Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-02-04, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 4. februar 2008síða 9

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

9 tíðindi Nr. 24 - 4. februar 2008 Fíggjarmálaráðharrin skal nú hava betri møguleikar fyri neyvt at fylgja við í, hvussu gongdin í leiklutinum hjá kommununum í búskapinum verður NÝTT LANDSSTÝRI Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Tað er søga, at landsstýrið tosar við tveimum tungum, tá ið tað ræður um kommun­ urnar. Seinastu árini hevur landsstýrismaðurin í inn­ lendismálum havt ábyrgd­ ina av kommununum, með­ an landsstýrismaðurin í fíggj­armálum hevur havt ábyrgdina av samlaðu fíggj­­ arligu gongdini og harvið av, hvussu kommunurnar hava lagt til rættis í rakstri og íløgum. Nú er liðugt við hesum. Nýggj­u samgonguflokkarn­ ir hava gj­ørt av, at kommunu­ mál nú burturav skulu um­ sitast av landsstýrismann­ inum í fíggj­armálum og harvið í fíggj­armálaráðn­ um. Fyri ikki so langari tíð síðani segði Magni Laksá­ foss, landsstýrismaður í fíggj­armálum, at tað var neyðug at seta tiltøk í verk, tí kommunurnar høvdu alt ov stórt hall í uppskotunum til fíggj­arætlan fyri 2008, sum tær høvdu sent til lands­ stýrið. Tað helt landsstýr­ ismaðurin í innlendismál­ um, Heðin Zachariasen, ikki, og harvið tosaði lands­ stýrið við tveimum tungum, og so varð einki gj­ørt við tað, sum landsstýrismað­ urin í fíggj­armálum metti vera neyðugt at gera. Undir samgongusamráð­ ingunum var semj­a um, at tað nú er neyðugt, at lands­ stýrið tosar við einari tungu, og at tað skal vera røddin í fíggj­armálaráðnum, sum skal tala. Tá ið Eilif Samu­ elsen var landsstýrismaður í kommunumálum 1994­ 98, stýrdi hann rættuliga neyvt møguleikunum hj­á kommununum at taka lán. Meginreglan, sum var uttan undantak, segði, at tað ikki bar til hj­á einari kommunu at hava størri skuld enn eina álíkning. Tá ið Karsten Hansen var landsstýrismaður í fíggj­ar­ málum 1998­2004, hevði hann nógvar samráðingar við kommunurnar um íløg­ ur og rakstur og lánsbyrðar. Skattastigin Í samgongusamráðingun­ um hevur verið viðgj­ørt, um broytingar skulu gerast í skattastiganum hj­á komm­ ununum. Galdandi skipan er soleiðis, at skattastigin hj­á landinum er progressiv­ ur, meðan kommunuskatt­ urin er proportionalur. Tað vil siga, at meðan hægru inntøkurnar rinda lutfalsliga meiri í landsskatti, so rinda allar inntøkur sama prosent í kommunuskatti. Seinnu árini hevur politikkurin hj­á øllum sam­ gongum verið, at alt fleiri uppgávur skulu flytast frá landinum og til kommun­ urnar at umsita. Harvið verður skattagrundarlagið undir vælferðartænastunum meiri proportionalt og minni progressivt. Tað sær nýggj­a samgongan at vera minni samhaldsfast, enn tað hevur verið, og tí verður lagt upp til, at progressiv­ itetur skal fáast inn í kommunuskattin. Dømi um málsøki, sum er lagt til kommunurnar at taka sær av, er barnaansing­ in. Tað verður eisini tosað um eldraøkið og um fólka­ skúlan. Í valstríðnum gingu nógv­ ir flokkar inn fyri, at komm­ unurnar einsamallar skulu hava ábyrgdina av fólka­ skúlanum. Tað