mánadagur 11. februar 2008síða 32
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
32
Nr. 29 - 11. februar 2008
UNITED WORLD COLLEGE
sansir.fo
Red Cross Nordic United World College Foundation bjóðar einum føroyskum
skúlanæmingi, ið er liðugur í 1. fl okki í eini gymnasialari miðnámsútbúgving á
sumri 2008, at taka IB (International Baccalaureate) eftir 2 árum á einum altjóða
studentaskúla í Dale í Noregi. Dale liggur umleið 100 km norðan fyri Bergen. IB
(International Baccalaureate) er eitt altjóða studentsprógv, ið gevur somu rættindi
innan hægri framhaldslestur sum eitt føroyskt studentsprógv.
Endamálið hjá skúlanum er at fremja altjóða sátt og semju í verki, og verður hetta
m.a. gjørt við, at næmingar úr umleið 70 ymiskum londum búgva og lesa saman á
skúlanum.
Stuðulsstovnurin rindar – eftir umsókn – skúlagjaldið, og næmingurin, ið fer á United
World College, fær útbúgvingarstuðul frá Stuðulsstovninum eftir somu treytum sum
miðnámsskúlanæmingar í Føroyum.
Nærri upplýsingar um skúlan fáast við at venda sær til Mentamálaráðið ella
til lestrarvegleiðingina á skúlanum, har tú gongur. Tú kanst eisini fi nna fl eiri
upplýsingar um skúlan á hesi heimasíðuni:
http://www.rcnuwc.uwc.org
Umsókn um upptøku á Red Cross Nordic United World College, ljóstak av
støðumetan saman við eini stuttari frágreiðing um teg sjálva/n skulu vera
Mentamálaráðnum í hendi í seinasta lagi týsdagin 4. mars 2008. Umsóknarblað er
at fi nna á heimasíðuni hjá Mentamálaráðnum á adressuni: http://www.mmr.fo
Vinnu- og miðnámsskúladeildin
lýsingar
J. Paturssonargøta 18 · Tórshavn · Tel 322045
Opið er soleiðis:
Mánadag, týsdag og hósdag......10.00-18.00
Mikudag og fríggjadag ...............11.00-18.00
Hvønn dag í februar mánaða verða Sudoku
uppgávur at finna í Sosialinum.
Jú fleiri uppgávur, ið tú hevur loyst, tess størri
møguleika hevur tú at vinna.
Sendið okkum loysnina innan mánadagin 10.
mars 2008 kl. 10.00 og viðmerkið brævbjálvan
»Sudoku«.
Drigið verður aðru vikuna í mars.
Fyri at vera við í kappingini, skal øll uppgávan
verða loyst.
8
1 2
9
2
1
7 6
8
6
4
1 6
2 9
9
1
3
7 6
5
3
6
5 4
7
Februar-kappingin
Navn:
Bústaður:
Telefon:
Sendið til: Sosialin · Boks 76 · 110 Tórshavn
Merkið brævbjálvan »Sudoku«
Vinningurin í februar
In•tone clinic letur vinningin í februar,
sum er eitt gávubræv á 12 viðgerðir,
virði kr. 4.200,-.
Stramma kroppin
uttan skurðviðgerð
FeBruar-TIlBoð frá 7. feb.
Kom so ofta tú hevur hug í ein heilan mánað
Mánaðarkort bert kr. 3.900,-
Vinnari av Januar-kappingini:
Johanna rasmussen
inni í Firði 121, 410 kollafjørður