týsdagur 29. januar 2008síða 7
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
7
tíðindi
Nr. 20 - 29. januar 2008
- Miseydnast hendan
royndin hjá Jóannesi
Eidesgaard at skipa
samgongu, noyðist
hann helst at geva
skarvin yvir og lata
Høgna Hoydal ella
onkran annan taka
yvir, heldur politiski
viðmerkjarin hjá
Sosialinum og Rás2
SamgonguS
amráðingar
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
- Miseydnast hendan roynd-
in hjá Jóannes Eidesgaard
at skipa samgongu ímillum
Javnaðarflokkin, Miðflokk-
in og Tjóðveldisflokkin,
noyðist hann helst at leggja
kongin.
Tað heldur Jógvan Mørk-
øre, politiskur viðmerkjari
hjá Sosialinum og Rás2.
Hann heldur sostatt, at
royndin at skipa eina CHE
samgongu, helst er seinasti
møguleikin hjá Eidesgaard
at skipa samgongu á hesum
sinni.
Miseydnast
hendan
royndin, vænti eg, at hann
verður noyddur at geva
skarvin yvir og at lata
Høgna Hoydal ella onkran
annan
royna
at
skipa
samgongu ístaðin.
Tungt at venda aftur
Í alla farnu viku royndi
Jóannes
Eidesgaard
at
endurstovna
ABC
sam-
gonguna,
men
brádliga
fríggjadagin krøkti hann
bæði A og B av í senn.
Jógvan Mørkøre heldur,
at tað er ein spurningur um
tað ikki var eitt mistak av
Jóannesi
Eidesgaard
at
geva bæði Sambandsflokk-
inum og Fólkaflokkinum
durafjórðingin í senn.
Miseydnast
hendan
royndin at skipa eina CHE
samgongu, er ógvuliga ilt
at hugsa sær, at Løgmaður
hevur aðrar møguleikar.
- At fara aftur til antin
Sambandsflokkin
ella
Fólkaflokkin, fer mest at
líkjast eini biddaraferð og
tað verða uttan iva so tung
spor hjá løgmanni at ganga,
at tað er ein spurningur um
hann yvirhøvur fer at seta
seg í eina slíka støðu, tí tað
er ikki tað besta útgangs-
støðið í eini samráðing.
Jógvan Mørkøre dylir
sostatt ikki fyri, at tað kom
rættiliga óvart á hann, at
løgmaður
krøkti
bæði
Sambandsflokkin og Fólka-
flokkin av ísenn, tí tað fer
uttan iva at avmarka hansara
møguleikar rættiliga nógv,
skuldi tað miseydnast at
skipa eina CHE samgongu.
Hann hevði heldur sæð
fyri sær, at løgmaður fór at
tveita annan flokkin á dyr
og at royna víðari sam-
ráðingar við hinum flokk-
inum og so Tjóðveldinum
afturat.
Tað var altíð vandi fyri, at
Fólkaflokkurin fór at leggja
so hart út á sjálvstýrisleið og
at fáa blokkin skerdan, at
Sambandsflokkurin
ikki
kundi vera við.
Hinvegin var eisini vandi
fyri, at Sambandsflokkurin
og Javnaðarflokkurin fóru at
leggja
so
hart
út
á
fiskivinnuøkinum og kanska
á øðrum økjum við, at
Fólkaflokkurin fór í baklás.
- Sostatt hevði tað ikki
verið óvæntað, vissi tað
ikki hevði eydnast at saman-
sjóða sjónarmiðini hjá fyrst
og fremst Sambandsflokk-
inum og Fólkaflokkinum.
Tí hevði tað heldur ikki
komið
óvart
á
Jógvan
Mørkøre, vissi samráðing-
arnar um ABC samgonguna
í farnu viku, endaðu við, at
Løgmaður og Javnaðar-
flokkurin slepti øðrum av
hinum báðum flokkinum
og helt fram við hinum.
