslitið hjá Flóvin.
Undirhald
Rigmor Dam
rigmor@sosialurin.fo
Tá ið Flóvin Eidesgaard
tveir dagar fyri valgið setti
seg við telduna og klikti seg
inn á valkappingina hjá
Sosialinum fyri at tippa
hvørji 33 fóru at taka sæti á
tingið eftir valgið, slapp til
vildin ikki at ráða. Sum pol
itiskur eygleiðari og við
merkjari,
liggur
nógv
høvuðbrýggj aftanfyri enda
ligu niðurstøðu hansara.
Hóast Flóvin býr og virk
ar í Danmark, roynir hann at
fylgja við í politiska leik
vøllinum og orðaskiftinum
her í Føroyum, millum ann
að inni á kjaksíðuni Kjak.fo,
har Flóvin er fastur fúsur.
Eg fekk bara fylgt við í
valstríðnum í bløðunum og
onkrari hendinga tíðinda
sending. Men eg havi goymt
mær allar framløgu og kjak
sendingarnar, so eg kann
eftirmeta valstríðið, tá eg fái
betri tíð, greiðir Flóvin
Eidesgaard frá. Og um nakar
var í iva, so er hervið stað
fest, at vinnarin av valkapp
ingini er nógv meira áhug
aður í vali og politikki enn
fólk flest. Spurdur, hví hann
eftirmetir valstríðið, vísir
hann á, at hann fyrr hevur
ráðgivið flokkum í valstríðn
um, og møguliga fer at gera
tað aftur onkuntíð. Tí er
neyðugt at fylgja væl við.
Í útbúgving sínari sum
Cand.scient.oecon
hevur
Flóvin Eidesgaard nomið
sær holla vitan innan hag
talsviðgerð, og í starvinum
sum konsulentur hjá Sfi
Survey,
Det
nationale
forskningscenter for vel
færd, arbeiðir hann millum
annað við at gera stakroyndir
og hagfrøðiligar greiningar.
Metir hvønn
einstakan
Men hvussu ber tað til, at
Flóvin Eidesgaard megnaði
at tippa heili 30 av 33 røtt,
spyrja vit hann.
Hann vísir á, at tey fyrstu
15 nøvnini vóru løtt at
krossa av beinanvegin. Tá
hini skuldu veljast, tók
hann bæði støðið í kampanj
unum hjá flokkunum og val
evnunum, umframt veljara
kanningunum.
At Fólkaflokkurin fekk
sjeynda mannin og Javn
aðarflokkurin bara sættu
kvinnuna, hóast veljara
kanningarnar søgdu tað
øvugta, var júst tí kampanj
an hjá Fólkaflokkinum var
meira fokuserað og hevði
ein meira samanhangandi
boðskap enn tann hjá Javn
aðarflokkinum, sigur hann.
Í mun til persónliga býtið,
var tað eina blanding av
úrslitinum hjá Fynd, og
hvat hann sjálvur helt.
Eg metti um hvønn ein
stakan, sum sambært Fynd
fór at verða valdur. Um við
komandi mundi vera undir
ella yvirmettur, út frá teim
um eyka atkvøðunum vit
kundu rokna við frá onkrum
lokalum, ella tá fólk í síðstu
løtu atkvøða taktiskt. Ella
um onnur taktisk atlit kundu
gera seg galdandi, so sum,
at nøkur vildu hava fleiri
konufólk vald, greiðir Flóv
in Eidesgaard frá. Harum
framt metti hann eisini út
frá, um onkur persónlig
kampanja var somikið góð
ella vánalig, at tað fór at
muna í síðstu løtu.
Heðin lumpaði
Fyri Fólkaflokkin var hann,
serliga útfrá Gallupkanning
unum, komin fram til, at
sjey nøvn skuldu finnast.
Hann var púra vísur í
Anfinn, Anniku, Jacob og
Jørgen, og væntaði eisini at
Poul fór at vinna uppá full
veldismálið.
