Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-01-24, síða 31
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 24. januar 2008síða 31

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 17 - 24. januar 2008 31 lýsingar Við hesum verður søkt eftir tveimum skriv­ stovufólkum til advokatskrivstovu okkara at byrja skjótast tilber. Annað starvið er fast í innheintingardeild okkara og hitt barsilsvikariat sum advokat­ skrivari. Fólk við útbúgving sum advokatskrivari, vanligari skrivstovuútbúgving ella líknandi hava fyrimun, tó hetta er eingin treyt. Arbeiðstíðin er frá kl. 08.30 til 16.00. Løn eftir avtalu. Skriftligar umsóknir skulu vera okkum í hendi í seinasta lagi hósdagin tann 30. januar 2008. Áhugaði kunnu annars venda sær til skrivstovu okkara og spyrja eftir Petur Even Djurhuus, t­ bræv ped@lawfirm.fo ella tlf 519339. AdvokAtfelAgið við Strond 4 Yviri við Strond 4 · tel 311260 · fax 311261 · P.o. box 359 fo-110 tórShavn · faroe iSlandS email: lawfirm@lawfirm.fo HEIMASÍÐA: WWW.LAWFIRM.FO tormóður djurhuuS · jógvan Páll laSSen · Petur even djurhuuS jógvan e. ellefSen · anna dam · ingi højgaard · jóhan j. lamhauge gunn ellefSen · mimi SteintórSdóttir SkrivStovuStørv hjá Advokatfelagnum við Strond 4 Starvslýsing PhD-verkætlan um góðskuoptimering av fiski og fiskavørum við betri hagreiðing umborð. Á granskingarkjarnanum fyri framleiðslutøkni er eitt starv í samband við eina PhD-verkætlan leyst at søkja. Arbeiðsstaður er Fiskirann- sóknarstovan. Verkætlanin fer fram í tøttum samstarvi við føroyska fiskivinnu. Endamálið við PhD-verkætlanini er at skjal- prógva góðskuna av fiskinum hjá serliga partrolarunum, við objektivt at máta góðskuna av veiðuni. Hetta skal gerast við at: • Kannað hvussu hagreiðingin av ráðvøruni umborð ávirkar góðskuna. • Samanbera optimalt hagreiddan fisk við vanliga hagreiddan fisk. • Spora hvørja ávirkan hagreiðingin umborð hevur á møguligt vøruúrval, sum fiskurin kann nýtast til. • Meta um fíggjarligar avleiðingar fyri fiskiflota og framleiðarar, at fiskurin ikki verður optimalt hagreiddur. • Útgreina møguleikarnar fyri, at bøta um góðskuna av rávøruni, meðan útreiðslurnar samstundis verða hildnar lægri enn økta virði. PhD-verkætlanin fer fram her á landi eins og á útlendskum universiteti við serkunnleika í góðsku av fiski. Umsøkjarar skulu hava prógv í viðkomandi fakøki frá universiteti. Tey, ið eru ávegis við at gera kandidatuppgávu, eru eisini vælkomin at søkja. Setanartreytir eru sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Magistarafelag Føroya. Fyrivarni verður tikið fyri at endalig fíggjing til verkætlanina verður útvegað. Meiri fæst av vita um verkætlanina við at venda sær til granskingarleiðaran, Helgi Nolsøe, á teldupostadressuni: helgino@frs.fo ella á 353949. Umsóknarfreistin er 1. februar 2008. Umsóknir við prógvum, ævisøgu (curriculum vitae), viðmælum o. ø. skulu sendast til: Granskingarkjarnin fyri framleiðslutøkni, Att.: Helgi Nolsøe C/o Fiskirannsóknarstovan Nóatún 1 FO 110 Tórshavn Føroyar Nóatún · Boks 3051 · FO-110 Tórshavn Kunngerð um broyting í byggisamtyktini fyri Norðskála-Oyri-Oyrarbakki Við heimild í løgtingslóg nr. 13 frá 21. mai 1954 um býarskipanir og byggisamtyktir, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 57 frá 13. mai 1997, verður við hesum boða frá, at Sunda kommuna á bygdaráðsfundi tann 03-12-2007 hevur samtykt, at gera niðanfyristandandi broytingar í byggisamtyktini fyri Oyrarbakka. Víðkan av sethúsaøki á Oyrarbakka Parturin av matr. 63b, sum nú er Landbúnaðar- øki, verður broytt til bústaðarøki. Áður lýst 6.12.07 og hevur ligið frammi til alment eftirlit 6-12-07 til 28.12.07 Kærufreistin fyri møgulig mótmæli og/ella broytingaruppskot, sum skulu vera skrivlig, er longd til 6.marts 2008. Sunda kommuna Móttøka Í sambandi við, at Beinta Dam er tilnevnd landsgrannskoðari frá 1. januar 2008 verður almenn móttøka fríggjadagin 25. januar 2008 kl. 15 - 18 Móttøkan verður í hølunum hjá Landsgrannskoðanini, Traðagøta 43, Argir. Øll eru hjartaliga vælkomin Vinarlig heilsan Landsgrannskoðanin Landsgrannskoðanin Hús til sølu ella umbýting við íbúð Stór 1. planshús, ný renoveraði við íbúð, í friðarligum umhvørvi. Bill. mrk. 230108-001