Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-02-11, síða 38
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 11. februar 2008síða 38

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 29 - 11. februar 2008 38 Aftur í ár verður ársins kjakvirðisløn latin. Miðlahúsið hevur tikið stig til hesa virðisløn, sum verður latin einum persóni, felag, felagsskapi ella stovni, sum hevur givið sítt góða íkast til at fremja samfelagsliga kjakið, ið er ein av grundarsteinunum undir fólkaræði­ num. Endamálið við at lata hesa virðisløn er eisini at menna og stimbra almenna orðaskiftið og gera tað meira fólksligt, professionelt og náttúrligt. Í fjør fekk Amnesty International, Føroya Deild, virðis­ lønina fyri við sínum tekningum og viðmerkingum at geva sítt góða íkast til samfelagsorðaskiftið. Lesarar kunnu senda okkum uppskot til ársins kjakvirðisløn við at fylla út lepan og senda hann til Miðlahúsið, Tórsgøta 1, 100 Tórshavn, ella tit brúka teldupostadressu okkara post@sosialurin. fo. Setið frámerki á: »Ársins kjakvirðisløn«. Freistin at lata inn uppskot er mikudagin 27. februar. Avdúkingin av ársins kjakvirðisløn fyri 2007 verður á samkomu í Miðlahúsinum mikudagin 5. mars kl. 16.00 Ein dómsnevnd við Jón Brian Hvidtfeldt, útvarpsmanni, Karin Kjølbro, leiðara á Kriminalforsorgini, Jóannesi Dalsgaard, deildar­ leiðara í Mentamálaráðnum, og Annleyg Lamhauge, deildarleiðara á Menningastovuni, ger av, hvør fær virðislønina M I ð L A H ú S I ð · T ó r S g ø T A 1 · B o K S 7 6 · F o ­ 1 1 0 T ó r S H A v n · p o S T @ S o S I A L u r I n . F o Á r s i n s k j a k v i r ð i s l ø n 2 0 0 8 Uppskot: Grundgeving: Navn: Bústaður: Bygd / býur: Telefon: