Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-01-23, síða 36
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 23. januar 2008síða 36

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

36 Nr. 16 - 23. januar 2008 Í sendingini Bylgjan hjá Kringvarpinum hesa vikuna vórðu tveir bilar ummældir: VW Tiguan og Ford Escape, sum báðir eru ávikavist týskir og amerikanskir SUV Bilar Bilarnir sum vórðu ummæld­ ir í sendingini Bylgjan hjá Kringvarpinum mikudagin 23. januar vóru VW Tiguan 2,0 TDI við 140 hk, og Ford Escape 3.0 V6 við 200 hk. Fyrri bilurin, sum varð royndarkoyrdur, er ein Tigu­ an 2,0 TDI Track&Field við 140 hk, ið koyrir frá 0­100 km/t upp á 10,4 sek, og snúningsmomentið er uppá 320 Nm v. 1750 snún/min. VW Tiguan er ein rúm­ ligur og praktistur 4x4 SUV við sera liðiligari innrætting, t.d. kunnu baksetrini flytast 16 cm aftur og fram. Við­ førisrúmið er 470 litrar við baksetrunum í normalstøðu. Í Track&Field útgávuni hevur Tiguan, umframt van­ ligu 4x4 skipanina, eina ele­ ktroniska skipan til koyring í brattari undanbrekku. Bilur­ in hevur parkerings assistent, sum er ein framkomin ele­ ktronisk skipan, sum hjálpir bilføraranum við at bakka bilin upp á pláss millum tveir parkeraðar bilar, meðan bil­ førarin sjálvur bert skal syrgja fyri at bremsa, tá bilurin er komin uppá pláss. Bilurin, sum varð royndar­ koyrdur, kostar við DK­ pakkanum, parkerings assist­ enti og nógvari aðrari útgerð kr. 435.000. Tiguan kann síggjast og roynast hjá Bilasøluni í Hoyvík. Prísirnir byrja við kr. 366.000. Ford Escape Seinni bilurin varð Ford Escape, ið er ein amerik­ anskur luksus SUV, sum er tann minsti av amerikansku SUV røðini hjá Ford. Bilurin er ein 4x4, sum er sera væl útgjørdur við t.d. leðurkabinu, sóltaki, ferð­ piloti, 2­zone klimaanleggi, 3,0 litra V6 bensinmotori við 200 hk og snúningsmom­ enti upp á 260 Nm, og koyrir fra 0­100 upp á 10,5 sek. Escape er rúmligur og praktiskt innrættaður, t.d. kann rúturin í baklúkuni latast upp sjálvstøðugt. Við­ førisrúmið er 470 litrar, við setrunum niðri verður vørurúmið 1800 litrar. Bilurin, sum varð roynd­ arkoyrdur, kostar 460.000 krónur. Ford Escape kann síggjast og roynast hjá P/F Wenzel í Akranesgøtu. mg VW Tiguan og Ford Escape Ford Escape hevur rætta amerikanska útstráling við. t.d. stórum blankum kølaragittari VW Tiguan er ein rúmligur og praktistur 4x4 SUV bilar Parkingsassistenturin í VW Tiguan, sigur frá, tá klárt er at bakka Rúturin í baklúkuni latast upp sjálvstøðugt Ford Escape innan VW Tiguan 2.0 TDI Track&Field