mánadagur 11. februar 2008síða 13
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 29 - 11. februar 2008
13
Tað, sum hevur verið eitt
av eyðkenninum fyri polit
iska valstríðið upp til valið
19. januar 2008, er at tað
tykist sum um, at okkara
politikarar uttan mun til,
um teir eru komnir í sam
gongu ella ikki, hava víst
ein stóran áhuga fyri bæði
gransking og hægri undir
vísing.
Sami positivi vilji kom
eisini til sjóndar frá øllum
flokkum, tá ið uppskotið
um eitt nýtt Fróðskapar
setur var lagt fyri tingið.
Tað var mestsum ikki eitt
tingfólk, sum var ímóti
uppskotinum. Eisini stjórin
fyri Vinnuhúsinum hevur
verið sera positiv, tá tað
talan er um at menna
føroyska gransking. Sum
rektari á setrinum loyvi eg
mær tí at hava betri vónir
um gransking og hægri
undirvísing enn eg nakran
tíð havi havt fyrr.
Gransking og undirvís
ing er nú eisini vorðið ein
partur av samgonguskjali
num. Tað er alt sera við
komandi mál, sum sam
gongan setir sær. Fyri eitt
samfelag, sum vil vera eitt
modernað samfelag, er tað
ein sjálvfylgja at menna
alla undirvísing frá barna
garði til universitet, sam
stundis sum karmarnir
rundan um alla undirvísing
verða so góðir sum gjør
ligt. Hetta er neyðugt fyri
at økja um virði av tí besta
tilfeingi vit hava, nevniliga
sjálvum fólkinum.
Sum rektari á Fróðskapar
setrinum kann eg taka
undir við øllum tí, sum
stendur í samgonguskjali
num um gransking og
hægri undirvísing, og eg
vil í hesum sambandi gera
nakrar viðmerkingar til,
hvussu eg kundi hugsað
mær at komið longri fram
á leiðina rættiliga skjótt.
Her er einki at bíða eftir.
Gransking
Í samgonguskjalinum
stendur millum annað at:
Tær eindir, sum í dag
varða av granskingini,
verða betur samskipaðar.
Málið er at nýta líka
stóran part av BTÚ til
gransking, sum OECD
mælir til.
Samgongan er sinnað at
játta tann pening, ið krevst,
til tess at Føroyar kunna
verða virkin partur í gransk
ingarhøpinum hjá ES.
Hetta eru mál, sum setrið
kann taka fult undir við.
Her eigur Granskingarráðið
eisini at hava sín góða lut.
Taka vit fyrst hugvísindi,
hava vit longu nú eindir
sum Føroyamálsdeildina,
Søgu og samfelagsdeild
ina, Fornminnissavnið og
Landsskjalasavnið, har tað
kundi fingist nógv meira
burturúr við at styrkja
samskipanina av gransking
ini millum hesar stovnar.
Tað sama er galdandi
fyri stovnar sum Fiskirann
sóknarstovuna, Náttúru
gripasavnið, Jarðfeingi,
Heilsufrøðiligu starvstovu,
Umhvørvisstovuna, Heilsu
verkið og møguliga fleiri.
Tá tað kemur til sam
felagsvísindaliga gransk
ing, eru nógv færri stovnar
og eindir at samstarva við.
Teir stovnar, sum eru, hava
allir sínar serligu uppgáv
ur, men við kreativiteti
hevði óivað borið til at
fingið eitt samstarv í lag,
har Søgu og samfelags
deildin kom at verða drív
megin. Hagstovan eigur at
fáa tað játtan, sum skal til
fyri at kunna gera sínar
uppgávur, tí í mestsum
allari gransking hava
hagtøl týdning.
Fyri at skapa størri
gróðrarbotn fyri gransking
er ikki neyðugt við struktur
ellum broytingum sum
taka fleiri ár. Tað er nóg
mikið at gera tað soleiðis,
at tær eindir, sum eru um
framt tær játtanir tær hava í
dag, fáa eina felagspulju av
granskingarpeningi at nýta
til nýggjar granskingar
verkætlanir, sum kunna
styrkja og víðka gransking
arvirksemi.
Granskingarpeningurin
skal ikki býtast eftir stovni
ella matrikkulnummari,
men bert tær góðu verkætl
anir skulu fáa peningin.
Hetta duga allir granskarar
at síggja er tað rætta, men
sjálvandi, tað er viðhvørt
neyðugt at hjálpa gransk
ingareindum upp á eitt
ávíst støði.
Tað, sum tað fyrst og
fremst snýr seg um, er at
skipa soleiðis fyri, at
granskararnir lættliga
arbeiða saman tvørtur um
stovnsmark og at leiðslan
gevur teimum møguleika
fyri tí. Her ber til at gera
samstarvsavtalur stovnanna
millum. Eg eri vísur í, at
allar hurðar longu standa
víðopnar.
At vit skulu hava sum
mál at nýta líka stóran part
av BTÚ til gransking, sum
OECDmælir til og at
samgongan eigur at játta
tann pening, ið krevst, til
tess at Føroyar kunna
verða virkin partur í gransk
ingarhøpinum hjá ES, man
so gott sum alt tað føroy
ska granskingarumhvørvið
taka undir við. Tað, at vit
ikki higartil hava havt
skjótan pening á hesum
øki, hevur gjørt at sera væl
kvalifiseraðir føroyskir
granskarar, hava sæð seg
noyddar til at tikið seg
burturúr EUverkætlanum,
sum høvdu kunna givið
okkum góðar royndir.
