Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-02-08, síða 50
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 8. februar 2008síða 50

‹ fyrra síða allar 76 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

50 Nr. 28 - 8. februar 2008 Lærlingur søkist Kundi tú hugsað tær eina framtíð innan handilsyrkið? Vit hava pláss fyri einum lærlingi (m/k) í fyritøku okkara. Vit kunnu bjóða tær: • Eitt avbjóðandi starv í eini spennandi vinnu í støðugari menning • Eitt starv, har tú gerst partur av einum góðum toymi, har arbeiðsandin er av teim bestu og fokus verður sett á trivnaðin hjá tí einstaka starvsfólkinum • Tryggar arbeiðsumstøður • Góðar møguleikar fyri persónligari menning Tú mást hava HH ella FHS prógv. Lærutíðin er ávikavist 2 ella 3 ár. Tú mást vera fryntlig/-ur, samstarvsáhugað/- ur, ágrýtin og til reiðar at taka við nýggjum lærdómi. Nærri fæst at vita um starvið við at ringja til okkara og tosa við Jógvan Magnussen, handilsleiðara ella Anniku Krosstein, stjóra. Umsóknarfreistin er 1. mars 2008. Er hetta nakað fyri teg, so send okkum eina um- sókn saman við prógvum og viðmælum til: P/F Svend Krosstein Postboks 3229 FO-110 Tórshavn Viðm: Lærupláss Falkavegur 6 · FO-100 Tórshavn · Tel. 34 46 00 Fax. 34 46 01 · T-post: krosstein@krosstein.fo P/F Svend Krosstein er ein fyritøka í støð- ugari menning, sum í løtuni hevur 20 fólk í fulltíðarstarvi. P/F Svend Krosstein er einasta HVS-heilsøla í Føroyum og hevur harafturat størsta HVS-handilin í landinum. Vit selja alt tilfar til vatnveitingar, hitaverk, sanitet og ventilatión. Eisini selja vit byrsur, patrónir, fiskireiðskap og annað. STØRV Á LANDSSJÚKRAHÚSINUM Lønar- og setanartreytir samb. sáttmála millum avvarðandi yrkisfelag og Fíggjarmálaráðið. Tað er umsøkjarans ábyrgd at umsóknin er Lønar- og starvsfólkadeildini í hendi, áðrenn freistin er úti. Skrivlig umsókn við CV, autorisatión, prógvum, skjølum o.l. skal sendast til: Landssjúkrahúsið, Lønar- og starvsfólkadeildin, FO-100 Tórshavn Eitt avloysarastarv á fullari tíð í skiftandi vaktum er leyst at søkja til setan 15. mars 2008 til og við 31. mars 2009. Deildin er ein psykiatrisk rehabiliterings- deild/bústovnur. Arbeitt verður eftir miljøterapeutiskum meginreglum, og at menna brúkarar til økt sjálvbjargni. Krøv til umsøkjarar: • prógv og góðkenning sum sjúkrarøktarfrøðingur, heilsurøktari/ røktari • góð samstarvsevni • fakligan áhuga innan psykiatriska økið Vit kunnu bjóða: • fakliga kompetentar og virknar starvsfelagar • positivt tvørfakligt samstarv • ávirkan á fakliga menning • góða innleiðslu Nærri fæst at vita um starvið við at ringja 304500 til Liss Jakobsen, deildarleiðara, lokal 4005, lslisja@ls.fo ella til Bergit Weihe, leiðandi sjúkrarøktarfrøðing, lokal 4102, lsberwe@ls.fo Umsóknarfreistin er 22. februar 2008 kl. 12.00 Sjúkrarøktarfrøðingur, heilsurøktari/røktari til Psyk. D4/5 Landssjúkrahúsið J.C. Svabosgøta 100 Tórshavn Tel: +298 30 45 00 Fax: +298 31 42 53 lsh@lsh.fo www.lsh.fo Á Landssjúkrahúsinum • er sjúklingurin í miðdeplinum • eru umleið 200 seingjarpláss • eru umleið 20 læknafakligar sergreinir • eru psykiskar og somatiskar seingjardeildir • eru umleið 800 fólk í starvi í roykfríum umhvørvi • er virðiligur samverutóni óansæð kyn, húðalit, politiska-, átrúnaðarliga- ella seksuella orientering Sjúkrarøktarfrøðingar til A2 Umsóknarfreistin er 12. februar 2008 kl. 12.00 Sjúkrarøktarfrøðingar til G1 Umsóknarfreistin er 12. februar 2008 kl. 12.00 Sjúkrarøktarfrøðingur, heilsurøktari/pleygari til Psyk. D1 Umsóknarfreistin er 15. februar 2008 kl. 12.00 Feriuavloysarar fyri bioanalytikarar Umsóknarfreistin er 22. februar 2008 Onnur leys størv á Landssjúkrahúsinum (sí meira á www.lsh.fo) Aftur í ár verður ársins kjakvirðisløn latin. Miðlahúsið hevur tikið stig til hesa virðisløn, sum verður latin einum persóni, felag, felagsskapi ella stovni, sum hevur givið sítt góða íkast til at fremja samfelagsliga kjakið, ið er ein av grundarsteinunum undir fólkaræðinum. Endamálið við at lata hesa virðisløn er eisini at menna og stimbra almenna orðaskiftið og gera tað meira fólksligt, professionelt og náttúrligt. Í fjør fekk Amnesty International, Føroya Deild, virðislønina fyri við sínum tekningum og viðmerkingum at geva sítt góða íkast til samfelags­ orðaskiftið. Lesarar kunnu senda okkum uppskot til ársins kjak­ virðisløn við at fylla út lepan og senda hann til Miðlahúsið, Tórsgøta 1, 100 Tórshavn, ella tit brúka teldupostadressu okkara post@sosialurin.fo. Setið frámerki á: »Ársins kjakvirðisløn«. Freistin at lata inn uppskot er mikudagin 27. februar. Avdúkingin av ársins kjakvirðisløn fyri 2007 verður á samkomu í Miðlahúsinum mikudagin 5. mars kl. 16.00 Ein dómsnevnd við Jón Brian Hvidtfeldt, útvarpsmanni, Karin Kjølbro, leiðara á Kriminalforsorgini, Jóannesi Dals­ gaard, deildarleiðara í Mentamálaráðnum, og Annleyg Lamhauge, marknaðarleiðari á Føroya Tele, ger av, hvør fær virðislønina Ársins kjakvirðisløn 2008 Uppskot: Grundgeving: Navn: Bústaður: Bygd / býur: Telefon: