Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-01-30, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 30. januar 2008síða 2

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

2 Nr. 21 - 30. januar 2008 Í heyst vóru menn lidnir við at seta upp trygdarhegnið beint við bygdina í Tjørnuvík. Endamálið er at forða grótið at detta oman á vegin. Hetta hevur eydnast væl, men tjørnuvíkingar hava kortini eina nógv betri og tryggari loysn í huga Ferðsla Snorri Brend snorri@sosialurin.fo Tjørnuvík: Neyðugt hegn: Ja! Trygt hegn: Lutvíst! Pent hegn: Nei! Vakra bygdin norðarlaga á Streymoynni við stóra sandinum, hevur nú fingið nakað sum eingin onnur bygd í Føroyum hevur: Eitt 220 metrar langt trygdar­ hegn. Hetta er sett upp fyri at forða gróti og smásteinum at detta oman, sum annars eru til stóran ampa fyri bygdarfólkið tá tey skulu burtur í aðra bygd. Fyri fólkið er hetta kortini bert at meta sum ein fyribils loysn – men kortini eini loysn sum kanska verður annað enn bert ein fyribils­ loysn. Tá Sosialurin og Rás2 vitj­aðu í Tj­ørnuvík fyrra­ partin í gj­ár, skiltist skj­ótt á fólki at tey sóu avgj­ørt nytt­ una í hesum trygdarhegni­ num. Men – ­ Skal ein tosa um full­ komnan tryggleika, so fæst hann bert við einum tunli til Haldórsvík!, segði Sól­ run Magnussen úr Tj­ørnuvík í samrøðu við Rás2 í mid­ degi ígj­ár. Sólrun, sum arbeiðir í Streymnesi, staðfesti sam­ stundis í stuttu samrøðuni, at bygdarfólkið óttast, at nú trygdarhegnið er komið upp, eru allar ætlanirnar um ein tunnil útsettar í tað óvissa. Grót og smásteinar Hvønn einasta dag koyra fólk í Tj­ørnuvík aftur og fram gj­øgnum líðina, tá tey skulu til arbeiðis ella hava onnur ørindi aðrastaðni. Tey hugsa kanska ikki so nógv um tað longur, men ein sannroynd er tað, at fólk ikki altíð hava kent – ella kenna – seg eins trygg við at koyra teir fyrstu hundrað metrarnar úr heimbygdini. Tað er nærum ikki dagur, at ikki onkur smásteinur ella grót liggur á vegnum. Og í tí eina førinum datt ein steinur oman so stórur, at hann sperraði fyri allari koyring. Hóast tey liva undir hes­ um umstøðum og kanska eisini óttast at koyra av bygdini, so er einki alterna­ tiv til hetta: Hetta er einasta farleið teirra til umheimin. Ynskið hj­á bygdarfólki­ num hevur altíð verið at hava tryggar umstøður at ferðast undir. Og fyri tey er eingin ivi um, hvussu tann loysnin sær út: Ein tunnil millum Tj­ørnuvík og Hal­ dórsvík! ­ Men hygga nú. Nú er hegnið komið upp, og tað einasta, sum vit hava fingið burtur úr tí er at vit kunnu gloyma alt um tunnilin í mong ár aftrat, sigur ein annar tj­ørnuvíkingur. Taka 10 tons Tey hj­á Landsverki eru sj­álvandi greið um tær umstøðurnar sum fólkið í bygdini livir undir hvønn einasta dag, bæði summar og vetur. Í september mánaði í 2006 vóru umboð fyri Landsverk á vitj­an hj­á Stat­ ens Vegvesen í Noregi. Endamálið við vitj­an­ ini var at fáa størri innlit í alternativar loysnir viðvíkj­­ andi fj­allatrygging av líð­ um, har skriðu­ og skalvalop og omanlop av gróti á veg­ irnar er til ampa fyri tey ferðandi. Avgj­ørt var at seta upp eitt 220 metrar langt og fýra metrar høgt trygdarhegn upp sum eina roynd beint sunnan fyri bygdina. Hetta er bert eitt av strekkj­unum, har nógv grót dettur oman á vegin. Hesi hegnini hava tey góðar royndir við í Noregi, og í roynd og veru kunnu tey steðga steinum sum viga heilt upp í 10 tons. Satt at siga, so sóu teir beinan­ vegin, hvussu neyðugt tað var slíkum hegni: Meðan teir arbeiddu við hegninum datt ein 125 kilo stórur steinur oman og end­ aði í hegninum – og altso ikki á landsvegnum! Pent er tað ikki Serfrøðingar innan trygging av fj­allavegum í Noregi vóru eisini í Føroyum fyri at finna best egnaða økið til eitt slíkt hegn. Hugt varð millum annað eftir Viðareiðisvegnum, veg­ num gj­øgnum Sandslíð, vegnum millum Langasand og Tj­ørnuvík, og sj­álvandi eisini vegnum oman móti Tj­ørnuvík. Avgj­ørt varð at gera eina roynd á hesum økinum. Tj­ørnuvíkingar eru sum vera man fegnir um hesa loysnina. Men sum teir siga tað: Hetta hegnið dekkar bert teir fyrstu 220 metrar­ nar. Steinar og grót detta niður á vegin allan vegin niðan gj­øgnum líðina og sunnanfyri. ­ Hegnið er fínt, men nøktar bert ein avmarkaðan tørv. Og pent, ­ tað er tað so slett ikki. Í Noregi kann ein altíð krógva eitt slíkt hegn aftanfyri trø, men tað kunnu vit ikki gera her. ­ Ja, hvat munnu tey mongu ferðafólkini í summ­ ar fara at halda. Hetta er avgj­ørt ikki við til at hugna um hesa vøkru bygdina, sigur ein annar tj­ørnuvík­ ingur. Kenna ikki trupulleikan Hóast fólk síggj­a nyttuna í einum slíkum hegni, so er hetta bert ein fyribils loysn í teirra verð. Í fleiri umførum hevur ver­ ið tosað um tað neyðuga í at ein tunnil varð gj­ørdur hiðani og til grannabygdina Hal­ dórsvík. Enn er hetta bert vorðið til tos og valagn. Uppskot og fyrispurningar hava verið á tingi um hetta málið, og í fj­ør lj­óðaði frá einum táverandi tingmanni í økinum, at peningur skuldi j­áttast til tunnilin á fíggj­ar­ lógini fyri 2008. Sum kunnugt er henda ikki endaliga samtykt enn, eins og samgongan heldur ikki er skipað. Tí dugir eingin at siga við vissu, um nøkur j­áttan verður til veru­ ligar kanningar av hesum málinum. Tað er helst so sum ein tj­ørnuvíkingur tók til: ­ Hevði onkur politikkari, landsstýrismaður ella stj­ór­ in á Landsverki búð í Tj­ørnuvík, høvdu vit fyri langari tíð síðani havt ein tunnil til Haldórsvíkar. ­ Men tað vísir seg sum um at eingin hevur áhuga fyri okkum, uttan tá val er í hond, sigur hesin álvarsam­ ur. SAMBAND jákup Mørk jAkup@SoSiAluriN.fo tlf. 341800 tíðindi Kundi tú hugsað tær at arbeitt sum vikarur? Ella komið í eitt fast starv? Vilt tú verða fleksibul og ráða yvir tíðini sjálv/ur? Vit hava eisini brúk fyri pensionist- um og lesandi. Vit røkka um alt landið. Far inn á heimasíðu okkara www.temp-team.fo TEMP-TEAM, Niels Finsensgøta 37, FO-100 Tórshavn Tel.: +298 61 61 00 TEMP-TEAM er eitt vikarbureau. TEMP-TEAM Føroyar er ein partur av fleiri deildum runt um í Europa og úti í heimi. Okkara uppgáva er at finna starvsfólk, ið kunnu arbeiða sum vikarar og tey sum vilja koma í eitt fast starv, bæði á sjógvi og landi. Kom og skráset teg Hegnið er nyttugt – men ikki pent Trygdarhegn Í Noregi hava tey í nógv ár arbeitt miðvíst við fjallatrygging. Millum teir nógvu møguleikarnar teir hava fyri hesum, eru hesi trygdarhegnini. Eftir eina vitjan í Føroyum var avgjørt at royna hesa loysnina á vegnum til Tjørnuvíkar, har ein hevur trý støð har grót rapar oman á vegin – við bygdina, í Líðini og við Marmarkallará. Valt varð henda loysnin beint við bygdina, tí her er trupulleikin mest konsentreraður yvir ein tein sum var beint omanfyri 200 metrar langur. Í september mánaði í fjør byrjaðu teir at seta hegnið upp og 24. oktober var arbeiðið hjá norsku fyritøkuni MESTA liðugt. Hegnið er fýra metrar høgt og stendur 10 metrar frá vegnum. Arbeiðið kostaði góðar 2 mió krónur. (Kelda: landsverk.fo) FAKTA Hegnið tekur bæði stórar og smærri steinar – heilt upp í 10 tons. Tjørnuvíkingar halda kortini ikki, at hetta er ein serliga pen loysn Eitt skelti boðar frá, at her kann grót detta niður á vegin. Tað ger tað hvønn einasta dag, men við hegninum hevur ein fingið eina nyttuga loysn