fríggjadagur 25. januar 2008síða 22
‹ fyrra síða allar 76 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 18 • 25. januar 2008
Vikuskifti
22
Meðan føroysku floksleiðararnir
hava skund at skipa samgongu,
so er støðan ein onnur í Libanon.
Landið hevur síðan midnátt
23. novembur ´07 verið uttan
forseta og í einari politiskari
undantaksstøðu. Libansku floks
leiðararnir hava verið sera varnir
við at geva seg í samráðingunum,
sum eru farnar fram. Og sambært
libanskum eygleiðarum, so kann
hendan støðan halda sær í eitt ár
fram ella so – eingin av teimum
stóru flokkunum missir stórvegis
vald sum støðan nú fyriheldur
seg, og partarnir tykjast vera
sinnaðir at bíða heilt til valið,
sum verður í mai 2009. Um so
verður fer tíðin at vísa, næsta
høvið at velja forseta og skipa
tingið er sett at verða 13. februar.
Í øllum førum fór skrivarin í
Arabisku Liguni, Amr Moussa,
ið hevur roynt at fáa partarnar
at røkka eini semju, seinasta
vikuskifti til Cairo, uttan at vita
nær hann koma aftur til Beirut at
royna fleiri samráðingar.
Men hvør er so trupulleikin?
Tað er ikki so nógv forsetaval
evnið, ið er trupulleikin. Hann er
funnin. Partarnir eru samdir um
Michel Suleiman generalur skal
innstillast. Heldur er tað ein røð
av øðrum viðurskiftum, ið hava
við tingmannabýtið at gera, sum
liggja tvørt fyri.
Hagtølini, ið eingin
torir at savna
Í Libanon hevur mann gingið
út frá eini fólkauppteljing frá
1932, tá ið mann hevur skipað
landsins valdsbýti. Hendan
fólkauppteljingin segði, at tey
kristnu høvdu ein meiriluta. Av
hesi staðfesting bleiv tað til eina
»gentleman´s agreement« ella
eina politiska siðvenju, at forsetin
skuldi verða kristin maronittur,
tingformaðurin shiamuslimur og
forsætisráðharrin sunnimuslimur.
Og líka síðan hava hesi hagtøl
verið eitt eymt punkt. Men
hetta bleiv broytt í 1990, eftir
eitt 15 ára langt borgarakríggj.
Tá samdust partarnir um eina
aðra skipan, »Ta´if Avtalan«, ið
býtti valdið heldur javnari út.
Gjøgnum 90ini er tað hent, at
shiamuslimarnir og Hizballah
undir leiðslu av Nasrallah er
komin longri inn í politiska hitan
í Beirut. M.a. av hesum hevur
eitt stríð tikið seg upp millum
shia og sunnimuslimar. Tað er
ein sannroynd, at shiamuslimar
er tann størsti trúarbólkurin
í Libanon í dag – umleið 1/3
Libanski
knúturin
Miðeystur
Johan Jacobsen
johan@sosialurin.fo
Libansku politikararnir
kunnu ikki semjast um,
hvussu valdið og tingmanna
býtið skal býtast. Í farnu
viku varð valið av libanska
forsetanum útsett – fyri
13. ferð!
»Damaskus, arabiski mentanarhøvuðsstaðurin 2008«
Meðan støðan í Gasa hevur tikið nógv pláss í arabiskum fjølmiðlum í farnu vikuni, so var ein stórsligin mentanarfagnaður settur
seinasta vikuskifti á Ummayyatorginum í Damaskus. Ein av mongu luttakarunum er kenda libanska songkvinnan Fairouz. Hendan er
heimskend í arabiska heiminum og savnaði sum eingin annar libanska fólkið í tungu árunum frá 1975 til 1990, tá ið borgarakríggið var
í landinum. Tí er tað ikki annað enn natúrligt, at kjak í Libanon hevur tikið seg upp um hvørt tað er rætt ella skeivt av henni at luttaka
í Damaskus. Í stóra blaðnum alHayat fanst tann eini skribenturin at røddum, ið vóru ímóti luttøkuni hjá Fairouz. Hann legði dent á, at
hon ikki vitjar eitt harðrent stýri. Men heldur, at hon luttekur á einum tiltaki, ið fagnar arabiskari mentan og samstundis gevur sýrisku
stjórnini friðarboð, ið siga meiri enn »túsund blaðgreinar og politiskar røður.«