Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-02-04, síða 32
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 4. februar 2008síða 32

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

32 Nr. 24 - 4. februar 2008 lýsingar Kunngerð um rudding Sjóvar kommuna hevur avgjørt, at bilvrak, akfør, bingjur og lutir annars, sum uttan góðkenning frá kommununi standa á almennum ella privat­ um økjum, skulu verða beind burtur og latin góðkendum móttakara. Sambært § 1 í umhvørvislógini og § 1, stk. 4 í náttúrufriðingarlógini er ikki loyvt at lata órudd liggja og rekast á almennum ella privatum uttanduraøki, og í § 10 um burturkast stendur, at ikki er loyvt at lata ónýtilig akfør liggja og rekast í haga, fjøru, á sjógvi, fram við vegi ella aðra­ staðni. Í § 61 í ferðslulógini stendur, at løgreglan kann burturbeina ella selja skrásetingarskyldug akfør, sum standa á almennum vegi uttan nummar­ plátu. Tey, sum eiga/hava frammanfyri nevndu akfør/ lutir o.t. á almennum ella privatum øki, skulu beina tey burtur sum skjótast. Verður hetta ikki gjørt innan 15. apríl 2008, beinir kommunan tað burtur fyri eigarans rokning. Sjóvar kommuna Skúlavegur 10 490 Strendur Laborantur ella hjálparfólk til Fiskirannsóknarstovuna Fyri starvsfólk í farloyvi verður søkt eftir einum fólki til Fiskirannsóknarstovuna frá 1. mars 2008 og árið út. Arbeiðið umfatar m.a. kanningar av plantu- og djóraplankton, kemiskar kanningar og arbeiði við úrslitum. Laborantur ella umsøkjari við samsvarandi førleika hevur fyrimun. Lønin er sambart sáttmála við avvarandi felag. Nærri upplýsingar fáast við at venda sær til Eilif Gaard, tlf. 353911. Umsóknir skulu vera Fiskirannsóknarstovuni í hendi í seinasta lagi 14. februar 2008. Nóatún · Boks 3051 · FO-110 Tórshavn Lastbilur til sølu Um hóskandi boð fæst er ein nýsýnaður Iveco Daily, við krana, til sølu. Eginvekt 3.300. Maks. last 1.900. Totalvekt 5.200. Typugrein nr. T 11765 0 Lastbilurin er frá 05.03.2001 Krani, Effer E 42 Kranin er frá 07.10.2005 2 sett av vetrardekkum fylgja við. Lastbilurin stendur á parkeringsøkinum við kommunuskrivstovuna. Nærri fæst at vita um lastbilin við at tosa við Jón Thomasen, tlf. 589011. Kvívíkar kommuna Víkarvegur 4 · 340 Kvívík · Tlf. 42 12 94 · Fax 42 14 98 KUNNGERÐ um framløgu av broytingum av byggisamtykt Sambært løgtingslóg nr. 13 frá 21. mai 1954, um byggisamtykt og býarskipan við seinni broyt­ ingum, verður við hesum gjørt kunnugt, at upp­ skot til broytingar av byggisamtyktini fyri Sjóvar kommunu verður lagt fram til alment eftirlit á kommunuskrivstovuni frá 4. feb. til 25. feb. 2008 Kapittul IIV 3. gr. Ásetingar fyri B-økini • Partur av K­øki á Strondum og Innan Glyvur verður broyttur til B­øki, sethús • Partur av J­øki á Strondum verður broyttur til B­øki, sethús Fyri at økja um møguleikan til sethúsabygging og har sethús eru, verður øki fram við bygda­ vegnum sett av til B­øki, sethús. Møgulig mótmæli skulu vera skrivlig, og vera kommunustýrinum í hendi í seinasta lagi 4. mai 2008 Sjóvar kommuna Skúlavegur 10 490 Strendur Søkt verður eftir einum lærara Í tíðaravmarkað starv at byrja so skjótt sum møguligt og skúlaárið út fyri lærarar við niðursettari tíð. Skúlin hevur brúk fyri lærara, sum kann undirvísa í 1.–3. flokki og í ítrótti, sum hevur góð samstarvsevni, er opin, kreativur, vil vera við til at menna skúlan, kann átaka sær starvið sum flokslærari, og sum er sinnaður at arbeiða í sjálvstýrandi toymi! Størvini eru lønt sambært avtalu millum Føroya Lærarafelag og Fíggjarmálaráðið. Meira fæst at vita um starvið við at seta seg í samband við skúlastjóran, Petur Ova Petersen á tlf. 302570 ella 213502. Umsóknir við prógvum og møguligum viðmælum skulu vera skúlanum í hendi í seinasta lagi mánadagin 18. februar á middegi. Í Venjingarskúlanum ganga 434 næmingar í 19 flokkum og her starvast 40 fólk. Lærararnir eru skipaðir í 5 sjálvstýrandi toymi: 1.-3. fl., 4. og 5. fl., 6. og 7. fl., 8-10 fl. og sertoymi. Skúlin húsast í trimum bygningum: 1. og 2. flokkur halda til á Ytra skúla við Landavegin, 3. fl. á Heimara skúla við Fr. Petersens gøtu og 4.- 10. fl. eru í skúlanum á Stórheyggi. Venjingarskúlin handan Á 14 · 100 Tórshavn Smiðjugerði 4 · 100 Tórshavn · Tel 30 80 80 nordcar@nordcar.fo · www.nordcar.fo nordcar Vøruvognstilboð Nissan Terano 3,0 van Árgangur .......................... juni 2002 Koyrt (km)............................78.000 Prísur.......................149.000 v/mvg Rustviðgjørdur. Eyka felgur og dekk. Setrini fylgja við. Mazda Premacy 1,8 van Árgangur ................september 2002 Koyrt (km)............................75.000 Prísur...................................95.000 Í sera góðum standi. Rustviðgjørdur. Eyka dekk og felgur fylgja við bilinum. -har tað hendir