Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-02-01, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 1. februar 2008síða 4

‹ fyrra síða allar 76 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 23 • 1. februar 2008 Vikuskifti 4 - Játtanin til ÍSF hevur staðið í stað á løgtingsins fíggjarlóg síðani 1993. 1993 var eitt hitt ringasta kreppuárið í landsins søgu, og tá minkaði játtanin til ÍSF munandi. Ítrótturin hevur framvegis som játtan sum tá. Talan er um 2 miljónir kr, umframt játtan til ítróttaferðir. Ongin játtan er til umboðan ella til útlendskt samstarv ella altjóða luttøku, er heldur. - Verandi játtanir, ið ÍSF fær, røkka nærum ikki til dagliga virksemið. Og so slettis ikki til menning, herundir til lands- liðsarbeiðið. Og tá serliga ungdómslandsliðs-arbeiðið, tí tey vaksnu landsliðini hava eina hægri raðfesting! Vit eru inni hjá Petur Elias Petersen, næstformanni hjá ÍSF, sum eisini er væl kendur frá kappróðrar-umhvørvinum. Men tað sæst týðiliga, at Petur Elias heldur, at tað er ein tungur róður at fáa ÍSF at virka eftir ætlan. Vóru grammir Petur Elias greiðir frá, at ÌSF gjørdi eitt risastórt arbeiðið fyri at útvega føroyingum møguleikan at tippa, og at spæla lotto. Men tá P/F Ítróttarvedding best varð komin upp at koyra gjørdist politikkarnir grammir. Ágóðin hjá ÍSF av ítróttarveddingini bleiv skorin niður á 60%. Politikkarnir syrgdu fyri, at Mentamálaráðið fekk 20%, og at Føroya Ungdóms- ráð fekk 20%. - Ikki tí! Vit unna væl, at FUR fær hasi 20%. Vit halda bara, at ÍSF og FUR burdu býtt tey 20%, sum Mentamálaráðið fær, sigur hann. Góð úrslit Petur Elias vísir eisini á, at før- oyskur ítróttur hevur havt nógv góð úrslit í millumtjóða og altjóða kappingum. Her sipar Petur Elias m.a. til svimjingina, og øll teirra avrik. Tey seta met, sum ongantíð áður. Yngru flogbóltslandsliðini og yngri fótbóltslandsliðini. Og fimleikurin hevur eisini klárað seg væl í m.ø. estetiskum fimleiki. Sum eitt hitt besta dømið, so nevnir hann Oyggjaleikirnar á Rhodos í fjør. Tá Føroyar gjørdust nr. 3, og settu føroyskt met fyri vunnin heiðursmerki. Hondbóltslandsliðið fekk eisini góð úrslit á heimavølli ímóti Serbia og Ísrael. - Um vit fingu eina størri játtan, og hetta var oyramerkt til altjóða luttøku, so høvdu vit fingið enn størri ferð á aktivitetirnar. Haraftrat høvdu tey, ið ikki hava ráð at luttaka í altjóða og millumtjóða kappingum, fingið møguleikan at vísa kynstur síni, sigur Petur Elias. Skulk Petur Elias Petersen er eisini harmur um, at Mentamálráðið ikki hevur syrgt fyri, at somu reglugerðir og rættindi eru galdandi fyri allar skúlar, og allar lærustovnar landsins. Á alt ov nógum miðnámsskúlum uppliva næmingar, at teir verða skrásettir fyri skulking, tá teir eru uttanlands og umboða sítt land í millumtjóða og altjóða kappingum. - Hetta er so ikki motiverandi fyri tey ungu. Heldur tvørturímóti, sigur hann avgjørdur. - Her eiga vit sjálvsagt at skipa reglugerðirnar soleiðis, at tey ungu fáa loyvi at íðka sín ítrótt, uttan at tað gongur útyvir skúlan. Eitt kent dømi úr Noregi er Steffen Iversen. Tá Steffen