fríggjadagur 8. februar 2008síða 28
‹ fyrra síða allar 76 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
28
Nr. 28 - 8. februar 2008
Ársins maður og
ársins kvinna
í Føroyum í 2008
HON og HANN, sum hava gjørt nakað GOTT fyri
onnur, fyri síni næstu, sínar vinir, sínar grannar,
sítt arbeiðspláss, sítt yrki, sína heimbygd, sítt
land ella fyri eina ávísa søk, skulu nú veljast
sum ÁRSINS MAÐUR og ÁRSINS KVINNA í
Føroyum í 2008.
Aftur í ár bjóðar Sosialurin øllum lesarunum,
tvs. øllum Føroya fólki, at velja ársins mann og
ársins kvinnu í Føroyum í 2008. Hetta verður
afturvendandi tiltak á hvørjum ári. Fyrstu ferð
var í 2006. Tá vórðu Leila Solmunde, forkvinna
í Meginfelag Teirra Brekaðu, og Sofus Olsen,
stigtakari til listasavn á Sandi, kosin ávíkavist
ársins kvinna og ársins maður. Í 2007 vórðu
kosin Ella Müller og Birgir Enni.
Vit lata fyrst og fremst tykkum lesarar gera av,
hvat tit halda er besta orsøkin til ella prógvið
um, hvør eigur heiðurin at gerast Ársins maður
og Ársins kvinna í Føroyum í 2008.
Men vit fara so eisini at leggja dent á hetta:
Maður og kvinna, sum hava uppiborið hetta heiti,
hava gjørt nakað GOTT fyri onnur menniskju,
síni næstu, tað veri seg familju, vinir, grannar,
starvsfelagar og fólk annars. Hesi kunnu eisini
hava gjørt nakað GOTT fyri sítt nærumhvørvi,
lokalsamfelagið og samfelagið sum heild, ella
fyri eina søk, eitt ávíst felag ella felagsskap, eitt
yrki ella eitt arbeiðspláss. Tað ber eisini til at
skjóta upp fólk, sum tit halda hava gjørt nakað
GOTT við at hava havt serstaka kveikjandi og
hitandi ávirkan á onnur.
Veljið tykkara mann og kvinnu og grundgevið,
hví hesi eru tykkara val!
Fyllið út lepan niðanfyri og sendið hann við
brævbjálva til okkara: Miðlahúsið, Tórsgøta
1, ella Postsmoga 76, við merkinum: »Ársins
maður í 2008« og »Ársins kvinna í 2008«. Tit
kunnu eisini senda uppskot tykkara sum vanligt
bræv. Eisini ber til at senda hetta sum teldupost
til post@sosialurin.fo
Ein dómsnevnd mannað við Jóhonnu á Bergi,
stjóra á Faroe Ship, Andrasi Róin, samfelags
frøðingi, Esther Djurhuus, pedagogi á Lands
sjúkrahúsinum, og Eyðuni Andreassen, fólka
lívsfrøðingi, velur ársins mann og kvinnu millum
mongu uppskotini. Vit loyva okkum eisini at
prenta nøkur av uppskotunum við grundgeving
unum í komandi bløðum.
Freistin at lata inn uppskot er mikudagin 27.
februar 2008
Avdúkingin av ársins manni og ársins kvinnu
í Føroyum í 2008 verður á samkomu í Miðla
húsinum mikudagin 5. mars kl. 16.00
Miðlahúsið · Tórsgøta 1 · Boks 76 · FO-110 Tórshavn · post@sosialurin.fo
Uppskot:
Grundgeving:
Navn:
Bústaður:
Bygd / býur:
Telefon: