Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-01-29, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 29. januar 2008síða 3

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 20 - 29. januar 2008 3 tíðindi Ein hjartans tøkk Bestu heilsanir Bárður PoulsEn Eg sendi øllum, sum á løgtingsvalinum leygardagin góvu fólkaflokkinum atkvøðuna, eina hjartans tøkk. Ein serstøk tøkk til tykkum sum hjálptu mær til valið, og til tykkum sum atkvøddu fyri mær persónliga, tað fløvar. Í sambandi við at Jean Djurhuus er settur sum stjóri á TRYGD, verður móttøka hjá TRYGD á Kongabrúnni, Gongin 7, fríggjadagin 1. februar kl. 15.00–17.00. Øll eru hjartaliga vælkomin. Gongin 7 Postboks 44 FO-110 Tórshavn Tel. 35 81 00 www.trygd.fo Móttøka Barnadeildin á Lands­ sjúkrahúsinum hev­ ur nú fingið egna heimasíðu. Ætlanin er, at hetta skal lætta um hjá foreldrum at koma í samband við læknaskrivaran, umframt at kunna um hvat fer fram á deildini Barnadeildin Eydna Skaale eydna@sosialurin.fo Ein nýggj heimasíða, www. barnadeildin.fo, hevur nú sæð dagsins ljós. Tað er barnadeildin á Landssjúkra­ húsinum, sum stendur hand­ an síðuna. Ì tíðindaskrivi verður sagt, at endamálið við síð­ uni fyrst og fremst er at gera tað lættari hjá sjúkling­ um og foreldrum at sam­ skifta við deildina. Ætlanin er eisini at kunna um hvørji starvsfólkini eru, og hvat fer fram á deildini. Á heimasíðuni er ein teldupostskipan, har til ber at koma í samband við barnalæknaskrivaran. Um fólk hava praktiskar spurn­ ingar viðvíkjandi innlegg­ ing, umsóknum, reseptum o.ø, ber til at senda mail til skrivaran, sum so svarar aft­ ur umvegis mail. Telefon­ tíðin hjá skrivaranum er frá kl 10.30 – 12.30, men við nýggju mailskipanini ber til at koma í samband við skriv­ aran uttanfyri telefontíðina, og t.d. senda henni spurn­ ingar og boð. Hetta fer óiv­ að at lætta um hjá nógvum brúkarum. Sum er, ber ikki til at skriva beinleiðis til barna­ læknarnar, tí við núverandi læknamanning letur tað seg ikki gera hjá teimum at svara spurningum umvegis telduna. Á deildini eru bert tveir barnalæknar, og tí røkk­ ur tíðin heilt einfalt ikki til mailkonsultatiónir. Hetta fer tó vónandi at vera gjørligt einaferð í framtíðini. Ì tíðindaskrivinum verður gjørt greitt, at allar kanning­ ar og innleggingar á deildini tí eisini framyvir fara at krevja ávísing frá vaktlækna ella kommunulækna. Umframt teldupostskip­ anina eru ymiskir praktiskir upplýsingar um deildina at finna á síðuni. Eisini eru hagtøl, foreldrafaldarar, har møguleiki er at heinta fald­ arar um vanligar barnasjúk­ ur, slóðir til ymsar aðrar viðkomandi heimasíður og upplýsingar um sjúklinga­ rættindi. Á síðuni er eisini eitt myndasavn, har til ber at síggja myndir av børnum og starvsfólkum. Síðan er sera brúkaravin­ arlig, so tað er ikki tørvur á tí stóra teldukunnleikanum, fyri at fáa gleði av síðuni. Sí meira á www. barnadeildin.fo. Barnadeildin fingið heimasíðu Tað fyrsta, tú sært, tá tú fert inn á nýggju heimasíðuna hjá barnadeildini á Landssjúkrahúsinum, er ein mynd av smílandi og glaðum starvsfólkum. Heimasíðan skal ætlandi lætta um samskiftið við deildina. Síðan eitur www.barnadeildin.fo Mynd: www.barnadeildin.fo