Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-01-28, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 28. januar 2008síða 8

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

8 tíðindi Nr. 19 - 28. januar 2008 Tað munnu vera rætti­li­ga mong ári­ni­ síðani­, at sei­nastu húsi­ni­ vórðu bygd á Slættanesi­. Nú ætlar ei­n maður úr Vestman­ na at rei­sa ei­ni­ eldri­ hús á gamlari­ grund í hesi­ avtoftaðu bygd­ i­ni­. Bygdamenning Snorri Brend snorri@sosialurin.fo Slættanes: - Eg vóni at byg- daráðið í Sandavági gevur mær loyvi til hetta á hesum sinni, sigur Jóhan Jacob Jakobsen úr Vestmanna. Ættin hjá pápanum kemur haðani, og nú er sonurin sinnaður at byggja sær eini hús upp aftur teirri grundini, har eini gomul hús stóðu í síni tíð. Til hetta krevst sjálvandi byggiloyvi, og tað er júst ein slík umsókn sum kemur fyri á bygdaráðsfundi í Sandavági í kvøld. Sjálvur søkti Jóhan Jacob fyri nøkrum árum síðani um byggiloyvi á sama staði, men tá tók kommunan, ið eisini umfatar Slættanes, ikki undir við umsóknini. Nú hevur hann kortini betri vónir um ein positiva viðgerð: - Tey hava í øllum førum biðið um tekning av húsum, so eg vóni at tað kemur ígjøgnum hesaferð, sigur Jóhan Jacob við Sosialin. Ætlanin hansara er at byggja eini minni hús, sum verða eini 5 ferðir 7 metrar til støddar. Gamalt snið Fyri meiri enn 40 árum síð- ani fluttu seinastu húsini av Slættanesi. Nakað framman- undan hesum hjúnunum flutti pápi hansara eisini haðani. Seinasta húskið flutti av Slættanesi fyri 44 árum síð- ani, eftir at tey høvdu búð har einsamøll í eitt ár. Fastir Jóhan Jacob átti eisini eini hús harúti, men duttu hesi niður einaferð í 70’unum. Seinni fekk hann grundøkið frá henni. Tað er á hesum grundøki- num, at hann nú ætlar at byggja uppaftur eini hús í gomlum sniði. - Eg havi latið bygdaráð- num eina tekning til hesi húsini, sum skulu verða í gomlum sniði og hava flag- tekju, greiðir hann frá. Ætlanina um hetta hevur hann havt í nøkur ár. Nú bíð- ar hann spentur eftir at fræt- ta aftur frá bygdaráðnum eftir viðgerðina á fundinum í kvøld. Ferðavinna Umframt tað at pápi hansara er ættaður haðani, hevur Jóhan Jacob sjálvur verið í bygdini – bæði sum yngri og eisini tey seinnu árini. Hann hevur havt sum upp- gávu at passa vitan í Slætta- nesi, og hevur í eina tíð gingið við hugsanini um at byggja sær eini hús. Hvat eini slík hús kunnu brúkast til, kann verða so mangt. Men óhugsandi er ikki, at tey kunnu nýtast í sambandi við ferðavinn- una. - Eg havi sjálvur siglt túr- ar undir Vestmannabjørgini við bátunum hjá Palla Lam- hauge. - Ein góður møguleiki kundi tí verið at samantvinna eina vitjan í Slættanesi við hesar túrarnar, sigur Jóhan Jacob. Fleiri upplýsingar og myndir av Slættanesi finn- ast á www.123hjemmeside. dk/slaettanes Byggja nýtt í avtoftaðari bygd Slættanes (1835 - 1964) Í 1835 flyta tey fyrstu til Slættanesar at búgva, tey vóru Heindrikur Thomassen og Julianna Niklasdóttir. Í 1850 eru 8 húski á Slættanesi og fólkatalið er komið upp á 40, tey, ið flyta til eru ikki ung fólk, men fólk um miðjan aldur og ein eldri maður. Í 1890 búgva 40 fólk har. Longu í 1920-30 árunum vóru tað nøkur, ið fluttu burtur, men hetta nervaði ikki fólkatalið, ið tvørturímóti vaks hesi árini, millum annað av tí at onkur eisini giftist til bygdina ella flutti hagar á annan hátt. Beint fyri kríggið var fólkatalið av tí mesta. Í 1940 búðu 75 fólk á Slættanesi. Fýra húski vóru eftir á Slættanesi í 1963. Trý teirra fluttu hetta árið. Seinasta húskið, Celinda og Jóhan, fluttu av Slættanesi á heystið 1964, aftaná at hava búð einsamalt har í knapp- liga eitt ár. (Kelda: joanisnielsen.fo) FAKTA Gomul mynd av Slættanesi (Kelda: 123hjemmeside.dk/slaettanes Eingin hevur búð á Slættanesi seinastu 44 árini. Tað fer neyvan nakar at gera fast, men kortini ætlar ein maður í Vestmanna at byggja sær eini summarhús í avtoftaðu bygdini Mynd: Jens Kristian Vang Hava latið 2,6 milliónir í starvsløn til mentafólk Tað er nú greitt, hvør skal fáa starvsløn úr Mentanargrunni Landsins í ár. Grunnurin letur starvslønir til mentanarligt og listarligt arbeiði og í ár hevur Jóanes Nielsen, rithøvundur, fingið starvsløn í trý ár. Marianna Mørkøre, sniðgevi, hevur fingið starvsløn í seks mánaðir, Rannvá K. Justinussen, listakvinna, hevur fingið starvsløn í seks mánaðir og Marianna Clausen, granskari, hevur fingið virðisløn í seks mánaðir, sigur Mentanargrunnurin í tíðindaskrivi. Harumframt eru lætnar starvslønir til 36 listafólk og rithøvundar í tilsamans 85 mánaðir. Tilsamans eru sostatt lætnar 115 mánaðarlønir í starvslønum upp á tilsamans 2,6 milliónir til týðingar, listarligt og mentanarligt arbeiði. Tilsamans fekk grunnurin 108 umsóknir upp á tilsamans 15 milliónir og av teimum vórðu 40 umsóknir gingnar á møti. Annars er eisini íverksetarastudningur latin Vígdis Petersen og Edwardi Fuglø, sum fingu 75.000 krónur í part. 13 umsóknir vóru um íverksetarastudning. Skúli í leiklist Háskúlin: Føroya Fólkaháskúli og Meginfelag áhugaleikara Føroya (MáF) eru farin eitt samstarv um LEIKLISTARSKÚLA FØROYA. Hesin leiklistarskúlin byrjar í ár og heldur fram í 2009. Undirvíst verður í leiklist, leikstjórn og í at skriva til pall. Pláss verður íalt fyri 30 næm¬ing¬um, sum koma at búgva á Háskúlanum í Havn. Skúlin sjálvur byrjar 30. apríl og endar sunnudagin 4. mai. Næmingarnir fáa skeiðsváttan frá skúlanum og fáa møguleika at halda áfram við lestrinum í mai mánaði næsta ár.