Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-01-28, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 28. januar 2008síða 4

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

4 tíðindi Nr. 19 - 28. januar 2008 Ein orsøk til, at sam­ ráð­ingarnar um ABC samgonguna slitnað­u, var, at Sambands­ flokkurin tvíhelt um, at ein eftirlønar­ og vælferð­argrunnur skal skipast. Her greið­ir landsstýris­ mað­urin í fíggjarmál­ um frá, hví tað­ er neyð­ugt við­ einum slíkum grunni Samgongu­ Samráðingar Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo - Tað er neyðugt at skipa ein eftirlønar- og vælferðar grunn fyri at tryggja væl- ferðina hjás okkara pensjon- istum um nøkur heilt fá ár. Tað sigur Magni Laksá- foss, landsstýrismaður í fíggjarmálum og sum eisini má metast at vera fíggjar- politiskur framsøgumaður hjá Sambandsflokkinum. Fríggjadagin slitnaðu samráðingarnar ímillum Fólkaflokkin, Sambands- flokkin og Javnaðarflokkin um eina nýggja samgongu. Ein høvuðsorsøk til tað var, at Sambandsflokkurin kravdi, at vit av álvara fara at savna pening í ein eftir- lønar- og vælferðargrunn. Tryggja vælferðina Vit hava spurt Magna Laksáfoss, hví tað hevur so stóran týdning fyri Sam- bandsflokkin, at ein slíkur grunnur verður skipaður, at flokkurin enntá kollsigldi samráðingarnar. - Tað er fyri at tryggja vælferðina hjá okkara pen- sjónistum í allarnærmastu framtíð. Tað hevur verið ført fram, at vit skulu seta 200-250 milliónir um árið í ein slíkan grunn heilt til 2035, men tað er ikki rætt, sigur Laksáfoss. - Men tað er neyðugt at seta eina upphædd í grunnin í eini tvey, trý valskeið, ella í eini 8-12 ár. Annars fáa vit ikki ráð til at fíggja ellis-og røktarheim, heilsu- og almannaverk, eftirlønir og annað, sum eitt alsamt vaksandi tal av pensjónistum fer at hava brúk fyri. - Tað er sostatt fyri at verja vælferðina hjá teim- um, sum longu í dag eru eru miðaldrandi, at tað er neyðugt við einum slíkum grunni. Hann vísir á, at í Danmark var avlopi í fjør 73 milliardir hjá tí almenna , altso hjá landi og kommunum. Tað svarar til 7% av bruttotjóð- arúrtøkuni Í Føroyum hevði hetta svarað til eitt avlop hjá landið og kommunum upp á 700 milliónir. Hinvegin vænta danir, at avlopið fer at fella skjótt tey næstu árini pg longu í 2015, er tað komið heilt niður á 9 milliardir og tað er ikki meiri 0,4% av bruttotjóðarúrtøkuni. Sostatt vænta danir at fara 6% eftir hæli tey næstu fáu árini. Orsøkin til tað er, at talið á pensjónistum fer at hækka munandi, samstundis sum talið á fólkið í arbeiðsførum aldri, fer at minka. Í Føroyum hava landið og kommunur eitt hall í fjør upp á 100 milliónir og í ár verður hallið 200 milliónir við gongdini sum nú er. Fara vit eisini 6% eftir hæli tey næstu sjey-átta árini, standa vit við einum halli, sum er nærri einari milliard í 2015. - Lagt verður upp fyri eldrabylgjuni í øllum øðrum londum og eg dugi ikki at síggja, hví vit skulu vera eitt undantak. Hann sigur, at høvdu vit tey næstu árini kunna vent hallinum hjá landi og kommunum til eitt avlop upp á 2% av bruttotjóðarur- tøkuni, hevði tað verið eitt risafet tann rætta vegin. Skal tað eydnast fáa pening í grunnin, kann pen- ingurin útvegast á ymsan hátt, kanska við at strika skattalættan, kanska við at lata vera við at yvirtaka, ella at útseta ymsar útbygg- ingar, sigur Magni Laksáfoss. - Tað er ein spurningur um at raðfesta hendan vælferðargrunnin rættiliga frammaliga. Tað stutta av tí langa er, at almenna avlopið skal upp og hetta er ein spurningur, sum má takast í álvara, leggur hann afturat. Hann sigur, at flestu flokkarnir eru samdir um, at taka málið í álvara, men politiska telvingin hevur verið um, hvussu raðfest- ingarnar so skulu vera. Tí er neyðugt við vælferðagrunni Poul Michelsen úr Fólkaflokkinum vón­ ar framvegis, at