hósdagur 24. januar 2008síða 16
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
16
Nr. 17 - 24. januar 2008
Stutt Sagt
Fundarfor-
boð
Myndugleikarnir í Zimba
bwe settu í gjár politisku
andstøðuni forboð fyri at
halda ein fund, sum and
støðan skuldi skipa fyri í
høvuðsstaðnum
Harare.
Andstøðuleiðarin, Morgan
Tsvangirai,
sum
skuldi
halda røðu á fundinum,
bleiv tikin, men varð latin
leysir stutt eftir. Andstøðan
mótmælti fundarforboðn
um og vísti á, at myndug
leikarnir høvdu uppruna
liga játtað andstøðuni at
halda fund í miðbýnum í
Harare. Ætlanin er at hava
bæði forseta og tjóðartings
val í Zimbabwe í mars, og
andstøðan vil vera við, at
myndugleikarnir gera alt
fyri at avmarka møguleikar
nar hjá andstøðuni at fyri
reika seg til valini.
Tøkniverk-
fall
Umleið 700 teknikarar og
mekanikarar hjá finska
flogfelagnum
Finnair
vóru í gjár í samhugaverk
falli fyri at stuðla teimum,
sum arbeiða á pappírs
virinum Stora Enso, men
sum hava fingið at vita,
aqt tey missa arbeiðið.
Stora Enso hevur gjørt av
at lata trý pappírsvirkir
aftur, og tað ger, at 985
fólk missa arbeiðið, skriv
ar FNB. Fleiri finsk fak
feløg
hava
mótmælt
avgerðini hjá Stora Enso,
og teir næstu dagarnar
verða fleiri arbeiðspláss
rakt av samhugaverkfalli.
Burtur við
biddarum
Í august verður Beijing
vertur fyri teimum olymp
isku summarleikunum, og
nú hava myndugleikarnir
í býnum gjørt av at fáa
allar biddarar og óskrásett
ar smásølur úr gøtunum,
áðrenn leikirnir byrja. Í
Beijing er eitt ótal av smá
sølum, sum royna at selja
fólki ymsar smálutir, men
hesi skulu ikki órógva
gestirnar undir leikunum.
Tað
skulu
biddararnir
heldur ikki, sigur býráðið
í Beijing.
SAMBAND
árNi joeNSeN
fArtekSt@MAil.Dk
- Hetta er láturligt. Fyrst tekur Ny Alliance undir við
okkara uppskoti, og síðani hótta tey við vali
(Pia Kjærsgaard)
útlond
Herfyri fekk Barrack
Obama 41.000
dollarar í stuðuli til
sítt valstríð. Nú hevur
hann sent gevaranum
pengarnar aftur
Barrack Obama roynir nú
av øllum alvi at fáa veljarar
nar at gloyma navnið Antoin
Rezko. Hann er handilsmað
ur í Chicago, men blaðið
Chigago
Tribune
hevur
avdúkað, at myndugleikarnir
hava skuldsett hann fyri
svik og korrupsjón.
Barrack Obama hevur
váttað, at hann fekk 41.000
dollarar í stuðuli frá Antoin
Rezko, men at hann visti
einki um virksemið hjá
manninum. Aftan á avdúk
ingina hevur hann tí sent
honum pengarnar aftur.
Politiskir
eygleiðarar
siga, at avdúkingin kann
koma Barrack Obama illa
við, hóast eingin hevur lagt
hann undir nakað ólógligt.
Hinvegin hevur Obama alla
tíðina umrøtt seg sjálvan
sum ein við hægri etiskum
støði enn hini valevnini, og
tað kann koma honum aftur
um brekku nú, siga eygleið
ararnir.
Teir gomlu heryvir
menninir í Pakistan
hava stóra ávirkan,
og nú mæla teir for
setanum til at leggja
frá sær
Fyrrverandi heryvirmennin
ir vilja vera við, at Pervez
Musharaf hevur skyldina
av, at Pakistan er komið í
eina eftir øllum at døma
óloysiliga politiska kreppu,
og tí mæla teir forsetanum
til at leggja frá sær. Gomlu
heryvirmenninir siga í áheit
anini, at Musharaf umboðar
ikki longur ta tjóðskaparligu
eindina í pakistan og er tí
ikki ímyndin av einum
røttum forseta.
Samanumtikið halda
vit, at tað er hansara skylda
at leggja frá sær, stendur at
enda á skrivinum, sum
meiri enn hundrað fyrrver
andi generalar, admiralar
og aðrir týðandi heryvir
menn hava skrivað undir.
Vanliga plagar felagið hjá
pensjoneraðum heryvirmonn
um bara at leggja seg út í
spurningar um pensjónir og
onnur viðurskifti, sum við
víkja limunum, og áheitanin,
sum felagið nú er komið við,
verður roknað sum eitt
álvarssamt
bakkast
hjá
forsetanum, sum í hesum
døgum er á ferð í Evropa.
HasanAskari Rizvi, ið
arbeiðir á altjóða John Hopk
insskúlanum í Washington,
sigur við tíðindastovurnar,
at tað mest áhugaverda er, at
áheitanin frá teimum gomlu
heryvirmonnunum
kemur
beint upp undir valið í næsta
mánað.
Tað vísir, hvussu veikur
Pervez Musharaf er, sigur
HasanAskari Rizvi.
Fyrrverandi heryvirmenn
vilja hava Musharaf frá
Obama fekk óhepnan stuðul
Myndina omanfyri hevur
amerikanski fylgisvein-
urin Spirit tikið, og hon
vísir ein part av oyðuni
á gongustjørnuni Mars.
Amerikanska rúmdarumsit-
ingin NASA heldur kortini
ikki, at talan bara er um eina
sandoyðu, tí steinarnir fremst
á myndini minna nógv um
standmyndina av einum fólki.
Tey, sum hava nærkannað
myndina, vilja vera við, at
„standmyndin“ minnir sera
nógv um Lítlu Havfrúnna í
Keypmannahavn
(Mynd: NASA)
Antoin Rezko gav Barrack
Obama 41.000 dollarar í
stuðuli til valstríðið. Nú hevur
hann fingið pengarnar aftur
(Mynd: AP)
Standmynd á Mars