Jógvan væntaði eg kom
inn, partvíst við atkvøðum
frá religiøsum fundamental
istum, men eisini sympati
atkvøðum
eftir
mongu
atfinningarnar á skúlaøkin
um, umframt ákoyringarnar
í sambandi við mentanar
politikkin, sum líktist polit
iskt grundaðum álopum,
sigur Flóvin Eidesgaard.
Síðani stóð valið millum
Jákup og Heðin, har báðir
hava ein sterkan lokalan
basa. Men pláss var bara fyri
øðrum.
Og har lat eg nokk Fynd
ráða, umframt at eg mintist,
at ein norðstreymoyingur
eina ferð nevndi fyri mær,
at hóast fá rósa Heðini, so
atkvøða tey fyri honum. So
har fóru eg, norðstreymoy
ingurin og Fynd skeiv, sigur
Flóvin. Og hann hugleiðir
um, at tá Jákup stóð seg
betri enn Fyndkanningin
bendi á, so kann væl hugs
ast, at nakrar av atkvøðunum
hjá Anfinn fóru til Jákup av
taktiskum orsøkum.
Átta sambandsnøvn
Fyri
Sambandsflokkin
skuldi Flóvin finna átta
nøvn, og fekk Samands
flokkurin átta umboð, hevði
hann havt øll røtt.
Ein spurdi, hvussu
ólukkan eg kundi gita Rósu.
Men eg hevði sjálvur við
mælt hana sum eina seriøsa
kvinnu fyri onkrum sum
spurdi meg, hvønn man
kundi velja á sambandslist
anum. So kanska onkur fór
at hugsa líka sum eg, sigur
Flóvin. Eisini heldur hann
tað hevur havt týdning, at
Marjus, ella hansara felag,
royndi at útihýsa Rósu.
Hann hevði ikki ilt við at
seta restina av nøvnunum á
Sambandslistan, tí fleiri
høvdu ein sterkan basa: lok
alan
(Bjørn),
religiøsan
(Alfred) ella eitt ávíst evni
(Magni).
Aðrir
høvdu
breiða undirtøku sum for
maður ella næstformaður
fyri flokkin ella Tingið.
Spáddi taparin
Stóri taparin var Javnaðar
flokkurin, sum fór líka nið
ur á seks umboð. Hetta
hevði Flóvin Eidesgaard eis
ini roknað við. Sjey upp
lagdir kandidatar vóru, tey
somu sjey sum eisini end
aðu ovast.
At eg so, sum rætt var,
valdi Andrias frá, var tí eg
helt hann hevði ikki verið
sjónligur í valstríðnum. Og
so helt eg, at Katrin hevði
nóg nógvar atkvøður í
Havn, tá hugt var eftir úrslit
inum frá 2004, sigur hann.
At hann bert væntaði at
flokkurin fór at fáa seks
umboð komst av tí, at kamp
anjan,
sambært
Flóvin,
manglaði bæði fokus og
samanhangandi
boðskap.
Og hann greiðir frá, at hóast
valskráin hevði nøkur ítøki
lig vallyfti, so megnaði man
ongantíð at selja skránna.
Tað virkaði sum fleiri
av valevnunum, men serliga
formaðurin, vóru øgiliga
trilvandi, sigur Flóvin Eides
gaard, sum eisini fýlist á, at
kampagnan hjá flokkinum
sá so kostnaðarmikil út.
Hann heldur, at í staðin fyri
at brúka pengar uppá at
menna flokkin og valevnini
til valstríðið, so valdi man
at futta alt av uppá skreyt.
– Ein grov undirmeting av
veljarunum, tí tað gjøgnum
skoða fólk altso, sigur Flóvin,
sum eisini heldur, at stóru
plakatin av formanninum var
ein taktiskur brølari, sum
váttaði mytuna, at flokkurin
hevur ongan politikk.
