Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-02-05, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 5. februar 2008síða 2

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

2 Nr. 25 - 5. februar 2008 SAMBAND jákup Mørk jAkup@SoSiAluriN.fo tlf. 341800 tíðindi Ongin ivi er um, at valið av landsstýris­ umboðum, er eitt beinleiðis úrslit av, at Føroyar gjørdust eitt valdømi, sigur samfelagsfrøðingur. Seks av átta lands­ stýrisfólkum búgva í Havn og Hoyvík Politikkur Kári Mikkelsen karim@sosialurin.fo Býtingin av landsstýrissess­ um gjørdist munandi skeiv­ ari enn valúrslitið. Heili seks av átta búgva í høvuðs­ staðnum, og tilsamans sjey í Streymoynni. Øll fýra tjóð­ veldisumboðini búgva í høvuðsstaðnum. Bert landsstýrismaðurin í fíggjarmálum, Karsten Han­ sen úr Miðflokkinum, býr uttanfyri Streymoynna – í Klaksvík. Og bert ein annar býr uttanfyri høvuðsstaðin. Tað er landsstýrismaðurin í almanna­ og heilsumálum, Hans Pauli Strøm, sum er búsitandi í Vestmanna. Hini bæði javnaðarumboðini, Jóannes Eidesgaard, løg­ maður, og Helena Dam á Neystabø, løgmálaráðharri, búgva í Havn. Trý av fýra tjóðveldis­ umboðum, Høgni Hoydal, Bjørt Samuelsen og Kristina Háfoss, búgva í Hoyvík, meðan Torbjørn Jacobsen býr í Havn. ­ Longu í sambandi við uppstillingina, sóu vit, at valfeløgini fóru at missa vald. Valið av nýggjum landsstýri er eitt framhald av hesi gongdini, sigur Jógv­ an Mørkøre, samfelagsfrøð­ ingur. Spurdur um hvat hann heldur um hesa gongdina, sigur Jógvan Mørkøre. ­ Ein partur av demokrat­ inum er, at lóggevandi vald­ ið er ein spegilsmynd av fólkinum. Aldur, kyn, sam­ felagsliga og landafrøðiliga, so sæð út frá hesum, er útjaðarin fyri stórum van­ býti í valinum av landsstýri, sigur Jógvan Mørkøre. Hann vísir eisini á, at fimm av átta landsstýris­ fólkum eru akademikarar, og øll uttan ein fyri í stóran mun hava havt starv innan tað almenna. ­ Tað verður ikki longur lurtað eftir valfeløgunum, tá landsstýrisfólk skulu set­ ast. Fyrr royndi hvør ein­ stakur av teimum stóru flokkunum at hava eina geo­ grafiska javnvág, men tað er púrasta slept nú, sigur Jógvan Mørkøre, samfelags­ frøðingur. SPEKT statsaut. revisorar Correspondent Firm of KPMG International a Swiss Cooperative SPEKT stataut. revisorar Spf. spekt@spekt.fo www.spekt.fo Staravegur 17 Postsmoga 3258 110 Tórshavn Telefon 34 34 34 Telefaks 34 34 35 Heiðavegur 15 Postsmoga 190 600 Saltangará Telefon 474 474 Telefaks 474 475 Spennandi og áhugavert starv sum Bókhaldari Hevur tú hug at royna teg sum bókhaldara í einum spennandi og hendingarríkum umhvørvi? Starvið Arbeiðið umfatar alt vanligt bókhaldsarbeiði, og kann fara fram bæði úti hjá kundum og inni á skrivstovuni hjá SPEKT. Vit hava eitt stórt tal av kundum, sum hava brúk fyri roknskapar- og bókhaldshjálp. Talan er bæði um størri og smærri fyritøkur og við ymiskum tørvi. Tí er talan um eitt øðrvísi og fjølbroytt bókhaldsstarv, har okkurt nýtt alla tíðina er á skránni. Umsøkjarin Vit síggja fyri okkum, at tú hevur bókhaldsroyndir, ert opin, ágrýtin, nærlagdur/nærløgd og ikki fellur í fátt, um tað viðhvørt gongur skjótt fyri seg. Vit ganga út frá, at tú hevur góð samstarvsevni og ein rímiligan telduførleika. Eisini mást tú vera opin fyri at arbeiða bæði inni á deildini og úti hjá kundum eftir tørvi. Vit vóna, at tú ert opin fyri at gera nýtslu av teimum skeiðs- og útbúgvingarmøguleikum, sum vit kunnu bjóða. Lønin verður sett eftir nærri avtalu. Umsókn Umsókn við upplýsingum um útbúgving og royndir verður at senda til SPEKT í seinasta lagi 15. februar 2008. SPEKT statsaut. revisorar Sp/f Staravegur 17 Postsmoga 3258 FO – 110 Tórshavn Allar umsóknir og fyrispurningar verða viðgjørdar í trúnaði. Hevur tú spurningar ella ivamál, ert tú vælkomin at ringja til Arna Abrahamsen tlf. 233471 ella Árna Ellefsen tlf. 233484 Seks landsstýrisfólk búgva í høvuðsstaðnum Tað verður stutt til arbeiðis hjá seks av landsstýrisfólkunum, sum øll búgva í Havn og í Hoyvík Høvuðsstaðurin er væl umboðaður í nýggja landsstýrinum. Øll fýra tjóðveldisumboðini búgva í Havn og Hoyvík, meðan tvey av trimum javnaðar­ umboðum búgva í Havn