Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-01-25, síða 34
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 25. januar 2008síða 34

‹ fyrra síða allar 76 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

34 Nr. 18 - 25. januar 2008 Starvslýsing PhD-verkætlan um góðskuoptimering av fiski og fiskavørum við betri hagreiðing umborð. Á granskingarkjarnanum fyri framleiðslutøkni er eitt starv í samband við eina PhD-verkætlan leyst at søkja. Arbeiðsstaður er Fiskirann- sóknarstovan. Verkætlanin fer fram í tøttum samstarvi við føroyska fiskivinnu. Endamálið við PhD-verkætlanini er at skjal- prógva góðskuna av fiskinum hjá serliga partrolarunum, við objektivt at máta góðskuna av veiðuni. Hetta skal gerast við at: • Kannað hvussu hagreiðingin av ráðvøruni umborð ávirkar góðskuna. • Samanbera optimalt hagreiddan fisk við vanliga hagreiddan fisk. • Spora hvørja ávirkan hagreiðingin umborð hevur á møguligt vøruúrval, sum fiskurin kann nýtast til. • Meta um fíggjarligar avleiðingar fyri fiskiflota og framleiðarar, at fiskurin ikki verður optimalt hagreiddur. • Útgreina møguleikarnar fyri, at bøta um góðskuna av rávøruni, meðan útreiðslurnar samstundis verða hildnar lægri enn økta virði. PhD-verkætlanin fer fram her á landi eins og á útlendskum universiteti við serkunnleika í góðsku av fiski. Umsøkjarar skulu hava prógv í viðkomandi fakøki frá universiteti. Tey, ið eru ávegis við at gera kandidatuppgávu, eru eisini vælkomin at søkja. Setanartreytir eru sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Magistarafelag Føroya. Fyrivarni verður tikið fyri at endalig fíggjing til verkætlanina verður útvegað. Meiri fæst av vita um verkætlanina við at venda sær til granskingarleiðaran, Helgi Nolsøe, á teldupostadressuni: helgino@frs.fo ella á 353949. Umsóknarfreistin er 1. februar 2008. Umsóknir við prógvum, ævisøgu (curriculum vitae), viðmælum o. ø. skulu sendast til: Granskingarkjarnin fyri framleiðslutøkni, Att.: Helgi Nolsøe C/o Fiskirannsóknarstovan Nóatún 1 FO 110 Tórshavn Føroyar Nóatún · Boks 3051 · FO-110 Tórshavn Leiðandi sjúkrarøktarfrøðingar Aðalfundurin í fakliga áhugabólkinum FÁ6 verður á Hotel Føroyum mánadagin 25. februar kl. 12:00 Skrá samb. §9 í viðtøkum felagsins. Uppskot til aðalfundin skulu verað nevndini í hendi seinast 1. februar 2008 Heitt verður á limir, ið enn ikki hava goldið lima­ gjald fyri 2008 um at gera hetta áðrenn aðalfundin. Kontonr.: 9870 102.095.2 Av tí at vit skulu geva boð um, hvussu nógv vit verða til kalda borðið, verða tit biðin um at melda tykkum til fundin á tlf. 21 10 16 ella á telduposti: reinertr@ post.olivant.fo seinast hósdagin 21. februar 2008 kl. 12:00 Vónandi møta tit fjølment! NeVNdiN Innskriving av næmingum til forskúlan í Sankta Frans skúla skúlaárið 2008/09 Foreldur, ið ætla at skriva børn síni inn í for­ skúlan í Sankta Frans skúla skúlaárið 2008/09 eiga at boða skúlanum frá í seinasta lagi 8. februar 2008. Arbeiðið í forskúlanum skiftir millum læring, mennandi spøl og kreativt virksemi. Dentur verður lagdur á at geva børnunum góðar upp­ livingar, og at tey læra at samstarva og hava virðing hvørt fyri øðrum. Endamálið er m.a. • At fyrireika barnið til at fara í skúla • At menna barnið málsliga • At geva barninum góðar upplivingar við leiki og skapandi virksemi • At barnið lærir ymsar arbeiðshættir og at arbeiða í frið og náðum • At barnið mennist samsvarandi teimum evnum, tann einstaki hevur • At virka fyri góðum samstarvi millum skúla og heim • At barnið fær undirvísing í lesing, skriving og rokning á byrjunarstøði Setið tykkum í samband við skúlan á tlf. 302530 ella í teldubrævi til fra@skulin.fo Sankta Frans skúla Varðagøta 10 100 Tórshavn lýsingar Stríðist tú við vektina? Ring til mín, eg havi eitt sunt og effektivt "hjálpimiddel". Jana 51 71 00 / 31 71 00 lr@kallnet.fo www.lr.fo Handilskvinna til Søkt verður eftir dugnaligari kvinnu til handils­ arbeiði seinnapartar hjá Ergo. Arbeiðstíðin er kl. 12 ­ 18. Starvið verður sett skjótast gjørligt. Arbeiðið umfatar handilsarbeiði og annað fyrifallandi arbeiði. Vit vænta at tú ert: • Álítandi • Fyrikomandi • Røsk Skrivlig umsókn við avrit av prógvum og við­ mælum verður at senda til: Ergo J.C Svabosgøta 6 100 Tórshavn. Umsóknarfreistin er fríggjadagin 08 februar. Nærri upplýsingar um starvið fáast við at ringja til Beintu á 515 777. Ergo er ein fyritøka ið selur ergonomiskar vørur, MBT skógvar, Crocs, Dynamo Stólar, Massagustólar, venjingarútgerð, hjálpartól og aðar góðar vørur til privat, stovnar og sjúkrahús um alt landið. Umframt handilin á J.C Svabosgøtu 6 umsitur Ergo eisini nethandilin ergo.fo. Ergoterapiin, sum er ein partur av Ergo bjóðar ergoterapeutiska viðgerð, kanning og ráðgeving. Fyritøkan er stovna í 2001 og er í støðugari menning. Lesið Sosialin - so eru tit við