Iversen fekk ein sáttmála við Tottenham í 1996, so fekk hann ein part av herskylduni hjá sær útsetta. Í øðrum londum er ein politikkur á hesum økinum. Í Føroyum er eingin slíkur enn. Petur Elias nevnir eisini, at lærarar verða trektir í løn, um teir sum virknir venjarar ella ítróttarleiðarar fara uttan- lands, ella um teir skipa fyri ítróttarkappingum her. - Í Íslandi fáa almenn sett starvsfólk frí við løn tá tey fara út um landoddarnar at umboða sítt land. Ella um tey fáast við tiltøk, sum eru landinum til sóma. Ísland hevur sæð týdningin av at hava aktivar leiðarar – eisini um tey eru í almennum starvi. Petur Elias fegnast kortini um ítróttarbreytina, sum Handilsskúl- in á Kambsdali hevur tikið stig til. Og sum er ein stórur bati fyri tey ungu, sum gera nógv við ítróttina. Hann hevur nógv rós at bera hes- um átakinum. Petur Elias kundi hugsað sær, at elitu-íðkarnir kundu fingið eina starvsløn frá landinum, eins og vit kenna tað frá listini. Hetta hevði gjørt tað møguligt at fara og vant í teimum fremstu londunum innan teirra ítróttargrein. Uppvaksin í Sandavági Petur Elias er annars vaksin upp í Sandavági. Hann er sonur Niels M. Petersen og Julionnu, fødd Andreassen úr Havn. Petur Elias hevur tvær yngri systrar, Dorthea og Birita. Sandavágur var eitt gott pláss at vaksa upp í hjá einum aktivum smádreingi. – Har var seyður, har var nótakast, har var áin, og har var vøllurin á Valloyrini, greiðir Petur Elias frá. Hann fór at sparka við SÍF, sum 11 ára gamal. Torkil Nielsen var á liðnum, og longu tá bar hetjan frá Landskrona liðnum hjá sær. – Eg var annars í Landskrona tann søguliga dagin, tá Føroyar vunnu 1-0 á Eysturríki. Føroy- ingahúsið í Keypmannahavan skipaði fyri einari bussferð, og eg meldaði meg til, tí eg var eitt ørindi niðri tá. Petur Elias var ikki altíð so drúgvur á vøllinum, men tað var skjótt, at tey har vesturi sóu hansara organisatorisku evnir. Í nevnd 15 ára gamal Petur Elias kom í høvuðsnevndina hjá SÍF, sum varð mannað við 5 kvinnum, og 5 monnum. Petur Petur Elias um føroyskan mat - Mær dámar væl føroyskan mat. Hann má verða við til ymisku, serligu høvini. Føroyskur matur er siðaarvur, sum ikki má detta niðurfyri. ...um kommunusamanlegging - Tað er uppá tíðina, at Sandavágur og Miðvágur leggja saman til eina kommunu. Frá 5. flokki gekk eg í felagsskúlanum á Giljanesi, og eg havi eisini verið leiðari fyri Føroya Banka vesturi í Vágum, sum hevði sætið í Miðvági. Saman standa vit sterkari! Petur Elias Petersen, næstformaður hjá ÍSF, harmast um, at játtanin hjá Føroya Løgtingi til ÍSF hevur verið fastfryst síðani 1993. Ítrótturin í Føroyum hevur ikki líka góðar karmar at virka undir, sum tey hava í grannalondunum, og tað kostar millum annað í altjóða luttøkum Ítróttarprofilurin Heri Simonsen herisim@sosialurin.fo Navn: Petur Elias Petersen Føddur: 30. desember 1965 Giftur: Innu Sigvardsen av Argjum Børn: Vár (1999), Eyð (2002) og Sólja (2005) Útbúgvingar: HF frá Hoydølum í 1985, og bankaprógv frá Gamla Føroya Banka í 1989 Starv: Marknaðarleiðari í Tryggingarfelagnum Føroyum Felag: SÍF Fakta Ítrótturin manglar k