Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-02-08, síða 46
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 8. februar 2008síða 46

‹ fyrra síða allar 76 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

46 Nr. 28 - 8. februar 2008 Aftaná gudstænastuna fáa børnini okkurt gott omaná. Sunnudagin kl. 18 Møti við Olaf Magnussen, Toftir. Argjakórið syngur. Innsavnan til húsið. Bønarmøti hálvan tíma áðrenn møtini. Barnaansing í vikuskiftinum. Ebenezer Sunnudag kl. 11 Minnismáltíð Harrans, kl. 12 Sunnudagsskúli kl. 18 Evangeliskt møti. Mánadag kl. 12.30 Andakt. Heimasíðan: www.ebenezer.fo Evangeliihúsið, Tróndargøta Einki ungdómsmøti fríggja­ kvøldið vegna ungdómsmøti í Oasuni hóskvøldið. Sunnudagin kl. 11 familju­ og morgunmøti við sunnudagsskúla, Dánial á Dul Jacobsen talar, kl. 18 møti við Joseph Prince á stórskíggja. Mánakvøldið kl. 20 felags bønarmøti við Filadelfia og Oasuna. http://www.gospel.fo Filadelfia, Landavegur 22 Hóskvøldið kl. 20 Felags Ungdómsmøti í Oasuni ­ einki Flare verður leygar­ dagin. Sunnudagin kl. 10.45 Morgungudstænasta ­ Alex O'Campo talar, 11.30 Barnagudstænasta. www.filadelfia.fo Frelsunarherurin, Tórshavn Fríggjadag kl. 19,30 Ársfestin hjá samkomuni. Leygardag kl. 20 Møti. Sunnudag møtir kl. 11 og kl.18 (bøn kl. 17,30). Vit hava vitjan alt vikuskifti av Feltsjefinum major Jan Øystein Knedal og konuni Brit, tey syngja og tala á øllum møtum, øll eru vælkomin. Sunnudag kl. 14,00 sunnudagsskúli. Suppa,sápa og frelsa síðan 1865. Aglow, Havn Leygarkvøldið 9. februar kl. 19.30 møti fyri kvinnur í Evangeliihúsinum. Tórhild Bjarkhamar talar um lívskvalitet. http://www.aglow.fo Frá Meinigheitshúsinum í Havn Sunnudagin kl. 14 Sunnudags­ skúli. Sunnudagin kl. 18 Møti v. Christian Martin Christiansen. Møti sunnukvøld verður tulkað til enskt. Øll eru hjartaliga vælkomin. KFUM og KFUK í Havn Leygardagin kl. 19 í KFUK: Varðmenn hittast til veitslu. Tórshavnar hvítusunnusamkoma Yviri við Strond Sunnudagin kl. 11 Morgun­ møti, kl. 18 Evangeliskt møti. Øll eru hjartaliga vælkomin. Samkoman Nardus hevur evangeliskt møti í Vakhús í Sandavági leygar­ kvøldið tann 9.2. kl. 19. Filadelfia, Miðvágur Sunnudagin kl. 11 familju­ og morgunmøti við sunnu­ dagsskúla. Missiónshúsið í Sørvági Sunnudagsskúli verður sunnudagin kl. 14. Møti kl. 18 við Egin og Maritu Henriksen. Vágar - Kedron í Sørvági Fundarøðin heldur fram í skúlanum í Miðvági fríggjakvøldið og leygarkvøldið kl. 20 og sunnudagin kl. 17. Svenning av Lofti talar. Ymiskar sangkreftir verða við. Saron, Flatnavegur 7, Vestmanna Sunnudagin Morgunmøti við breyðbróting klokkan 11. Verið vælkomin. Evangelisk møtir í Bygdar­húsinum í Kollafir­ði 8.