Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-02-01, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 1. februar 2008síða 5

‹ fyrra síða allar 76 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Vikuskifti 5 Nr. 23 • 1. februar 2008 ... um Vágatunnilin - Hann hevur verið mær, og mongum øðrum góður. Hann skuldi bara verið komin nógv fyrr. Ætlanin skuldi ikki verið útsett í 1989. Hevði hann ikki verið steðgaður tá, so hevði eg óivað búð í Sandavági, enn tann dag í dag. Tað er einki stress við tunnlinum, í mun til fyrr. ... um innandura rógving - Hann kann verða bæði góður og ringur. Góður, tí tú kanst íðka tá tú vil, og hevur tíð. Tað er eisini nógv tryggari fyri veður og vind. Tú er tað keðiligt, um hesin gongur út yvir tann siðvanda róðurin við bátunum. Har mugu vit verða varin! Elias sat í nevndini hjá SÍF fram til 24 ára aldur. Gardar Joensen, Jóanes Nielsen og Dánjal Thomsen vóru formenn um hesa tíðina. Pápin hevði eisini sitið í nevndini hjá SÍF, og pápabeiggin Sigurd sat í nevndini hjá SÍF í eina hálva øld. Frá 15 ára aldri og fram til 18 ára aldur róði Petur Elias við Ørnini. Teir vunnu ongar heiðurskrónir, men onkuntíð fingu teir heiðurlig úrslit. Petur Elias sat í dómaranevndini hjá Hondbóltssamband Føroya frá 1986-1990. Árini 1988-1994 sat hann í starvsnevndini hjá Róðrarsambandinum. Árini 1988-1993 var hann formaður í kappingarnevndini. ÍSF kallar Petur Elias var valdur í starvs- nevndina hjá ÍSF í 1995, og har hevur hann sitið síðani. Fram til 2005 var hann valdur skrivari. Og hevur hann verið næstformaður, síðani Sverri Midjord segði sessin frá sær í 2005. Petur Elias var við til at byrja dopingeftirlits-nevndina, og sat hann eisini í tí fyrstu nevndini. Eisini er Ítróttadómstólurin settur á stovn. Hann hevur verið við til at fyrireika 6 ferðir til Oyggjaleikirnar millum 1997 og 2007. Hann var limur í Oyggjaleikanevndini inntil 2005, tá hon var avtikin. Tað arbeiðið verður nú gjørt av starvsnevndini og umsitingini hjá ÍSF. Petur Elias varð eisini liðleiðari hjá A-landsliðnum í fótbólti millum 1993 og 2002. - Tað var ógvuliga gevandi og mennandi. Og havi eg nógv góð og rík minnir frá tí tíðini. Eg fekk sæð og upplivað nógv hesa tíðina! Men Petur Elias minnist ilt á túrin til Bucharest, tá Føroyar taptu 0-7. - Tað var súrt at skula ferðast so langt og verða so illa bankaðir. 42 ára gamli sandavágsmaðurin hevur nógvar royndir, so hann veit hvat hann tosar um, tá hann roynir at koma í tal við politikkarnar, fyri at fáa teir at geva ítróttinum betri karmar. karmar - Um vit fingu eina størri játtan, og hetta var oyramerkt til altjóða luttøku, so høvdu vit fingið enn størri ferð á aktivitetirnar. Haraftrat høvdu tey, ið ikki hava ráð at luttaka í altjóða og millumtjóða kappingum, fingið møguleikan at vísa kynstur síni, sigur Petur Elias Petersen, næstformaður í ÍSF Mynd: Jens Kr. Vang