ein sjálvstýrissamgonga ímillum Fólkaflokkin, Tjóð­veldið­ og Mið­­ flokkin verð­ur veru­ leikin, men harmast samstundis um, at Fòlkaflokkurin ikki var skjótari at síggja hendan møguleikan SamgonguS­ amráðingar Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo - Eg haldi framvegis, at ein sjálvstýrissamgonga er tað rætta og eg hevði framvegis vónir um, at tað fer at eydnast., Poul Michelsen, ting- maður fyri Fólkaflokkin hevur framvegis vónir um at áheitanin frá sjálvstýris- flokkinum um eina sjálv- stýrissamgongu, verður tikin til eftirtektar. -Tað er eitt heilt natúrligt úrslit var valinum. Formaður okkara, Jørgen Niclasen, hevur skotið upp at skipa eina sjálvstýris- samgongu og tað stuðli eg honum í til fulnar. Og hóast tað stendur aðra- staðni í blaðnum, at Høgni Hoydal heldur at tað er ov seint, vónar hann framvegis, at tað tað endar við eini AEH samgongu. - Eg skilji ikki, at Høgni Hoydal spælir fornermaður bara tí at hann ikki varð spurdur fyrst. - Tað hevði sampakka betri við tann boðskap vit høvdu í valskrá okkara upp- undir valið og eg vildi bara ynskt, at Fólkaflokkurin hevði verið skjótari at sæð hendan møguleikan ístaðin fyri at brúka so langa tíð upp á eina ABC samgonga, sum varð deyðfødd. Hann sigur, at ABC høvdu slitið hvønn annan upp í undanfarna valskeiði og Magni Laksáfoss, sum var ein høvuðsstrupulleiki í henni, fekk eitt kanón val. Tí var tað burturpilt at brúka so langa tíð at royna at endurstovna hana, sigur Poul Michelsen. - Tað var undarligt, at Jóannes Eidesgaard skuldi síggja hetta, áðrenn vit sjálvir sóu tað. Poul stuðlar formanninum til fulnar Magni Laksáfoss sigur, at skulu vit tryggja vælferðina hjá okkara pensiónistum nøkur fá ár, er tað neyðugt at byrja at spara saman nú Poul heldur ikki, at tað nyttar nakað hjá Høgna Hoydal at spæla fornermaður Nýtt! Elektroniskt kotulás Ver tryggur við einum elektroniskum lási frá okkum. einans 3.995,- Íroknað íseting av lásasmiðum okkara Heilt nýggj og øðrvísi lás! Høg góðska og tryggleiki uttan nýtslu av lyklum. 10 ymiskar kotur, vel tølini (1-10) sjálv/-ur. Passar til vanligar lásakassar. Kann setast í inn- og úthurðar. Tolir veður og vind. Kann latast upp bæði uttanífrá og innanífrá við kotu. Kann eisini fáast við alarmskipan. Vælegnað til barnafamiljur, almennar stovnar og fyritøkur. 2 ára garanti Skálatrøð 14 Tel 30 10 20 · vlb@vlb.fo Lásini fáast eisini til fingraavtrykk! Tráðumenn fingu minni Fyribilstøl vísa, at teir sokallaðu stuttleikafiski- menninir fiskaðu 412 tons av laksi og sílum í teimum norsku áunum í fjør. Tað var 87 tons minni enn í 2006, og tølini vísa, at tað var serliga tann smái laksurin, sum sveik. Sambært fyribilstølunum mink- aði nøgdin av smálaksi næstan eina helvt, og tað gjørdi, at meðalvektin á laksinum vaks í fjør og var 3,5 kilo. Av teimum 412 tonsunum vórðu smá 70 tons fiskað í norðurnorskum áum, skrivar NTB. Miðvágs kommuna keypt nýtt øki Hetta er niðari partur av økinum, sum Miðvágs kommuna nú hevur keypt. Heiman fyri verandi útstykking Norði í Heiðum hevur Miðvágs kommuna nú keypt eitt øki til eini 8-10 nýggj sethús, skrivar Vágaportalurin. Broytingar í byggisamtyktini hanga í løtuni frammi á Kommunuskrivstovuni, og so skjótt broytingin er góðkend av Innlendismálaráðnum, so verður klárt at fara undir prosjektering av økinum. Eitt skitsuprosjekt er longu gjørt. Napol- ion Magnussen, borgarstjóri í Miðvági, roknar við, at alt hetta kemur at taka einar 4 mán- aðir. Sambært borgarstjóranum, so standa eini 15 fólk á bíðilistanum hjá Miðvágs komm- unu, so hetta nýggja økið kemur at nøkta tørvin. Tað eru altíð nøkur sum hoppa frá - av ymiskum orsøkum - tá ið stykkir verða boðin út. Í fjør gjørdi Miðvágs kommunu eini 14 stykkir byggibúgvin, so hugurin er góður at seta búgv í Miðvágs kommunu.