-10. febr­uar­ Fríggjakvøldið kl. 21.00 Leygarkvøldið kl. 20.00 Sunnukvøldið kl. 18.00 Tú ert hjartaliga vælkomin! Stigtakari: Getsemane, Klaksvík. Frá Kollafjarðar Missiónshúsið Sunnudagsskúli verður sunnudagin kl. 14.00 og møti kl. 18.00 har tey ungu skipa fyri. Bíbiltími verður týskvøldið kl. 20.00 og bønarløta hóskvøldið kl. 19.30. Øll eru hjartaliga vælkomin. Felagið Agape skipar fyri spennandi viku­ skifti í Nesvík 29. februar ­ 2. mars. Sí lýsing í blaðnum. Frá Kongshavnar Kvinnufelag Kristine S. Hestbech heldur almennan fyrilestur um »Det gode liv« mánakvøldið 11. feb. kl. 19. Missiónshúsið í Hvalvík Sunnudagin kl. 14 Sunnu­ dagsskúli Kl. 18 Møti við Sylverius Jacobsen og fleiri. Øll eru hjartaliga vælkomin. Týskvøldið kl. 20 Bønarløta. Haldórsvík Sang­ og vitnimøti verður sunnukvøldið kl. 18 í Avhaldshúsinum. Luttøka verður úr Meinigheitshúsinum í Havn. Góðar sangkreftir luttaka. Missiónsvika í Missións- húsinum Tabor á Toftum Sunnudagin 10. februar kl. 17 Familjumøti: Torleif Johannesen, talar. Sangur: Barnakórið úr Tabor. Mánadagin kl. 20 Møti: Martin R. Jacobsen, talar. Sangur: Kirkjukórið. Týsdagin kl. 20 Møti: Regin Høgnesen, talar. Sangur: Glyvra Streingjakór. Mikudagin kl. 20 Møti: Jonna Johannesen, talar. Sangur: Tofta Streingjakór & kvartett Innsavnan til húsið. Hósdagin kl. 20.15 Føstu­ guðst: Magnus B. Jørgensen í Neskirkju. Kl. 21.30 Sang og vitnimøti í missiónshúsinum. Fríggjadagin 15. februar kl. 17 Barnamøti: Ólavur Magnussen, talar. Kl. 20 Møti: Sverri Kass, talar Sangur:KFUM­kórið í Klaks­ vík. Leygardagin kl. 10 Bíbliutími: Thomas Dam. Kl. 16 Barnamøti: Eyðgerð Christiansen, talar. Sangur: Barnakór av Skála. Kl. 20 Tey ungu hava møti: Øssur Kjølbro, talar. Sangur: VOX. Innsavnan til Heimamissiónina. Sunnudagin kl. 11 Guðs­ tænasta við altargongd í Fríðrikskirkjuni. Kl. 15 Sunnudagsskúli: Ann Mari Kjølbro, talar Sangur: Barnakór úr Klaks­ vík. Kl. 18 Møti: Hanus Simonsen, talar. Sangur: Taborkórið. Lívsins Orð, Saltangará Sunnudagin kl. 17 Møti. Keldan, Skálafirði Leygarkvøldið kl. 21 Awake við Jan Jacobsen. Sunnudagin kl. 17 Møti við Hjørdis H. Petersen. Sangur við Sonlis og Tummas Símun. Barnamøti kl. 17. Vælkomin í Kelduna www.keldan.fo Meinigheitshúsið á Skála Ungdómsmøti verður leygar­ kvøldið kl. 20. Bogi Olsen talar, drekka aftaná. Øll hjartaliga vælkomin. Sunnudagin felags sunnudagsskúli fyri Skála og Strendur í høllini á Skála kl. 14.30. Kl 19 møti. Øll hjartaliga vælkomin Mánakvøldið kl. 19.30 kemur sjómanskvinnuringurin saman Allar kvinnur vælkomnar. Aglow Eysturoy Møti verður í missións og Ungdómshúsinum á Glyvrum, leygarkvøldið 9. februar kl. 19.30. Byrjað