So her er bert at fara til
verka og í verki gera tað,
sum skal til, fyri at gransk
ing og hægri undirvísing
verður raðfest. Samgongan
eigur at síggja til at koma
ásamt við andstøðuna um
hetta, og ikki bert gera ætlan
ir fyri eitt fíggjarár, men
fleiri ár inn í framtíðina.
Eitt eigur eisini at fáast
burtur úr og tað er, at
peningur, sum ikki verður
brúktur tað eina árið fellur
aftur í landskassan. Lat
hann heldur kunna brúkast
tað næsta árið. Jú frælsari,
fríari og smidligari tað
føroyska granskingar
umhvørvi er fíggjarliga,
tess skjótari kann tað skifta
kós og tillaga seg broyttum
umstøðum og smekka til tá
møguleikin er har. Sjálv
andi skal eitt universitet
sleppa at hava nógvan
pening á bók.
Men enn eru vit ikki
komin so langt sum í Bret
landi, USA og aðrastaðni,
at ríkmenn lata setrinum
stórar gávur, men tað
kemur kanska eisini.
Undirvísing
Tað er ein sjálvfylgja, at
øll undirvísing í Føroyum
skal mennast frá barna
garði til universitet.
At Læraraskúlin, Vinnu
háskúlan, Sjúkrarøktar
frøðiskúlin og Fróðskapar
setrið verður lagt saman til
eitt nýtt Fróðskaparsetri
Føroya er at breiðka,
styrkja og menna alla
hægri undirvísing í Føroy
um og geva ungdóminum
fleiri møguleikar til at
útbúgva seg. Hesum eigur
ikki at bíðast við, men
hetta førir sjálvandi við
sær, at nýggj og hægri krøv
verða sett til lærararnar á tí
nýggja Fróðspakarsetri
Føroya og at lærararnir fáa
granskingartíð og gransk
ingarmøguleikar.
Tað verður ofta sagt at
tað hoyrist ikki so nógv til
Fróðskaparsetrið. Hetta er
av góðum grundum, tí øll á
Fróðskaparsetrinum hava
úr at gera í tí starvi, sum
tey hava. Kortini verður
roynt at kunna um alt tað,
sum hendir á setrinum.
Í mun til tær ressursir
bæði peningaliga og menn
iskjaligar, so er nógv komið
burturúr tey 40 árini setrið
hevur verið til, men bera vit
saman við universitet á
sama aldri, so hevur vøkst
urin verið sera lítil og
ábyrgdina av hesum hevur
ikki Fróðskaparsetrið, men
føroyskir politikarar, sum
hava havt aðrar raðfestingar.
Skal Fróðskaparsetrið
verða kappingarført, er
avgerandi neyðugt at upp
stiga ta undirvísing og ta
gransking sum í løtuni fer
fram á Fróðskaparsetri
Føroya, samstundis sum vit
hugsa um tað nýggja
Fróðskaparsetur Føroya.
Eisini eigur setrið at gera
samstarvsavtalur við hinar
granskingarstovnarnar í
landinum, ja, um neyðugt
at lata granskarar á hesum
stovnum hava ábyrgdina av
parti av undirvísingini á
Fróðskaparsetrinum.
Sæð úr einum størri
norðurlendskum perspekt
ivi, er vísindastarvsliðið á
setrinum so lítið, sum tað
kann verða, ofta bert eitt
fólk til hvørja høvuðslæru
grein. Yvirhøvur er tað so í
norðurlondum, at kravið er
at minst tvey fólk skulu
vera í føstum starvi fyri at
eitt fak ella ein lærugrein
skal verða góðkend.
Fróðskaparsetrið hevur í
fleiri ár havt uppskot til
nýggj útbúgvingartilboð og
tað er hugaligt at vita, at
samgongan hevur avgjørt
at játtan verður givin til at
seta í verk
útbúgvingartilboð, sum eru
klár at seta í verk á Fróð
skaparsetri Føroya.
Samanumtikið er tað
tíverri so, at alt sum hevur
havt við gransking og
hægri útbúgving at gera,
hevur verið undirpriori
terað fyri ikki at siga
beinleiðis forsømt. Hevði
føroyska politiska skipanin
havt somu prioriteringar og
veitt Fróðskaparsetrinum
somu sømdir, sum tey
javngomlu universitetini í
londunum rundan um
okkum hava fingið, høvdu
vit verið komin nógv
longri á leiðina í dag og
tað hevði eisini merkt
Føroyar fíggjarliga, soleið
is at funnið hevði verið
fram til aðrar vinnumøgu
leikar.
Kveikingarfundur
Tað er ikki mín uppgáva at
havast at føroyskum polit
ikarum, nú tað veruliga
tykist, at vent er í holuni
og øll tykjast at síggja
skriftina á vegginum. Vit á
setrinum vóna tað besta og
gleða okkum til tað, sum
skjótt verður sett í verk og
fær hold. Persónliga gleði
eg meg til kveikingar
fundin týsmorgunin kl. 10
á Fróðskaparsetrinum, sum
setrið hevur bjóðað
politikarunum til.
Undirvísing og gransking í samgonguskjalinum
Rektari
Jóan Pauli
Joensen