mikudagur 30. januar 2008síða 38
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
38
Nr. 21 - 30. januar 2008
Stutt Sagt
Tollari tikin
av døgum
Ein
embætismaður
í
iranska tollverkinum varð
avrættaður í gjár, eftir at
rætturin hevði dømt hann
sekan í sviki. Ein talsmað
ur hjá ákæruvaldinum
segði, at tollarin og tríggir
av starvsfeløgum hansara
vóru dømdir til deyða,
men at trý av málunum
bíða eftir endaligari støðu
takan. Sambært talsmanni
num høvdu teir fýra toll
ararnir tikið ímóti meiri
enn fimm milliónum krón
um í ólógligum samsýn
ingum. Júst mutur er eitt
sera álvarssamt lógarbrot
í Iran og fær ofta harða
revsing. Herfyri fingu
tríggir embætismenn í ein
um gassfelagi tíggju ára
fongsul og 74 koyrlasløg í
part fyri svik.
Leiðslan
visti alt
Tann 31 ára gamli franski
bankamaðurin
Jérome
Kerviel hevur greitt løg
regluni í París frá, at leiðsl
an í bankanum Société
General visti, at hann
fekst við ymiskt, sum var
uttan fyri hansara heim
ildir. Jérome Kerviel hev
ur sambært Société Gene
ral snýtt bankan fyri fyri
meiri enn 30 mia. krónur,
men nú er komið fram, at
bankin bleiv ávaraður um
virksemi hansara seinasta
heyst. Tað vóru ivaleyst
hesar avdúkingarnar, sum
gjørdu, at Jérome Kerviel
varð latin leysur úr varð
haldinum í París fyrra
kvøldið.
Stutt og
strævið lív
Egyptiskir fornfrøðingar,
sum eru í ferð við at kanna
fornaldarbýin
Amarna,
hava funnið beinagrindir
av fleiri av monnunum,
sum bygdu býin fyri
umleið 3.500 árum síðani.
Við at kanna beinagrind
irnar
eru
serfrøðingar
komnir til ta niðurstøðu,
at menn tá á døgum høvdu
eitt strævið arbeiðslív, at
teir fingu í minna lagi at
eta, og at teir livdu stutt.
Sambært jarðfrøðingun
um tók tað 15 ár at byggja
Amarna, og ta fyrstu tíð
ina búðu 50.000 fólk í bý
num.
SAMBAND
árNi joeNSeN
fArtekSt@MAil.Dk
– Vit mugu fáa nýval sum skjótast, tí Italia tørvar
eina stjórn, sum kann arbeiða og byrja beinanvegin
(Silvio Berlusconi)
útlond
Fyrrverandi krígs
fangin John McCain
er nú besta boðið upp
á forsetavalevnið hjá
republikanarunum í
heyst
– Nú kunnu vit vinna tað,
sum eftir er, segði John
McCain í takkatrøðu síni í
nátt, tá tað var greitt, at
hann hevði vunnið uppstill
ingarvalið hjá republikanar
unum í Florida.
McCain fekk 36 prosent
av atkvøðunum, og næstur
honum var Mitt Romni við
31 prosentum. Tann stóri
taparin
var
fyrrverandi
New
Yorkborgarstjórin
Rudy Giuliani. Hann hevði
sett sær fyri at byrja sítt
uppstillingarstríð við at
vinna í Florida, men endaði
væl aftan fyri hinar báðar
floksfelagarnar.
Eygleið
arar vænta, at hann fer at
taka seg burtur úr kapping
ini nú.
Demokratarnir høvdu eis
ini uppstillingarval í Florida
í gjár, men úrslitið taldi ikki
við, tí demokratiski flokkur
in hevur boykottað Florida,
tí staturin framskundaði
uppstillingarvalið. Hillary
Clinton var tað einasta
demokratiska
valevnið,
sum var í Florida, og hon
vann eisini við 50 prosentum
av atkvøðunum. Barrack
Obama fekk 30 prosent.
Politiskir eygleiðarar í USA
siga, at hóast sigurin hjá
Hillary Clinton ikki telur
við, var hann ivaleyst ein
moralskur stuðul aftan á
ósigurin í South Carolina.
McCain á odda
Fyri John McCain hevði sig
urin í Florida harafturímóti
sera stóran týdning. Hann
hevur alla tíðina verið mettur
sum tað stóra spurnartekinið,
tí í ymsum viðurskiftum
hevur hann eina aðra meining
enn republikanski flokkurin.
Men aftan á valið í Florida
má hann metast sum tað av
teimum republikonsku val
evnunum, sum hevur teir
bestu møguleikarnar.
Florida er tann størsti og
samstundis tann mest fjøl
broytti staturin, sum hevur
havt uppstillingarval higar
til, og við sigrinum har hev
ur John McCain sett seg á
odda undan tí stóra valdeg
num týsdagin í næstu viku.
Fyrrakvøldið vóru Hillary Clinton og
Barrack Obama í Kongressini, men tey
hugdu ikki upp á hvør annan
Hillary Clintion og Barrack Obama vóru í Kon
gressini fyrrakvøldið, tá George W. Bush, for
seti, helt sína seinastu røðu um støðu tjóðar
innar.
Men tað var týðiligt, at tey bæði sita ikki væl
um sátt.
Nakrar tímar frammanundan hevði tann kendi
senatorurin Edward Kennedy boðað frá, at hann
styðjar Barrack Obama í valstríðnum, og teir
báðir sótu eisini lið um lið í Kongressini. Tá
Hillary Clinton kom fram við teimum, rætti
Edward Kennedy henni hondina og heilsaði,
men Obama vendi sær burtur.
Myndin úr Kongressini sigur
meiri enn mong orð
(Mynd: Polfoto)
- Nú kunnu vit vinna alt, segði John McCain í takkarrøðu síni í morgun
(Mynd: Polfoto)
Hugdu
ikki
upp á
hvør
annan
Nú er McCain besta boðið
Føddur: 29. august 1936
1958: Útbúgvin á herflotaskúlanum. Síðani
flogskipari í herflotanum
1967: Skotin niður við flogfari sínum í
Vietnamkrígnum og tikin til fanga
1973: Latin leysur og sendur aftur til USA
1982: Valdur í Umboðsmannatingið fyri
republikanararnar
1986: Valdur í Senatið
FaKta