verður við drekkamunni, eisini verður lovsongur. Talarar: Marna Petersen og Ása Lútsen. Allar kvinnur eru hjartaliga vælkomnar:) Missións- og Ungdómshúsið á Glyvrum Fríggjadagur 8. feb. kl. 21 Ungdómsmøti. Evni: Vak og bið v/Claus Højgaard. Sunnudagur 10. feb. kl. 17 Sunnudagsskúli, kl. 17 Møti luttøka av KFS v/Heina Christiansen. Mikumorgun kl. 6 Bøn, kl. 18.30 Bíbiltími v/Boga Olsen. Evni: Kristindómur og humanisma. Hósdagur kl. 20 Bønarløta. Øll eru hjartaliga væl komin. Vælkomin til missións- viku í Gøtu í døgunum 5.-10. februar 2008 Møtini verða í kirkju­ kjallaranum. Skrá fyri møtunum: Fríggjakvøldið kl. 20 Knút Larsen talar. Manskórið úr Thabor í Fuglafiðri syngur Leygarkvøldið 9. februar kl. 20 Ung skipa fyri. Hanus Simonsen talar Bjartur F. Johannesen syngur Sunnudagin kl. 12 Guds­ tænasta v/ altargongd Martin Restorff Jacobsen Sunnudagsskúli verður í kirkjukjallaranum. Kl. 18 Niels Jacob Nielsen talar. Bethaniakórið syngur. Innsavnan til nýtt missións­ hús. Fríggjakvøldið, leygarkvøldið og sunnukvøldið verður barna­ ansing v/bíbilsøgu, sangi & ítriv. Drekkamuður er hvørt kvøld aftaná møti. Hvørt kvøld er bønarløta ein hálvan tíma áðrenn møti. Kambsdalur, Handilskúlin Sunnumorgun kl. 11 Breyð­ bróting. Týskvøld kl. 20 Bønar­og uppbyggingarmøti. Thabor, Fuglafjørður Tað verður einki ungdóms­ møti ella sunnukvøldsmøti hetta vikuskifti. Víst verður ístaðin til missiónsvikuna í Gøtu. Sunnudagsskúli verður í kirkjuni sunnudagin kl. 11. Eydnan á Oyrarbakka Møti verður sunnukvøldið kl. 18 við Hjalgrím Davidsen, Thomas J. Askham og Valdemar Simonsen. Magda og Majbritt syngja. Øll eru hjartaliga vælkomin. Soli Deo Gloria Sunnukvøldið kl. 18 møti v/ Preben Hansen. KFUM & K, Klaksvík Fríggjakvøld 8. feb. kl. 22 ­ Opið hús. Sunnudagin 10. feb. kl. 14 ­ Sunnudagsskúli, kl. 18 ­ Møti streingjakórið syngur, kl. 21 ­ ungdómsmøti v/ ungum av Strondum. Getsemane, Stangaskákið 1 Fríggjakvøldið kl. 20.30 er ungdómsmøti við Høgna á Reynatrøð. Leygarmorgun kl. 10.00 er morgunbøn. Sunnnudagin kl. 18.00 er møti við André Matras. Barnamøti er samstundis. Hvønn gerandismorgun kl. 6.15 er morgunbøn. Betania, Skopun Leygardagin kl. 14 Barna­ møti. Sunnudagin kl. 11 Møti við sjónvarpsupptøku. Missiónshúsið í Skopun Sunnudagin kl. 14 sunnu­ dagsskúli. Kl. 18 møti. Øll eru hjartaliga vælkomin. Missiónshúsið á Tvøroyri Missiónsvikan heldur fram. Leygarkvøldið kl. 20 møti við Regin Høgnesen, trúboðara og Dánjal Andreasen. Manskór úr Leirvík syngur. Innsavnan verður til húsið. Drekkamunnur verður aftaná. Sunnukvøldið kl. 18 møti við Regin Høgnesen, trúboðara og Dánjal Andreasen. Streingjakórið úr Porkeri syngur. Nátturði verður