fríggjadagur 8. februar 2008síða 2
‹ fyrra síða allar 76 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
2
Nr. 28 - 8. februar 2008
tíðindi
SAMBAND
eirikur liNDeNSkov
eirikur@SoSiAluriN.fo
tlf 341800
Landsverk, Tinghúsvegur 5,
Postsmoga 78, Tórshavn,
Tel 340 800, Faks 340 801,
lv@lv.fo, www.landsverk.fo
Landsverk er stovnur undir Vinnumálaráðnum og hevur um hendi vega- og havnamyndugleikauppgávur og byggiharrauppgávur.
Stovnurin ráðleggur og ger ætlanir, útinnir, rekur og viðlíkaheldur landsvegir, havnir, bygningar og flogvallarmál, herundir tyrlupallar.
[Endurlýsing]
Set tíni fingramerki á føroyska bygging
Vilt tú bjóða tær sjálvum av og seta varðar eftir teg við
stórverkum og stásiligum bygn ingum, so letur Landsverk
dyrnar upp fyri tær við einum spennandi og avbjóðandi
starvi sum deildarleiðari á bygn ingadeildini.
Høvuðsuppgávur
Saman við dugnaligum starvsfeløgum verður tú við til at:
· greina og raðfesta nýbygging og viðlíkahald við atliti at
funktionaliteti, estetikki og góðsku,
· góðkenna verkætlanir og taka støðu til broytingar,
umframt viðgera onnur byggimál, har bygging, bygningar,
lendi og formlist eru partur av viðgerðini,
· uppbyggja ein politikk fyri almenna byggilist,
· fyrireika og samskipa landsbyggireglugerð fyri Føroyar,
· menna eitt kreativt arbeiðsumhvørvi.
Førleikakrøv
Tú ert útbúgvin arkitektur ella líknandi. Leiðsluroyndir og
aðrar royndir frá verkætlanum í byggi vinnuni er ein fyri-
munur. Vit leggja dent á dygd og góðar loysnir, og vøru-
merki títt er tískil dugnasemi og nærlagni, har tú sum
arbeiðsfúsur við leikari gevur títt íkast til arbeiðs plássið og
ta røttu byggingina.
Setanarviðurskifti
Løn og setanartreytir annars eru sambært sáttmálanum
millum Fíggjarmálaráðið og avvarðandi yrkisfelag.
Deildarleiðari til bygningadeildina á Landsverki
Umsóknir
Umsóknir við prógvum og lívsgongdarlýsing (cv) verða at senda til lv@lv.fo ella til Landsverk, postsmoga 78, 110 Tórshavn,
og skulu vera okkum í hendi í seinasta lagi 18. februar 2008. Merk umsóknina „Deildarleiðari bygningadeildin“ og viðmerk í
umsóknini, hvar tú hevur sæð starvslýsingina. Umsóknir verða viðgjørdar í trúnaði.
Fleiri upplýsingar um starvið fáast við at venda sær til Oyvind Brimnes, stjóra, á 540 801 ella ob@lv.fo.
29 ára gamla lista
kvinnan Marianna
Mørkøre, sum fæst
við tónleik, grafikk,
film, móta og dans,
fekk í dag handað
gávugóðs úr grunni
Thorvalds Poulsen av
Steinum
Mentan
Rigmor Dam
rigmor@sosialurin.fo
Aftur í ár eydnaðist tað
nevndini í grunni Thorvalds
Poulsen av Steinum at finna
eitt listafólk, sum hevur
uppiborið 60.000 kr. fyri
listagávur sínar. Gávan varð
latin 29 ára gomlu lista
kvinnuni Marionnu Mørk
øre, sum fæst við eksperi
menterandi list, eitt nú við
sjónbandaløgum, klædna
móta og myndatøkum. Gáv
an verður latin listafólki,
sum nevndin metir skarar
framúr og tí kann koma
langt á síni listarligu leið.
Endamálið við grunninum
er at stuðla og eggja ungum
fólki at fáa sær listarliga
útbúgving.
Til New York
Spurd, hvat hon fer at brúka
pengarnar til, segði ein sera
fegin Marianna Mørkøre
við Sosialin, at ein partur
fer til nýggja útgerð. Har
umframt ætlar hon sær at
halda 30 ára føðingardagin
í New York, so hon kann
fáa nýggjan íblástur til virki
sítt.
Handanin fór fram á tíð
indafundi á Fróðskaparsetri
num fríggjamorgunin, har
Jóan Pauli Joensen, rektari,
handaði Marionnu heiðurs
bræv og peningagávuna.
Umframt hann, eru Oddfríð
ur M. Rasmussen, formaður
í LISA og Magnus Tausen,
formaður í Føroya Lærara
felag limir í nevndini fyri
grunnin.
Hegni og gávur
Í
grundgevingini
segði
nevndin: Marianna Mørkøre
hevur víst hegni og stórar
skapanargávur á fleiri listar
ligum økjum. Hon arbeiðir
við tónleiki, grafikki, filmi
og dansi. Listaverkini hjá
Marionnu flyta mørk og
bróta niður vanabundna
hugsan um list. Í hennara
listaverkum er alt møguligt,
og her er ein samansjóðan
av øllum teimum kendu list
arligu úttrykkunum. Hervið
kemur nakað nýtt fram,
sum er sermerkt. Marianna
hevur nomið sær útbúgving
á bachelor stigi í Fasion Pro
motion í Onglandi , og
longu tá gjørdi hon vart við
seg, tá hon vann skúlakapp
ingina “the Media & design
Award”.
Eftir lokna útbúgving hev
ur hon verið sera virkin.
Hon hevur síðani 2005 havt
fleiri framsýningar í Týsk
landi, Svøríki, Danmark,
Ungarn, Bretlandi, Litava
og Føroyum. Í Føroyum
kom hennara styrki sum list
afólk týðiliga fram, tá ið
hon hevði eina visuella kon
sert á Meiarínum við heiti
num “Investigation of a
Dog” við kendum føroysk
um tónleikarum. Seinasta
arbeiði hennara er sjónband
alagið hjá Teiti Lassen “ong
ar pengar”. Vit rokna við at
Marianna fer at koma langt
á listaleið síni, hon gevst
ikki á hondum og ætlar sær
at útbúgva seg víðari á lista
skúla.
Eksperimenterandi listakvinna heiðrað
Marianna Mørkøre arbeiðir við tónleiki, grafikki, filmi, móta og dansi. Í grundgevingini sigur
nevndin, at listaverkini hjá Marionnu flyta mørk og bróta niður vanabundna hugsan um list
Mynd: Jens Kristian Vang