Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-01-24, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 24. januar 2008síða 2

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

2 tíðindi Nr. 17 - 24. januar 2008 Vágar: Í næstseinastu viku kom fram upp­ skotið hjá Sørvágs kommunu um at gera nýggja hjábreyt til flogvøllin norð gjøgn­ um Klovan í nánd av verandi flogvølli í Vágum. Hugskotið um eina flogbreyt gjøgnum Klovan tykist hava stóran áhuga, helst tí at nógvar sparingar eru við at brúka felags terminal og aðrar fasilitetir saman við verandi vølli. Borgarstjórin í Sør­ vági, Jákup Suni Lauritsen hevur síðani uppskotið kom fram fyri almenningin, kunnað nevndina í P/F Vága Floghavn um uppskotið. Nevndin er á einum máli um, at uppskotið er sera áhugavert og letur upp fyri fleiri spennandi møguleikum rakstrarliga, og tá talan er um logistik. Sørvágs kommuna hevur givið P/F Vága Floghavn tilsøgn um eina positiva viðgerð av útbygging av flog­ vøllinum í Vágum. Kommunan, er um­ framt at vera uppskots­ stillari til nýggja flogvøllin í Klovanum, eisini byggimyndugleiki á økinum. Partarnir eru samdir um at hava tætt samskifti um málið. sb. Økið í Klovanum er slætt og væl vallað. Tað gevur møguleika fyri einari langari breyt við lágum lendi báðu megin við, siga verkfrøðingar um uppskotið til nýggja hjábreyt í Vágum Flúgving Snorri Brend snorri@sosialurin.fo Sørvágur: Fyri at fáa vissu fyri, at uppskotið um nýggja flogvøllin er møguligt, hevur Sørvágs kommuna gjørt eitt stórt forarbeiði, nú uppskotið varð lagt fram. Saman við P/F Munin og P/F Verkfrøðingarstovuni, hava tey sett seg í samband við Rambøl Danmark A/S, sum eru serfrøðingar í bygging og útbygging av flogvøllum í Danmark og øðrum londum. ­ Sjálvandi er ikki møgu­ ligt innan fyri fáar dagar at fáa eina endaliga niðurstøðu um uppskotið. ­ Men við at gera eina skjóta gjøgnumgongd av uppskotinum, sær Rambøl góðar møguleikar við upp­ skotinum, sigur Jákup Suni Lauritsen, borgarstjóri. Hann vísir á, at økið gevur møguleika fyri einari langari breyt við lágum lendi báðu megin við. Uppskotið frá Sørvágs kommunu byggir á eina breyt, sum er 1.800 metrar til longdar. Breiddin á vøll­ inum er eingin forðing. Ynskist ein longri vøllur, er eingin orsøk at steðga her. Í Klovanum ber væl til at gera ein vøll, sum er 3.000 metrar langur, ­ farast kann enntá heilt út á 4.500 m langa breyt. At gera koyriveg til flogfør millum flogvøllirnar er eingin trupulleiki. Bil­ ferðslan koyrir so gjøgnum eina smogu í vegnum, sum er ætlaður til flogfør at koyra eftir. Bogi Jacobsen, stjóri á P/F Munin upplýsir, at saman við Rambøl Dan­ mark A/S hava teir gjøgn­ umgingið uppskotið. Fyrstu kanningarnar eru lovandi og benda á góðar vónir um, at í Vágum fæst ein góð framtíðar heildar­ loysn, við tveimum breyt­ um, har ymisku ættirnar í veðrinum hava ólíka ávirkan á breytirnar. Klovin vælegnaður til flogvøll Skjeyt skarv á Borðoyavík Klaksvík: Týsdagin fekk løgreglan í Klaksvík fráboðan um, at ein maður skjeyt skarv á Borðoyavík. Sambært Fuglaveiðulógini er henda veiðan bert loyvd í oktober og november mánaði, og tí er tað ólógligt í januar mánaði. Løgreglan kom á staðið, og maðurin fær nú bót fyri brot á lógina, umframt tað at hann missir veiðuna. Hann hevði skotið tríggjar skarvar. Keldan fær vitjan Í Skálafirði: Um vikuskiftið fær samkoman Keldan vitjan av Klaus Møller (myndin) úr Danmark. Hann fer undir vitjanini at tala á møtunum fríggjakvøldið, leygarkvøldið og sunnudagin. Klaus Møller hevur ferðast til mong ymisk lond við gleðiboð­ skapinum og hevur eisini upplivað at nógv fólk eru vorðin grødd á møtum sínum. Hesa gávuna ynskir hann eisini at nýta, nú hann er gestur í Skálafirði. Fyri tveimum vikum síðani hevði sjónvarpið eitt innslag um innflúgvingina til nýggju hjábreytini har fleiri gestir vóru við. Hetta søgdu teir: - Vit vilja gjarna vísa á eitt øki, sum vit halda kann brúkast sum flogbreyt. Henda loysning er góð, tí hon supplerar hin flogvøllin so væl. (Jákup Suni Lauritsen, borgarstjóri) - Í dag var hann útsynningur í ættini, og tað er í hesi ættini – og av suðri - at vit hava trupulleikar gjøgnum fjørðin við turbulensi, skýggjum og toku. Tað gav nærum ongan turbulens at koma inn í Klovan í dag (Kári Petersen, flogskipari) - Fyrstahonds inntrykkið var í øllum førum positivt. (Jákup W. Lauritsen, flogskipari) - Eitt áhugavert uppskot, sum má kannast nærri. Ein stórur fyrimunur er at menna umstøðurnar her á staðnum. Tað er eisini lættari og bíligari at gera tað herfrá, tí royndirnar eru her. (Magni Arge, stjóri í Atlantsflogi) Sagt um Klovan - Vit vóna og vænta, at eitt av fyrstu málunum, sum nýggja Løgtingið avgreiðir er at geva nevndini í P/F Vága Floghavn neyðuga myndugleikan at fara til verka, so útbyggingin av Vága Floghavn kann fremjast, sigur Jákup Suni Lauritsen, borgarstjóri í Sørvági Nógvar sparingar við nýggjari hjábreyt