aftaná. Øll eru hjartaliga vælkomin. Frelsunarherurin, Vágur Sang/cafemøtini halda fram Leygardagin kl. 21 sangcafe. Sunnudagin kl. 11 morgun­ møti/sunnudagsskúli. Kl 18 Evang sangmøti v/ Sigrid Ludvig. Luttakarar verða m.a. Sigmund, Eddie, Nimrod, Hilmar, Ben Eli, Dorthea, Streingjakórið og fleiri luttaka. Øll eru vælkomin. Møtir í DK Esbjer­g: Friggakvøldið 8. feb. verður evangeliskt møti í Mølleparken, Spangsbjergs­ møllevej 16 C, kl 19.30 Sønder­bor­g: Leygarkvøldið 9. feb.verður evangeliskt møti á Skole­ hjemmet, Søndrelandevej 28, kl 19.00. Sunudagin kl. 10 verður breyðbróting. Vejle Sunnudagin 10. feb. kl. 16.00 verður breyðbróting og aftaná evangeliskt møti í hølinum hjá frelsens hær, Stadgårdsgade 4 Talarar og við á ferð verða Elsa og Pol Johan Djurhuus. Góður sangur og tónleikur. Aftaná øll møtini bjóða vit ein góðan drekkamun og okkur munngott afturvið. Vælkomin at hoyra orð Harrans á móðurmálinum. Felagið Tórshavn, gongutúrur Sunnudagin 10. februar verður gingið: Kirkjubøur­ Krossvatn og aftur til Havnar. Farið verður av Kunningarstovuni kl. 10.00. Túrurin er heldur lættur og gingið verður umleið 3 tímar. Minst til at hava góð og heit gonguklæði og kanska matpakka við. Tilmelding á Kunningarstovuni ella tlf. 302425. Tilhaldið í Tórsgøtu 21 Opið er mánadag til fríggjadag kl. 10.00 – 17.00 Teldupostur: tilhald@torshavn.fo Drekkamunnur er at fáa hvønn dag, eins og bløðini eru til taks Mánadagur 11. februar 10.00 – 10.30 Fimleikur Grete Ellingsgaard 10.00 ­ 12.00 Ymiskt handarbeiði ­ Signy og Marita 14.00 – 16.00 Ymiskt handarbeiði ­ Signy og Marita 11.00 ­ 11.45 Enskt talumál 14.00 ­ 17.00 Kortspæl o.o. spøl 16.00 – 18.00 Nú verður høvi at læra kortspælið: Stýrivolt Lærari, Jógvan Bærentsen Øll eru hjartaliga vælkomin Møguleikin er at koma sum gestur til døgurðan miku­ og fríggjadagin. Tilmelding mánadag: 316491 Túrur til Klakksvíkar mikudagin 20. febr... Úr Steinatúni kl.13.00. Ætlanin er at síggja Vevskúlan, áðrenn farið verður til sjónleikin: Sjóvevur Aftur í Havn kl. 18.00 Kostnaður: 220,- Gjaldast áðrenn. Tilmelding: 316491 Týsdagur 12. februar 9.00 – 12.00 Ongin teldulæra 10.00 – 11.30 Vit syngja Hanus Joensen Øll eru hjartaliga vælkomin 15.00 Katrina Christiansen í Bringsnagøtu 6 ­ Jákup Lindenskov sigur frá Mikudagur 13. februar 9.00 ­ 12.00 Maskinbinding v/Maritu Guttesen 10.00 ­ 12.00 Veving v/ Joanu Bjarnastein 10.00 ­ 12.00 Bindiklubbur Øll eru hjartaliga vælkomin 10.00 ­ 13.30 Matgerð v/ Annu Grethu Harlou 12.00 Døgurði 15.00 Túrur Vitja matvøruhandilin í Bringsnsgøtu 6 ­ Katrinu Christiansen Randi/Elisabeth, fysioterapeutar Hósdagur 14. februar 10.00 – 10.30 Fimleikur v / Grete