hósdagur 7. februar 2008síða 11
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 27 - 7. februar 2008
11
tíðindi
gággu og nakað av høggu
slokki eisini. Tað vísir seg,
at gággan er kortini hon,
sum roynist best.
Koyrdur í skrell
Í sínum langa lívi hevur
Karit roynt mangt og hvat
innan vinnuligt virksemi,
bæði heima og úti.
Eg havi siglt úti í verð
ini, eg havi verið fiskari,
arbeitt á smoltstøð – og nú
eri eg so endaður her.
Tað er næstan so, at man
sleppur framat her í egning
ini, áðrenn man verður
koyrdur í skrell. Tja, hetta
er líkasum innspurturin,
sigur hann við einum stór
um brosi.
Hóast henda “veruleika”
so er Karit sannførdur um,
at egningin er eitt sera gott
arbeiði fyri eldri fólk.
Tað er helst so sum Karit
tekur til: So sleppur ein
undan at ganga heima og
keða seg!
Nógvur fiskur
Í
egningarskúrinum
hjá
Olevinu eru teir vanliga
einir 34 mans.
Í dag eru vit so bara
tríggir, men her koma ofta
dreingir at egna sær nakrar
stampar, sigur Karit.
Hjá teimum eldru er
stuttligt at eygleiða, hvussu
óførir og kvikhentir hesir
ungu dreingirnir er at egna
ein stampa.
Tað er bara ein lítil løta,
so
hava
hesir
ungu
knassarnir egnt ein stamp.
Slíkar løtur vísir tað seg,
sum um vit eldru bara
hanga uppií teimum, sigur
hann.
Honum dámar sera væl at
arbeiða her, tí, sum hann
sigur tað so gott: Ein sær
úrslit av tí, sum ein ger!
Tað besta við tí er, tá
teir fara til útrógvar við línu
og koma aftur við nógvum
fiski. Tá sær ein greitt, at
her er talan um dugnaligar
egnarar, sigur Karit.
Ein annar egnari er nú
komin í skúrin at egna, og
hann er púra samdur við
honum í hesum: Sum tú tó
kanst siga tað!
Ójøvn stødd
Fyrrapartin í gjár var Karit
tíðliga á fótum eins og hann
er vanur. Longu klokkan
seks var hann á sínum plássi
í egningarskúrinum.
Eg plagi at fara til hús
um fýratíðina, og tá man eg
eisini hava egnt fyri meg,
sigur hann.
Stamparnir eru ójavnir í
longd, summir eru 300
favnar og aðrir 250 favnar.
Vanliga megnar hann at
egna 10 stampar uppá ein
dag.
Vit fáa sjálvandi meiri
fyri teir longru stamparnar!
Tað er eitt serstakt
tosingarlag og eitt ser
ligt umhvørvi í einum
hvørjum egningarskúri.
Soleiðis er eisini í hes
um skúrinum á havnar
lagnum í Hvannasundi.
Karit dámar sera væl
at koma higar í skúrin,
tí her eru so nógvir
áhugaverdir menn sum
egna og teir fáa altíð
eitt gott prát saman.
Tað vísir seg eisini,
at hetta er væl umtókt
stað hjá øðrum monnum
eisini. Her koma alla
tíðina menn ikki til eitt
prát, sigur hann.
Nógvir teir eru sjálvir
útróðrarmenn ella sjó
menn, og vita tí altíð
okkurt at siga, annað
hvørt talan so er um
veður og vind ella
fiskiskap.
Prát og
gestir
- Tað hevði verið tungligt, um man bara gekk heima. Tað er fínasta slag at egna her, sigur Karit Hansen
”
Tað er bara ein lítil løta, so hava hesir
ungu knassarnir egnt ein stamp. Slíkar
løtur vísir tað seg, sum um vit eldru bara
hanga uppií teimum
Vanliga eru teir 3-4 mans í skúrinum. Petur Petersen av Viðareiði er ein teirra
Olevina Klaksvík 716
Fyrrverandi nøvn: Karin, 2003 (FD 92 – Toftir), Karin,
2000 (Klaksvík 716 – Klaksvík), Karin (FD 329), Christina
(TN 372)
Heimstaður: Viðareiði
Smíðistaður: Esbjerg, Danmark í 1971
Tilfar: Eik/bók
Stødd: Longd 13,72 m; breidd 4,3 m og dýpd 1,74 metrar.
Eigari: sp/f Olevina, Viðareiði
Útgerðarmaður: Óli Sørensen, Viðareiði
FAKTA
Ítróttarhøll fær køk
Bygdaráðið í Eiðis kommunu hevur samtykt at byggja upp í
vestara enda á ítróttarhøllini í bygdini. Tað hevur víst seg, at
stórur tørvur hevur verið á einum køki, tá føðingardagar,
brúdleyp og onnur tiltøk hava verið í høllini, og tí hevur
bygdaráðið samtykt at byggja ein køk og eitt goymsluhøli
upp í høllina. Á fíggjarætlanini í ár hevur bygdaráðið sett
500.000 krónur av til endamálið, skrivar Eiðis kommuna á
sínari heimasíðu.
Gongutúrur úr Kirkjubø
Sunnudagin fer Gongufelagið Tórshavn ein túr úr Kirkjubøi,
umvegis Krossvatn og aftur til Havnar. Farið verður av
Kunningarstovuni kl. 10 og verður sagt, at túrurin er ein
heldur lættur túrur. Túrurin varir í umleið 3 tímar.