fríggjadagur 1. februar 2008síða 28
‹ fyrra síða allar 76 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
28
Nr. 23 - 1. februar 2008
SAMBAND
jákup Mørk
jAkup@SoSiAluriN.fo
tlf. 341800
ítróttur
KÍF skal á vitjan í
Vestmanna í týdning
armiklum dysti,
meðan oddaliðið, og
sera væl spælandi StÍF
tekur móti H71
HONDBÓLTUR
Niels Petersen
niels@sosialurin.fo
Ikki var tað gamalt, at man
tosaði um VÍF og botn
uppgerð í sama setningi,
men soleiðis er veruleikin í
dag. Tað hevur ikki gingið
eftir vild hjá teimum sigurs
vandu gulu úr Vestmanna,
og stóra mannfallið av
leikarum, í mun til í fjør,
hevur sett síni djúpu spor.
Tá tað so er sagt, so má
eisini sigast, at tað bert er
eitt stig upp til triðja plássið,
ið H71 í løtuni eru á.
Nú skal tað vera
Skulu Kollfirðingar gera
sær nakrar vónir um at fáa
nakað burturúr kappingar
árinum, skulu teir til at
vinna nøkur stig skjótt.
Hóast tað neyvan gerst
nøkur løtt uppgáva, mugu
teir koma seg yvir missin
av millum annað Gert
Hansen, og fáa nýggja
íslettið samanspælt. Í løtuni
liggja teir á einum skuffandi
síðsta plássi við bert trimum
stigum, ið teir øll fingu
afturi í november, móti
Kyndli og StÍF á heimavølli.
Úrslitini tá vórðu ávíkavist
3029 og javnleikur 2727.
So teir kenna vegin. Spurn
ingurin er bara um teir
finna vegin aftur, aftaná at
hava verið vilstir eina løtu.
StÍF stima frameftir
StÍF eru, hóast avbera góðu
gongdina, bert tvey stig
frammanfyri Neistan, og tí
skal tað ikki so nógv til, um
tað skuldi byrjað at gingið
galið hjá teimum, at Neistin
kann gera sær dælt av
støðuni. Men so er eisini alt
sagt. StÍF hava, um nakar,
heilt greitt uppiborið at
liggja soleiðis, sum teir
gera. Teir hava víst ræðandi
styrki í øllum kappingar
árinum, og tykjast stevna
beina
kós
móti
sætta
meistaraheiti felagsins.
Kvinnurnar
spæla eisini
Tveir dystir eru í Sunset
kappingini um vikuskiftið,
og tað er á Skála, har StÍF
tekur móti suverenu Stjørn
uni úr Klaksvík, og so er
ein dystur í Vestmanna, har
VÍF skulu royna at steðga
VBkvinnunum, ið tykjast
ætla sær at vinna sær
finalusess í FM, eftir at tær
mistu
møguleikan
fyri
finalusessi, tá tær taptu
báðar hálvfinaurnar móti
sera vælspælandi Stjørnuni.
VB er eisini einasta lið í
Sunsetkappingini, ið hevur
megnað at vunnið móti
Klaksvíks kvinnunum, og
ein dystur teirra millum
endaði eisini javnur.
Botnuppgerð í Vestmanna
kulu Kollfirðingar gera sær nakrar vónir, um ikki at enda niðast í kappingini, skulu teir til at skava sær nøkur stig saman úr ymsu dystunum. Um vikuskiftið er tað
VÍF, ið stendur fyri, so spennandi verður at fylgja tí gongdini
Álvur Haraldsen