Ellingsgaard 11.00 Lesibólkurin: Vit lesa: »Når englene spiller Mozart/Færø blues«, Lisbeth Nebelong. Hittast 13. mars 14.00 – 16.00 Boccia í kjallaranum Fríggjadagur 15. februar 10.00 ­ 13.30 Matgerð v/ Annu Grethu Harlou 12.00 Døgurði 13.30 – 15.00 Opið hús Tilhaldið verður stongt kl. 15.00 fríggjadag. Tað er altíð ein krókur í Tilhaldinum - um tygum ikki fáast við nakað ítriv. Vit ynskja at øll skulu kenna seg vælkomin. Dagtilhaldið í Gøtubrá tlf 441662. Opið týsdag og hósdag kl. 15­18. Týsdagin føstulávintshald. Hósdagin undirvísing av fysioterapeuti um fyribyrgjandi styrkivenj­ ing. Øll eldri eru vælkomin. Bussur fer úr Syðrugøtu uml. kl. 14.45 Dagtilhaldið Blákollan á Oyri Dagtilhaldið Blákollan á Oyri og er fyri allar eldri í Sunda Kommunu. Opið er hvønn týsdag og hósdag frá kl. 14.00 til 18.00. Ymiskt ítriv, smíð og teldu­ frálæra v.m. Dagtilhaldið í Luffustovu tlf. 737795. Opið er týsdag, mikudag og hósdag, kl. 15 til 18. Øll eldri eru vælkomin. Dagtilhaldið Fløvi á Glyvrum Í Kvinnufelagshúsinum á Glyvrum tlf. 448279. Opið hvønn gerandisdag frá kl. 15­18. Um tygum mangla bil, vinarliga ring 266217. Allir pensionistar eru hjartaliga vælkomnir. Mánadagur 11. februar Fimleikur v/ Jóhannu. Felagssangur Týsdagur 12. februar Telduhugni v/ Jens Dalsgaard Mikudagur 13. februar Opið hús Hósdagur 14. februar Myndaveving v/ Gretu Olsen Fríggjadagur 5. februar Boccia. Hvønn dag er ein góður drekkamuður at fáa. Bløðini eru altíð til taks. Tú ert vælkomin at hava títt egna hondarbeiði við. Andakt verður lisin hvønn dag. Frá Dagtilhaldinum á Strondum Vit hava opið týsdag og hósdag millum kl. 15 og 18, vit eru byrjaði aftur. Tilhaldið Hugnin í Sandoy hevur opið mánadag og mikudag frá kl 13 til 17. Báðar dagarnar er drekka­ muður at fáa. Eisini eru bløðini til taks. Tilhaldið á Toftum, tlf 448690 Opið er týsdag, mikudag og hósdag kl 15 ­ 18. Tilhaldið Sóljan Klaksvíksvegur 35 Klaksvík · tlf. 459091 Teldupostur: dagtilhaldid@post.olivant.fo Opið er: Mánadag og Mikudag kl. 13.30 – 17.30 Týsdag og Hósdag kl. 09.30 – 17.30 Hvønn dag er ein góður drekkamunnur at fáa, eins og bløðini eru til taks. Møguleiki er at gera ymiskt handarbeiði, spæla kort, bobb, telva o.m.a. Hvør dagur endar við andakt og sangi. Øll eru hjartaliga vælkomin. Vága Pensionistafelag Vit skipa fyri tiltøkum nakrar ferðir um árið. Kundi tú hugs­ að tær at vita meira um felag­ ið ella at gerast limur, kanst tú venda tær til, formannin: Frits Jacobsen, tlf. 332053 ella ein av nevndarlimunum. Eldrahugni á Tvøroyri Er á kafeteria í høllini í Trongisvági hvønn onsdag í líkaviku frá kl 15.00 til 18.00. Bilur fæst til staðið við at ringja 371069 eftir kl. 13.