Eg veit ikki um Kristian
Magnussen helt tað var
smart mitt í valstríðnum at
kalla studentaskúla í Markna
gili fyri eitt fuppnummar,
men tað kundi næstan virka
sum hann vildi sabotera, tá
hann væntaði at fella. Og so
púra óneyðuga balladan um
uppstillingina á Tvøroyri.
Íalt eini fýrafimm brølarar,
sum hvør sær kundu bjarga
Javnaðarflokkinum sjeynda
mannin, um rætt varð farið
fram í bara einum av teimum
málunum,
sigur
Flóvin
Eidesgaard.
Ordans strategur
Átta nøvn skuldu setast á
Tjóðveldislistanum,
og
Flóvin hevði valt sær níggju
út. Hesi vístu seg eisini at
vera tey níggju fremstu.
Eg avskrivaði Heidi, tí
hon virkaði mær troyttandi
at hoyra uppá. So eg roknaði
við, at onnur hildu tað sama,
sigur hann. Men hann vænt
aði, at Páll fekk nóg nógvar
lokalar atkvøður, saman við
einum sindri kring landið.
Eg valdi so Sjúrð frá, tí
hann hevði verið ósjónligur
í valstríðnum, og eg hugs
aði, at um ein stórur partur
av hansara veljarum undan
farin val hava verið næm
ingar í Hoydølum, fóru hesi
kanska til antin Miðnáms
flokkin ella Tjóðhild, sigur
Flóvin.
At flokkurin fekk Tjoð
hild á listan, vísir, hvussu dug
naligur strategur Høgni er.
Uttan hana á listanum, hevði
Miðnámsflokkurin helst tikið
nógv meira frá Tjóðveldinum
enn hann gjørdi.
Teir smærru
Sjálvstýrisflokkurin
var
lættur at tippa. Lítil ivi var
um tingmannatalið, og so
væntaði Flóvin eisini, at
formaðurin fór at fáa nóg
mikið av atkvøðum á øðrum
plássi, tí nakrar komu júst
fyri at stuðla formanninum.
Hin Kári vísti longu á fólka
tingsvalinum, at hann er
atkvøðuslúkur.
Hansara sjálvironi og
beinraknu
viðmerkingar
hava heilt vist fangað, og
Kári á Rógvi hevur økt
vakstrarpotentialið
hjá
flokkinum
heilt
nógv,
heldur Flóvin Eidesgaard.
Fyri Miðflokkin var
ongin ivi um nøvnini. Tað
var bara ein spurningur um
flokkurin fekk tvey ella trý
umboð. Man kann siga, at
Miðflokkurin
fekk
ikki
undirtøku til meira enn tvey
umboð, men Javnaðarflokk
urin kláraði seg so illa, at nak
að leyp av til Miðflokkin.
Vunnið fyrr
Har Flóvin tippaði skeivt,
lá viðkomandi sum fyrsti
varalimur. At áttandi sam
bandsmaðurin ikki kom
inn, kom helst óvart á hjá
teimum flestu.
Tað var ov vánaligt, at eg
ikki fekk Jákup hjá Fólka
flokkinum við. Eg kenni
onkran góðan fólkafloks
mann úr Klaksvík, sum eg
kundi spurt. Og at Sjúrður
kom inn fyri Páll hjá Tjóveldi,
har átti eg at kanna gomul
valúrslit í Sandoynni betur,
sigur Flóvin Eidesgaard, sum
eisini vann eina kapping hjá
Dimmalætting í 1994 at tippa
valúrslitið. Tá var tó einans
talan um at tippa flokkarnar,
ikki persónarnar.
Tippaði 30 røtt av 33
Flóvin Eidesgaard hevði 30 av 33 røtt í
tippingini hjá Sosialinum. 2.356 ymisk fólk
tippaðu í kappingini. 12 fólk høvdu 29 røtt, og
47 høvdu 28 røtt.