mánadagur 28. januar 2008síða 11
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
11
tíðindi
Nr. 19 - 28. januar 2008
aksvíkar
flytast
yvir
á
møgulig
ídnaðarskip.
Hóast fleiri royndir eru
gjørdar at finna út av hes
um, er spurningurin ongan
tíð veruliga svaraður.
Eitt
sjónarmið
hevur
verið, at landsins myndug
leikar kunnu ikki áleggja
skipum framleiðsluskyldu,
um lønandi vinnan ikki fæst
burtur úr hesum.
Skiparin bíðar
Sosialurin hevur eisini vent
sær til Brand Nólsoy, sum
var annar av føstu skiparun
um við Atlantic Navigator.
Vit spurdu, um hann hev
ur fingið kjans við einum
møguligum »voyager« við
Hanusi Hansen sum reið
ara.
Brandur sigur, at hann
hevur verið heima, síðan
hann var seinasta túrin við
Atlantic Navigator hin 6.
juli.
Eg skal ikki dylja yvir,
at eg havi bíðað og havi
vónað, at okkurt fór at
spyrjast burtur úr einum
øðrum skipi, men eg havi
onga viðmerking til ítøki
liga spurningin, um eg havi
fingið kjans við einum øðr
um skipi hjá felagnum ella
ikki.
Brandur Nólsoy sigur, at
tað er Hanus Hansen, reið
ari, sum úttalar seg vegna
felagið, og tað er í fyrsta
lagi hann, sum arbeiðir við
málinum um annað skip.
Sambært øllum sólarmerkjum gongur
ikki long tíð, til annað skip kemur í
flotan fyri Atlantic Navigator
Mynd: Jens Kr. Vang
Hava søkt um farloyvi
Havn: Býráðslimirnir Katrin Dahl Jakobsen og Annika Olsen hava søkt um farloyvi frá
býráðsarbeiðinum, tað, sum eftir er av býráðssetuni, skrivar heimasíðan hjá Tórshavnar
kommunu. Orsøkin til umsóknirnar er, at tær báðar vórðu valdar í Løgtingið á valinum
tann 19. januar. Katrin Dahl Jacobsen umboðar Javnaðarflokkin í býráði og Løgtingi, og
Annika Olsen umboðar Fólkaflokkin. Á býráðsfundi hóskvøldið fer Tórshavnar býráð at
taka støðu til umsóknirnar. Varalimirnir, ið koma í býráðið, um umsóknirnar verða
játtaðar, eru eisini kvinnur. Fyri Katrina Dahl Jakobsen er Halla Samuelsen varalimur,
og fyri Anniku Olsen er Inga Dahl varalimur. Tær hava báðar fyrr havt sæti í býráðnum
sum varalimir.
Juliane við turriklæði
Grønlendski fólkatingslimurin Juliane
Henningsen fer at hava turriklæði á høvdinum, tá
hon í næsta mánað fer til Iran saman við hinum
limunum í uttanríkispolitisku nevndini hjá
Fólkatinginum. Juliane Henningsen sigur við
KNR, at danski sendiharrin í Iran hevur mælt
kvinnunum í nevndini til at lata seg sømiliga í,
sum hon tekur til. Ferðin til Iran er ein kunningarferð, og nevndin skal hitta
iranskar politikarar umframt danska sendiharran í Teheran.
Í longri tíð hava
trolararnir Smaragd
og Fjalshamar verið
til umvælingar, og
meðan bíðað verður
eftir skipunum, eru
Safir og Nónhamar
farnir at partrola
Fiskivinna
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Fríggjadagin
landaðu
ísfiskatrolararnir Safir og
Smaragd á Kósini í Klaks
vík. Skipini høvdu umleið
180 kør í part, og soleiðis
vá samlaða veiðan umleið
210.000 pund, meginpart
urin upsi.
Safir og Nónhamar par
trola ikki vanliga, men tað
gera teir, nú báðir makkar
arnir hjá teimum eru til
ymiskar umvælingar og
ábøtur.
Fjalshamar, sum vanliga
partrolarar saman við Nón
hamri, hevur seinastu tíðina
staðið á beding í Klaksvík,
har skipið eitt nú hevur
fingið aksiltrekk.
Smaragd, sum partorlarar
saman við Safir, hevur eis
ini verið úr vinnu síðan fyri
jólahalguna vegna ymiskar
umvælingar og broytingar,
eitt nú á dekkinum.
Turt gólv
Á Landingarmiðstøð Før
oya í Klaksvík var einki at
gera í morgun, og tey hava
heldur onga fráboðan fingið
um landing teir næstu dag
arnar.
Tað einasta, vit higartil
hava fingið at vita, er, at
línuskipini
Helena
og
Kvikk hava boðað frá land
ing mánadagin í næstu
viku.
Pól Fuglø, landingarfor
maður, sigur, at útlit tískil
eru til eina slaka viku hjá
landarunum í Klaksvík.
Enn er ov tíðliga at siga,
um okkurt kortini verður,
sum vit enn ikki vita um,
men hugsandi er, at hetta
verður ein lítil vika, sigur
landingarformaðurin.
Trolarar til umvælingar
Nú Fjalshamar og Smaragd eru úr vinnu vegna ymiskar umvælingar og ábøtur, partrola Safir og Nónhamar. Teir landaðu
210.000 pund í Klaksvík fríggjadagin
Mynd: Vilmund Jacobsen
Á Landingarmið
støðini hjá Beta í
Saltangará landaðu
teir partrolararnar
Polarhav og Stjørn
una síðstu nátt, tí
skipini skuldu á
beding í Havn tíðliga í
morgun
Fiskivinna
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Leirvíkstrolararnir
høvdu
sløk 300.000 pund tilsam
ans, nú teir løgdu veiðina
upp í Saltangará síðstu
nátt.
Vit landaðu skipini í
nátt, tí tey skuldu vera á
Tórshavnar
Skipasmiðju
longu klokkan 07 í morgun,
siga tey í Saltangará.
Sum skilst, skal okkurt
gerast í sambandi við vatn
gerarnar umborð á skip
unum.
Hvussu hendan vikan
annars kemur at roynast á
landingarmiðstøðini,
var
ikki heilt greitt, tá ið vit
frættu í morgun.
Ísfiskatrolararnir
Edna,
fyrrverandi
Vesturvarði,
sum Faroe Seafood eigur
lut í, landar eini 150.000
pund í Saltangará í morgin,
og á landingarmiðstøðini
vænta tey eisini, at Rókur
og Lerkur og Bakur og
Stelkur koma inn at landa
seinni í hesi vikuni.
Vit vænta, at hesi fýra
skipini koma inn at landa
hósdagin ella fríggjadagin,
siga tey á Beta.
Landaðu á Beta í nátt