-
Hann
kundi
slept
Fólkaflokkinum
fyri
at
samstarva víðari við Sam-
bandsflokkin og Tjóðveldið
um vinnumálini, og serliga
fiskidagaskipanina,
ella
hann kundi slept Sam-
bandsflokkinum og arbeitt
víðari við eini sjálvstýris-
málum øðrum málum, sum
hann kundi samst við Fólka-
flokkin Tjóðveldið um.
Jógvan Mørkøre metir, at
í
báðum
førum
hevði
Tjóðveldi verið eitt gott
boð, tí við Tjóðveldinum
hevði bæði borið til at tikið
stig á sjálvstýrisleið, men
tað hevði eisini borið til at
funnið semjur um fiski-
vinnumálini.
- Tí haldi eg, at tað var
heilt óvæntað, at báðir
flokkarnir fingu sekkin í
senn, sigur Jógvan Mørkøre.
Men hann sigur tað við tí
fyrivarni, at hann ikki veit,
hvat er farið fram handan
leiktjøldini.
Samstundis halda allir
partar kortini tætt inn at
kroppinum, so tað kann vera
torført at meta um støðuna.
Tí kunnu tað sjálvandi
vera viðurskifti, sum vit ikki
vita nakað um, sum gera
valið hjá løgmanni logiskt.
Men
samgongumøgu-
leikarnir eru nógvir og tað
hongur altíð sum ein hóttan
yvir
samráðingunum,
tí
kemur stígur í onkustaðni,
liggur altíð onkur annar
klárur.
Orsøkin til at Løgmaður
nú er farin eftir Fólkaflokki-
num og Miðflokkinum kann
vera, at hann annars stúrir
fyri, at alt hetta politiska
spælið kann enda við eini
fullveldissamgongu.
Hinvegin hevur tað verið
eitt ávíst fríggjarí ímillum
Sambandi og Tjóðveldið og
tað kundi verið ein ávísur
logikkur hjá Javnaðarflokk-
inum
í
at
roynt
eina
samgongu
ímillum
teir
báðar flokkarnar.
Høgni ella
onkur annar
Skuldi hendan royndin at
skipa
CHE
samgongu,
miseydnast, er spurningurin,
hvat so hendir.
- So verður tað ein spurn-
ingur, hvørjir hinir flokkar-
nir vísa á sum næsta sam-
ráðingarleiðara og tað kann
verða tórført at meta um.
Spurningurin er so kanska
meiri, hvønn teir smáu
flokkarnir fara at vísa á.
- Teir plagdu ikki vera so
altráðir eftir at vísa á
Tjóðveldið, men í hesum
førum kann tað vera, at
Miðflokkurin er sinnaður
fyri eini sjálvstýrissam-
gongu og sostatt fer at vísa
á Høgna Hoydal.
Men tað er eisini greitt,
at tann, sum so fær sam-
ráðingarrættin, fær sam-
stundis ein fyrimun í telv-
ingini um at løgmansessin
og har plaga teir stóru
flokkarnir at vísa á teirra
egna formann.
- Tí kann tað einsvæl
gerast ein spurningur um
persónar sum um flokkar og
har kann tað vera ein spurn-
ingur um, hvat teir ymsu
flokkarnir vilja góðtaka.
Veljarakanningarnar hava
víst, at Høgni Hoydal hevur
havt vaksandi undirtøku
fyri at gerast løgmaður,
samstundis
sum
bæði
sambandsformaðurin, Kaj
Leo Johannesen og fólka-
floksformaðurin,
Jørgen
Niclasen, havi staðið nógv
veikari.
- Tað kann verða tann stóri
møguleikin hjá Tjóðveldi-
num at fáa løgmann fyri
fyrstu ferð í søguni, heldur
Jógvan Mørkøre.
Løgmaður trýstur upp í ein krók
Miseydnast hendan royndin
hjá løgmanni, noyðist hann
helst at leggja kongin
Ein samgonga millum
Javnaðarflokkin,
Tjóðveldi og Miðflok-
kin hevur so nógvar
leysar kanónir á
dekkinum, at eg dugi
illa at síggja, at hon
kann halda serliga
leingi, heldur politiski
viðmerkjarin hjá
Sosialinum og Rás2
SamgonguS
amráðingar
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
- Eg dugi illa at ímynda
mær, at ein samgonga ímill-
um Javnaðarflokkin, Mið-
flokkin og Tjóðveldið kann
halda serliga leingi
Tað heldur Jógvan Mørk-
øre, politiskur viðmerkjari
hjá Sosialinum og Rás2.