er tó ivasamt, um henda samgongan fer at leggj­a fólkaskúlan út til kommunurnar, tí bæði Javn­ aðarflokkurin og Miðflokk­ urin søgdu seg í valstríðnum vera ímóti tí ætlanini. Báðir flokkarnir søgdu seg ganga inn fyri, at fólkaskúlin verður lagdur til landið at umstita. Kommunurnar til Karsten Strammari stýring av kommununum NÝTT LANDSSTÝRI Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Samgonguskj­alið millum Javnaðarflokkin, Tj­óð­ veldið og Miðflokkin hevur greiðar ásetingar um, at neyvari eftirlit skal vera við fíggj­arviðurskift­ unum hj­á kommununum. Undir »Fíggj­ar­ og búskap­ armal« í samgonguskj­ali­ num stendur m. a.: »Gj­ørdar verða yvirskip­ aðar broytingar í fíggj­ar­ og búskaparpolitikkinum, sum eisini fevna um kommunala búskapin. Miðað verður eftir j­øvn­ um og haldførum vøkstri og langtíðarj­avnvág í bú­ skapinum. Lagt verður upp fyri sveiggj­um, sum henda í búskapinum, bæði av inn­ lendis og útlendis ávum. Málið er at skipa ein sj­álvberandi og óheftan búskap við langtíðarætl­ anum, sum støðugt fyri­ reikar samfelagið til bygn­ aðarligar broytingar innan­ hýsis og til krøv í altj­óða búskapinum og á altj­óða marknaðinum. Til tess at røkka málinum verða hesi stig tikin: Játt­ anarskipan landsins verður endurskoðað, langtíðar­ fíggj­arætlanir verða gj­ør­ dar fyri rakstur og løgur, fullfíggj­að hagtalsgrun­ darlag verður fingið til vega, tj­óðarroknskapurin verður dagførdur sambært OECD­leisti, búskapar­ grunnur Føroya verður stovnaður, bindndi avtalur verða árliga gj­ørdar ímill­ um land og kommunur um íløgu­ og rakstrarkarm, felags fíggj­arstýring og roknskaparreglur verða skipaðar fyri land og kommunur, altj­óða skulu stovnar gera regluligar dygdarmetingar av før­ oyska búskapinum, og funktiónirnar fyri fíggj­ar­ stýring og tænastur hj­á tí almenna verða samskip­ aðar. Skattur, avgjøld og útjavning Skattaskipanin er ov eins­ táttað, og skattagrundar­ lagið skal breiðkast. Progressiviteturin í skatt­ inum er fallandi orsakað av, at parturin hj­á komm­ ununum av almenna bú­ skapinum og tænastunum økist, samstundis sum avgj­aldsparturin økist í mun til skattapartin av landsins inntøkum. Tí skal skattaskipanin endurskoðast við tí enda­ máli, at heildin í skatta­ og avgj­aldspolitikkinum verður meira progressiv, sj­úkrakassa­ og kring­ varpsgj­aldið verða løgd inn í skattaskipanina, kapit alvinningsskattalógin verður endurskoðað til tess at steðga óætlaðum avleið­ ingum, og MVG­lóggávan og trotabúgvalóggávan verða endurskoðaðar.« (brot úr samgonguskjalinum) Krabbamein av radarum Ein kanning, sum felagsskapurin Kræftens Bekæmpelse hevur gj­ørt, vísir, at menn, sum arbeiddu á radarstøðunum hj­á donsku verj­uni í árunum frá 1960 til 1986, hava verið undir ávirkan, sum kann elva til krabbamein. Evnið varð umrøtt í sj­ónvarpssending fyri fimm árum síðani, og tá gj­ørdu 136 menn vart við seg. Felags fyri teir var, at allir høvdu arbeitt við radarum, og at allir høvdu fingið krabbamein. Týskland hevur somu royndir, sigur DR. Nógvir menn, sum hava arbeitt á donskum radarstøðum, hava fingið krabbamein (Mynd: DR) Karsten Hansen