mikudagur 6. februar 2008síða 39
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 26 - 6. februar 2008
39
SAMBAND
MAgNuS guNNArSSoN
MAggi@SoSiAluriN.fo
tlf. 341800
bilar
Í sendingini Bylgjan
hjá Kringvarpinum
hesa vikuna vóru
tveir bilar ummældir:
BMW 325i og
Chevrolet Captiva
3,2 V6. Annar ein
sportligur luksus
sedan og hin ein væl
útgjørdur luksus SUV
Bilar
Bilarnir
sum
vórðu
ummældir
í
sendingini
Bylgjan hjá Kringvarpinum
mikudagin 6. februar vóru
BMW 325i við 2,5 litra 6
syl. bensinmotori og 218
hk og Chevrolet Captiva
við 3,2 litra V6 bensinmotori
og 230 hk.
Fyrri bilurin sum varð
royndarkoyrdur var BMW
325i, sum er ein væl
útgjørdur
og
sportligur
luksus sedan við við t.d
leðurkabinu, 2-zone klima-
anleggi og 18” hjólum.
Sum flest allir BMW
verður hesin drivin av bak-
hjólunum. Tað gevur eina
heilt annarleiðis koyriupp-
living enn aðrir bilar í sama
klassa. Bilurin koyrir sum
ein dreymur, og vegfesti er
heilt optimalt undir øllum
koyriumstøðum. Ein gjøgn-
umførdur bilur í allar mátar,
sum er gjørdur við stórum
denti á koyrieginleikarnar,
sum eru eitt av eyðkennunum
hjá BMW.
Í viðførisrúminum upp á
420 litrar er einki eykahjól,
tí RFT-dekk (Run Flat Tyre)
eru standard í øllum útgáv-
unum. Hesi dekk eru gjørd
til at kunna koyra eitt
strekki upp á minst 80 kilo-
metrar við 80 km/t uttan
luft.
Bilurin sum varð royndar-
koyrdur kostar kr. 499.000,
meðan bíligasta útgávan av
BMW
300
kostar
kr.
380.000. BMW 325i kann
síggjast og roynast hjá Sp/f
Nordcar í Smiðjugerði.
Chevrolet Captiva
Seinni bilurin var ein 7-
persóna Chevrolet Captiva í
best útgjørdu útgávuni við
allari útgerð sum t.d. leður-
kabinu, el-stilling av førara-
setrinum og 2-zone klima-
anleggi.
Captiva er ein stórur og
rúmligur frítíðarbilur við
liðiligari innrætting og upp
til 7 sitiplássum.
Í hesi útgávuni við 3,2
litra V6 bensinmotori og
snúningsmomenti upp á
næstan 300 Nm er talan um
ein luksus SUV. Bilurin hev-
ur flott design og sær veru-
liga út av nøkrum við t.d.
stórum síðuspeglum og dup-
ultum útstoytsrørum. Allar
trygdarskipanir eru inn-
bygdar. Viðførisrúmið er
465 litrar við aftastu setrun-
um niðri.
Umframt hendan V6
motorin fæst Captiva
eisini við 2,0 litra 4 syl.
dieselmotori við 150
hk (320Nm) og 2,4
litra 4 syl. bensinmotori
ið 136 hk (220 Nm).
Bilurin sum varð
royndarkoyrdur kostar
kr. 435.000. Annars
kostar
bíligasta
útgávan av Captiva kr.
322.000. Bilurin kann
síggjast og roynast
hjá VR Bilum við
Hoyvíksvegin.
mg
BMW 325 og Chevrolet Captiva
BMW 325i er ein
gjøgnumførdur bilur
við stórum denti á
koyrieginleikarnar, sum eru
nakað heilt serligt
BMW 325i er ein sportligur luksus sedan, sum verður drivin av
bakhjólunum
Chevrolet
Captiva 3,2 V6
við 230 hk er ein
luksus SUV við
allari útgerð
Captiva er ein stórur og rúmligur 7-persónabilur