mánadagur 4. februar 2008síða 35
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 24 - 4. februar 2008
35
Leygarkvøldið var
danska Melodi Grand
Prix á skránni. Millum
tey 10 finaluløgini var
»Lad mig være« hjá
The Dreams. Simon
Mathew, ið saman
við The Dreams
varð spáddur at vera
favorittur at vinna
kappingina, streyk
avstað við fyrsta plássi,
dreingjabólkurin Unite
tók annað sætið, og
20 ára gamla Sandee
May endaði á triðja
plássinum. The Dreams
býtti fjórðaplássið.
Ummælarin Sunneva H.
Eysturstein sigur sína
meining
Ummæli
Sunneva Háberg Eysturstein
seysturstein@gmail.com
- The Dreams hóska seg fullkom-
ið til eina kapping sum Melodi
Grand Prix, júst tí at teir slett
ikki eru Melodi Grand Prix tilfar,
segði framleiðarin hjá The
Dreams, Chief 1, stutt áðrenn
framførsluna hjá bólkinum í
finaluni í Horsens leygarkvøldið.
Tað er eingin ivi um, at Euro-
vision heimurin og heimurin hjá
The Dreams eru fullkomiliga
hvør sín. Green Day/Blink 182
emo-punkur hevur sjáldan verið
at sæð áður í Melodi Grand Prix
kappingunum. Og slett ikki í
Eurovision. Restin av luttakaru-
num var hinvegin sum hondseym-
að til kappingina.
Manglandi kreativitetur
Millum teir 10 finalistarnar var
m.a vinnarin Simon Mathew við
sínum fitta og snøgga loverboy
poppi, hvørs niðurlag við orðu-
num hjá Kool and the Gang
»Celebrate good times come
on!« luktaði nakað nógv av
manglandi kreativiteti.
»Hit med Sangen« verturin,
Amin Jensen, leveraði eina illa
sungna, illa skrivaða odu til
Luciano Pavarotti. Onkur vildi
vera við, at Pavarotti nokk vendi
sær í grøvini.Viðmerkingin var
fyri mítt viðkomandi ikki heilt
burturvið.
Aðrir luttakarar vóru hugna-
gubbin Lasse Lindorff, typiska
Eurovision diva-uppgeilanin av
Kendru Lou og fitta, lítla
Charlie, hvørs lítillætna persón-
ligheit og rødd eingin stig fekk,
tá av tornaði.
Yvirfladiskar framførslur
Unga parið Lars og Josefine, ið
annars ikki eru par, dansaðu,
flirtraðu, kjálkamussaðust og
smíltust stórt við lagnum »Sweet
Memories of You«, men teksturin
til lagið var ein heilt annar enn
tað, ið framførslan útstrálaði.
Hann snúði seg um, tá eitt sam-
band endar. Tá tú kemur víðari
við lívinum. Hesir mótpólarnir í
framførsluni gjørdu tað alt ov
fjollut og pínligt. Tað skein lang-
an veg av, at tað slett ikki gongur
út uppá at vísa veruligar kenslur
ella tankar, men heldur bara at
selja teg uppá eitt colgate-smíl
og svingandi reyv.
Hendan yvirfladiska image-
sølan er eftir mínum tykki gjøg-
numgangandi fyri alt, sum Euro-
vision er. Vertirnir royna at bluffa
eitt tilgjørt huglag ígjøgnum við
fjollutum viðmerkingum, óenda-
ligum endurtøkum av orðinum
»fest« og einkisigandi práti um at
vera lekkur og frekur. Tá fram-
førslurnar so harafturat einki
veruligt hava uppá hjarta, blívur
tað ikki til annað enn tunt undir-
hald, ið eg bara irriterist inn á, at
fólk tímir at brúka pening uppá.
Hví millum favorittarnar?
Fólk høvdu undan finaluni spátt
The Dreams at verða ein av
tveimum favorittum at vinna
MGP. Teir appeleraðu til eina
fjøld, ið við árunum var blivin
burturmist í donskum MPG høpi;
eitt yngri ættarlið, ið ikki hevur
kunnað relaterað til fínpoleraða,
yvirfladiska úttrykkið, ið MPG
og Eurovision hava umboðað
seinastu áratíggjuni. Men tað
vísti seg, at tað, at vera favorittur
og at fáa mest atkvøður, ikki
endiliga hongur saman. The
Dreams endaðu nevniliga á ein-
um deildum fjórðaplássi – rætti-
liga óvæntað, tá hugsað verður
um góðu vónirnar, ið fólk innan
tónleikavinnuna høvdu fyri teir.
Eg trúgvi, at tað eru fleiri
faktorar, ið spæla inn hesum við-
víkjandi. Ein av teimum mest
avgerandi er eftir mínari meting
tann, at fjøldin, ið The Dreams
appelera til, ikki er eksisterandi í
Eurovision heiminum. The
Dreams hava fingið navnið hjá
sær fram og eygu vend at sær við
at vera við í kappingini; hava
vunnið sær nógvar fjepparar
niðri á flatlondum seinastu vik-
urnar, men úrslitið av kappingini
leygarkvøldið vísti, at tað ikki
eru hjørtuni á Melodi Grand Prix
áhugaðum, teir hava vunnið.
Ymisleikin, ið skilti The
Dreams frá MGP kundi verða ein
fyrimunur, men kundi eisini
gerast ein vansi. Fyrimunurin
var, at teir kundu vinna uppá tað.
Men gjørdu teir tað, hevði vansin
verið, at teir í Eurovision høvdu
teir traðkað inn í ein heim, har
teir slett ikki høvdu hoyrt heima.
Ein fínpoleraðan, yvirfladiskan
heim, ið eftir mínum tykki ikki
gevur eitt serliga feitt image, um
tú ynskir at vinna tær virðing frá
øðrum tónleikarum og tónleika-
áhugaðum úr alternativa tónlistar-
umhvørvinum.
Ikki ein góð tilgongd
The Dreams søgdu seg fara við í
Melodi Grand Prix fyri at fáa
navnið hjá sær fram. Tað hava
teir fingið. Spurningurin er so,
hvat teir nú fara at gera. Hvussu
teir fara at selja seg víðari, og um
teir fara at klára at hála sín kul-
faktor upp aftur. Eitt er í øllum
førum vist: Melodi Grand Prix er
ikki vegurin, um tú ynskir at
vinna tær eitt virðiligt umdømi í
tónleikaheiminum. Men eitt ann-
að er eisini vist: The Dreams fara
at selja eina rúgvu av nýútkomnu
fløguni.
So er bert eftir at gera upp við
seg sjálvan, hvat ein heldur vera
betri; at gera tað virðiligt ella at
selja fløgur. Tí í síðsta enda er
tað alt subjektivt og kemur ann
uppá, hvørji virði tú hevur sum
menniskja; hvat tú grundar tína
tilveru á, og hvørja tilgongd tú
hevur til eitt nú tónleik. Fyri mítt
viðkomandi eru kappingar sum
Eurovision ikki tann rætta til-
gongdin. Fyri meg er tónleikur
nógv meira enn handan útstill-
ingin. Tónleikur er kenslur,
tankar, frælsi og list. Ikki ein
dukkusýning.
Ein einkisigandi dukkusýning
Ein nøgdur Simon Matthew
The Dreams gjørdu sítt besta – og fingu eitt 4. pláss fyri tað