Hann vísir á, at ein CHE
samgonga hevur bara 17
tinglimir í rygginum og tað
merkir, at bara ein leypir
frá í onkrum máli, er
meirilutin fokin.
- Og hesi seinastu val-
skeiðini hava víst, at báðir
teir stóru flokkarnir hava
leysar kanónir á dekkinum,
sum tað ongin trygd er fyri,
at floksformenninir klára at
stýra í avgerðandi løtum.
Løgmaður hevur hinvegin
víst á, at ein 17 mannasam-
gonga hevur tað styrki, at
tað fer at krevja disiplin av
hvørjum einstøkum ting-
limi og at tað er ein styrkur
- Men fráboðanin sein-
astu dagarnar frá Gerhardi
Lognberg, sum setti ófrá-
víkilig krøv til Sandoyar-
tunnilin, áðrenn samráðing-
arnar byrjaðu og frá Heina
O. Heinesen um vinnuligan
fiskiskap, benda á, at tað er
ongin trygd fyri disiplinini.
Tí er hetta eitt sindur
vágaligt og kanska enntá
eitt sindur bláoygd.
Tí hevði Jógvan Mørkøre
sæð fyri sær, at Sjálvstýris-
flokkurin kom við í sam-
gonguna sum ein buffari,
men tað hevur Løgmaður
ikki áhuga í.
Og tað undrar hann og
tað undrar hann serliga, at
Skálafjarðartunnilin
skal
viga so tungt, tí tað er ikki
eitt mál, sum hevur verið
umrøtt í valstríðnum.
Og nettupp spurningurin
um
Skálafjarðartunnilin
kann vera eitt mál, sum fær
onkra av teimum leysu
kanónunum
ganga
av.
Serliga kann tað vera torført
hjá tinglimum við tilknýti
til Eysturoy at góðtaka, at
pilka verður við ta ætlanina
nú og so hevur samgongan
longu mist meirilutan.
Tað, sum er frammi nú
um Skálafjarðartunnilin, er
at nú skal tað vera eitt
alment partafelag, sum skal
fer hann, so at avkastið
kann brúkast til at fíggja
aðrar verkætlanir við.
- Løgmaður hevur havt
góðar royndir av at hava
nakrar tinglimir í meiriluta,
so at samgongan hevur eitt
fríholt og tí haldi eg at tað
er eitt sindur vágaligt at
seta álitið á eina samgongu,
sum er treytað av, at øll
ganga í takt í øllum málum,
heldur Jógvan Mørkøre.
Nógvar leysar kanónir á dekkinum
Drápsmaður krevur endurgjald
Ein spanskur bilførari, sum í summar koyrdi á og drap ein ungan mann
á súkklu, hevur nú kravt familjuna hjá tí deyða eftir 150.000 krónum.
Peningurin skal gjalda teir skaðar, sum luksusbilur hansara fekk, tá
ungdi kroppurin og súkklan raktu bilin. Tað skrivar Reuters. Afturat
teimum 150.000 krónunum fyri skaðan á bilin, krevur maðurin eisini
30.000 krónur, sum var kostnaðurin fyri at vera noyddur at leiga ein
bil, meðan hansara egni var á vekstaði. Familjan hjá offrinum øtast -
sum vera man- um kravið.
4.000 vilja hoyra Bryan Adams
Five Star Entertainment, sum stendur fyri konsertini við Bryan
Adams í summar, sigur í tíðindaskrivi, at tey higar til hava selt fleiri
enn 4.000 atgongumerki. Higartil eru atgongumerkir seld á netsøluni
hjá Eik og í Kunningarstovuni í Havn, men nú seinastu
atgongumerkini verða sett til sølu, ber eisini til at keypa hesi á
Kunningarstovunum í Vági, Runavík og Klaksvík.